Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 11. juli 2014 9 – Eg var rættiliga sjúk og var ofta inn­løgd á sjúkrahúsinum um hatta mund­ið, og eg hugsaði fleiri ferðir við mær sjálvari, um Osvald nú mundi fara at tíma at verða partur av hesum, sigur Karis. Ta einu ferðina stóð heilt illa til við heilsuni hjá Karis, tí hon hevði havt fleiri herðindi av epilepsi og bleiv inn­ løgd. Støðan var so mikið álvarsom, at Karis fór í koma í umleið ein dag. – Eg minnist væl, at eg vaknaði aftur, og tá sat Osvald har. Tá segði eg við hann, at eg skilti væl, um hann valdi at bakka út og ikki tímdi alt hetta við sjúkuni, tí hann kundi jú bara fara út og finna sær eina damu, sum ikki hevði hesa sjúkuna og alt tað strævna, sum sjúkan viðførir, fortelur Karis. Men Osvald var als ikki í iva, hvat hann vildi. – Eg skilji á ein hátt, at summi halda tað vera eina forðing at koma saman við einum, sum hevur eina slíka sjúku, ið krevur sjúkradagar og innleggingar, tí onkurs­vegna tekur tú eisini hesa sjúk­una upp á teg, og tað kann til tíðir kenn­ast tungt. Men fyri meg hevur sjúkan ongantíð verið ein forðing fyri at eg og Karis skulu vera saman, og eg vil fegin vera tann, sum hjápir og stuðlar henni, sigur Osvald. Steinurin á rossagøtuni Í jólafrítíðini 2012 blivu tey av álvara par, og eitt ár seinni valdi Osvald at fríggja til Karis. Og tað bleiv gjørt á ein heilt serligan hátt. – Áðrenn eg bað hana gifta seg við mær prátaði eg við foreldur hennara. Fyri meg var tað líka so týdningarmikið at fáa eitt ja frá teimum, sum at fáa eitt ja frá Karis, greiðir Osvald frá. Ver­ foreldrini vóru skjót at bjóða honum væl­komnan í familjuna sum maður dóttrina. Seinni saman dag skuldi eitt ja frá Karis fáast í hús. – Eg bað hana koma við mær niðan á ein stein uppi á rossagøtuni, sum liggur oman fyri Marknagilsvegin. Har høvdu vit eina romantiska løtu fyri einum ári síðani, og tí helt eg, at tað var eitt gott stað hjá okkum at fara aftur, nú eg skuldi biða hana gifta seg við mær, fortelur Osvald. Hóast Karis og Osvald fleiri ferðir høvdu tosað um hjúnaband, hevði Karis als ongan illgruna um, hvat fór at henda, tá hon hesaferð fór niðan á Rossa­gøtuna við Osvald. – Eg hugsaði bara, at har var jú hugna­ligt og ein fínur túrur, so eg fór glað­beint avstað, sigur Karis. Komin á staðið gekk Osvald eitt sindur omaneftir, har hann av álvara tók Karis av bóli. – Eg hevði tendrað nøkur blikk við olju í og sett blikkini soleiðis, at tey for­maðu eitt hjarta. So stillaði eg meg inn í hetta hjarta, fór niður á knæ og spurdi, um hon vildi giftast við mær, greiðir Osvald frá. Ein løta, sum stendur ógvuliga sterk í minninum hjá Karis. – Onkurvildi kanska sagt, at tað var for nógv av tí góða, men eg eri rættiliga romantisk sjálv, so hatta var ein per­ fektur máti at gera tað uppá, sigur Karis, sum alt fyri eitt svaraði ja, til spurningin frá Osvald. 30 ára gamal brúðarkjóli Seinasta hálva árið hava tey bæði gjørt ymsar fyrireikingar til brúdleypið, sum skal verða leygardagin tann 26. Juli. Tey verða vígd í Ebenezer, og síðani verður veitsla hildin á Hotel Føroyum. – Vit gera tað soleiðis, tí tað er tað, sum er lættast fyri okkum. Fyri meg er umráðandi, at eg ikki blívi strongd, tí tað er tá, at epilepsiherindini koma. So fyri okkum er tað deiliga ómakaleyst at fara á eitt hotel at hava veitsluna, sigur Karis, sum longu í januar fann ein brúðarkjóla. – Tað var í sambandi við eina við­ gerð á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp­ manna­havn, at eg fann brúðarkjólan. Eg vildi fegin hava ein kjóla, sum var eitt sindur annarleiðis, og eg fór tí í ein endur­nýtsluhandil, har eg fann henda vintagekjólan, sum er eini 30 ára gamal. Hann hevði stórar puffermar, men tað havi eg síðani seymað um, soleiðis at akkurát tann parturin av kjólanum er broyttur. Og hann kostaði bara 600 krónur sigur Karis, sum tó ikki vil avdúka meir um kjólan áðrenn stóra dagin. Osvald hevur ikki gjørt sær stórvegis tankar um klædningin, hann skal í tann 27. juli. – Tað verður ein klassiskur, tíðar­ leysur klædningur. Tað skal ikki vera nakað við nógvum litum ella løgnum sniði. Bara klassiskt pent, sigur Osvald, sum nú av álvara telir niður til stóra dagin, sum tey bæði síggja fram til. – Nú kunnu vit ordiliga byrja at liva lívið saman, og tað verður deiligt, siga Karis og Osvald. myndir: álvur haraldsen