hósdagur 10. juli 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hm-upptakt fótbóltur
Týskland hevur fýra
HM-sigrar ímóti Argentina
Síðani HM-endaspælið í Svøríki í 1958 hava Týskland og Argentina spælt seks dystir í HM-endaspølum
ímóti hvørjum øðrum. Í fýra førum hevur Týskland sigrað, og á einum sinni endaði javnt. Tann eini
argentinski sigurin varð tó HM-finalan í 1986. Týskland vann HM-finaluna í 1990, tá liðini møttust
á í finaluni aftur. Dysturin á Maracana leikvøllinum verður sostatt triðja finalan millum liðini
Heri Simonsen
Við at møtast í HM-finaluni
á triðja sinni skriva Týskland
og Argentina søgu. Hetta er
fyrstu ferð, at tvey lið møtast
í finaluni á triðja sinni. Brasil
og Italia møttust í HM-final
unum í 1970 og 1994, tá Brasil
sigraði í báðum førum.
Argentina og Týskland,
sum tá æt Vesturtýskland
møttust í HM-finalunum í
1986, og eisini í 1990. Týsk
land má sigast at hava yvir
tikið søguna hjá Vestur
týsklandi, og tað er eisini
viðurkent av fótbóltssøgu
frøðingum. Eysturtýskland
– ella DDR, sum tað eisini
varð nevnt vann seg bara í
eitt HM-endaspæl, og varð
tað júst í HM-endaspæl
inum, sum varð avgreitt í
Vesturtýsklandi í 1974.
DDR
gjørdi
annars
skreytir í øðrum ítróttar
greinum, men tíverri mang
an vegna doping, sum seinni
er avdúkað.
Fýra týskir sigrar
Áðrenn Argentina og Týsk
land møttust í HM-final
unum í 1986, og í 1990,
møttust liðini í HM-enda
spølunum í 1958, og í 1966. Tá
varð talan um dystir í bólka
spælinum.
Í HM-endaspølunum í
2006, og í 2010 møttust liðini
í fjórðingsfinaluni. Í hesum
fýra
dystunum
gjørdist
Týskland sigursharri í trim
um
dystum,
meðan
ein
endaði javnt. 8. juni í 1958
vann Vesturtýskland 3-1 á
Argentina í HM-endaspæl
inum í Svøríki. Hetta varð
á leikvøllinum í Malmø.
Liðini møttust aftur í HM-
endaspælinum í Onglandi
í 1966. Hetta varð 16. juli á
Villa Park í Birmingham. Tá
gjørdist talan um javnleik
0-0. Argentina tapti fjórð
ingsfinaluna
ímóti
Ong
landi, sum vann á Týsklandi
í finaluni, aftaná longda
leiktíð, og við einum ógvuliga
ivasomum máli.
Tá Týskland varð HM-
vertur í 2006 møttust liðini
aftur í fjórðingsfinaluni á
tí olympiska leikvøllinum í
Berlin. Hetta varð 30. juni í
2006. Aftaná vanliga leiktíð
stóð á jøvnum 1-1. Dysturin
fór til longda leiktíð og
umdyst, sum endaði við,
at Týskland vann enn eina
brotssparkskapping.
Stadionspeakarin
bleiv
uppsagdur,
tí
Argentina
klagaði um, at hann hevði
biðið fjøldina stuðla Týsk
landi í tí spennandi og tøttu
uppgerðini. Liðini møttust
aftur í fjórðingsfinaluni í
HM-endaspælinum
tann
3. juli í Suðurafrika í 2010.
Í Cape Town vann eitt væl
spælandi týskt lið heili 4-0
á Argentina. So sigast má, at
týskararnir hava hagtølini
við sær.
Ein finalusigur í part
Teir mest týdningarmiklu
dystirnir millum Argentina
og Týskland vóru tó HM-
finalurnar í 1986, og í 1990.
Finalan á Azteca leikvøll
inum í Meksiko býi við
114.000 áskoðarum tann 29.
juni í 1986 gjørdist ógvuliga
minnilig. Argentina vann
3-2, har týskararnir vístu
ógvuliga góðan stríðsvilja. Tá
55 minuttir vóru farnir varð
Argentina á odda 2-0