Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 11. juli 2014 10 VIKUSKIFTI Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard Føroyar hava ikki ráð til at vera ov lítið fevnandi. Vit mugu leggja okkum eftir at taka serliga væl ímóti tí nýggja, bæði útlendskum gestum og teimum ungu, sum koma heim eftir loknað útbúgving uttanlanda, sigur Gunnvá Zachariasen, yrkisleikari Eftir sjey og eitt hálvt ár heima í Føroyum, er yrkisleikarin, Gunnvá Zachariasen, flutt aftur til Danmarkar. Hon varð liðug við sjónleikaraútbúgvingina í 2000, og í 2005 flutti hon heim til Føroya. Øll árini, ið Gunnvá búði niðri, spældi hon javnan í Føroyum. Hon fekk at vita, at hon ikki skuldi vænta, at tað var nokk av arbeiði í Føroyum, men henni longdist so illa eftir familjuni, at hon gjørdi av at flyta kortini. – Eg var til reiðar at liva av at arbeiða sum hjálparfólk í barnagarði, tí eg hevði fingið greið tekin um, at tað bar ikki til at liva av at spæla sjónleik í Føroyum. Uppgávurnar vóru ov fáar, og tað er ov lítið til hvønn, sigur Gunnvá Zachariasen. Heimkomin gekk tó betri enn væntað at finna arbeiði. Tjóðpallurin var júst settur á stovn, og har fekk hon fleiri uppgávur. Í 2006 stovnaði Gunnvá sjónleikarabólkin, Tvazz. – Eg havi altíð gjarna viljað gjørt mítt egna, tí stovnaði eg Tvazz, og har havi eg so havt møguleika fyri at gera fleiri verkætlanir sjálv, greiðir Gunnvá frá. Við Tvazz hevur hon millum annað sett upp »Tey óndu«, »Køksdrotningarnar«, »Fundamentalisturin« og »4:48 Psykosa«. Aðrar uppgávur eru komnar frá Tjóð­ pallinum, men tað er avmarkað, hvussu nógvur peningur er at arbeiða við og kappingin um størvini er beinhørð. – Í Føroyum verða játtaðar 450.000 krónur árliga til yrkisleiklist, tað vil siga, verkætlanir, sum fólk kunnu søkja. Tað svarar til ein monolog um árið. Tað kostar umleið 900.000 krónur at seta ein leik upp við trimum leikarum, um øll, sum luttaka, skulu hava løn, sigur Gunnvá Zachariasen. Tjóðpallurin fær 5,1 mió og áhugaleikur fær 750.000 krónur á fíggjarlógini. Serliga fáir leiklutir eru til kvinnur, tí flestu leiklutir verða skrivaðir til menn, og tí kann tað vera serliga svangligt hjá kvinnuligum sjónleikarum. Lítið sjónleikaraumhvørvi Tá Gunnvá gjørdi av at flyta niður aftur var tað millum annað tí hennara lív broyttist nógv. Hon gjørdist stakur uppihaldari og trongdi samstundis til nýggjan íblástur og avbjóðingar. – Við hvørt treingir tú til at síggja teg sjálva í øðrum samanhangi. Sum sjónleikari noyðist tú at menna teg alla tíðina, og sjónleikaraumhvørvið í Føroyum kann tykjast eittsindur lítið eftir eina tíð, sigur Gunnvá Zachariasen. Hon heldur, at tað kann vera einsligt at liva sum yrkisleikari í Føroyum. Tískil flutti hon aftur til Danmarkar í august í fjørð og fór undir eina útbúgving innan sam­skifti á lærda háskúlanum í Keyp­ manna­havn. Eftir eina tíð dróg sjónleikurin aftur, og tá hon fekk bjóðað ein leiklut í einum sjónleiki í Danmark, tók hon av. – Tað hevur verið fantastiskt at arbeiða við sjón­leiki í Danmark aftur. Mentanin er øðrvísi enn í Føroyum, og vit kundu lært nakað av dønum, heldur Gunnvá. – Eg havi arbeitt nógv í bæði Danmark og USA. Har eru fólk meira opin, gevandi og umfevnandi. Tað hevur nakað við okkara mentan at gera, og ofta halda føroyingar at ameri­kanarar eru yvirfladiskir, men eg upplivi tað sum ektaðan hita, og fólk eru øgiliga tilvitað um at vera inkluderandi, sigur Gunnvá. Hetta er av stórum týdningi í einum lítlum umhvørvi, tí nýggj fólk og professionel fólk kunnu lyfta støðið. Serliga tí Føroyar er so lítið, og sjónleikurin er so lítil í Føroyum, sigur Gunnvá. Hóast umstøðurnar er støðið í Føroyum høgt, tá tað kemur til sjónleik. – Vit hoyra ofta frá fólki, sum koma uttaní­ frá, at støðið í Føroyum er høgt, og tað er tað, men tað er øgiliga skjótt, at tú kanst lata teg aftur, sum um­hvørvi. Vit hava tørv á nýggjum íblástri og fólki við út­ búgving og øðrum hugsunarháttum og resursum. Vit hava ikki ráð til ikki at vera um­fevnandi, sigur Gunnvá Zachariasen. Mugu taka væl ímóti teimum nýggju – Eg havi altíð roynt at minna meg á at taka væl ímóti teimum, sum koma til Føroya. Tað er ótrúliga gevandi at kenna, at tú ert virðis­ mett, og at tað er brúk fyri tær. Kemur tú sum nýggjur leikari inn í sjónleikaraumhvørvið í Danmark verður tú møttur við einum »Sum tað er deiligt, at tú kemur her, vit treingja til nýggjan íblástur! Og vit hava ordiliga brúk fyri nýggjari orku« Tað gevur eina kenslu av, at tað er brúk fyri tær, og um sjónleikarar standa saman og loyva øðrum professionellum inn, verður úrslitið so nógv betri, og sjónleikurin verður sterkari, sigur Gunnvá Zachariasen. Hon heldur, at tað er fantastiskt at koma heim aftur um summarið at spæla og væntar eisini, at hon flytir heim aftur ein dag. – Tað er nakað heilt serligt við at vera í Føroyum. Her er deiligt at arbeiða og serliga um summarið, tá so nógv ymiskt er í gongd, og nógv fólk eru heima, sigur Gunnvá. Hon hevur tó ongar vónir um at liva av sjón­ leik­inum hvørki í Føroyum ella í Danmark. – Eg havi altíð viljað havt eitt annað bein at standa á, so eg havi okkurt at detta aftur á, sigur Gunnvá. Tí fór hon at lesa »Kunst og Kulturformidling for børn og unge« og spælir stundum eisini sjónleik. Tað kann vera ringt at fáa tingini at hanga saman sum stakur uppihaldari, tá arbeiðstíðirnar fyri tað mesta eru um kvøldið. – Kanska eg fari at gera nakað av barna­ sjónleiki, sum kann gerast um dagin, tí eg havi eitt lítið barn, og tað hongur slett ikki saman, um eg skal vera úti hvørt kvøld, sigur Gunnvá. Umframt at lesa list og mentanarmiðlan hevur Gunnvá eisini tikið eina útbúgving sum vødda­mýkjari, og hevur sostatt fleiri út­búgvingar, hon kann taka til, um hon ikki kann liva av at arbeiða sum yrkisleikari. Vit mugu fevna tí nýggja Summar gesturin – Tað er skjótt, at eitt lítið samfelag letur seg aftur og gloymir at fevna tí nýggja. Men jú fleiri resursir eru her, jú sterkari verður fakið og umstøðurnar verða betri. Tí er tað av stórum týdningi at taka væl ímóti teimum, sum koma framvið, bæði útlendingum og føroyingum, sum búgva uttanlanda, sigur Gunnvá Zachariasen mynd: privat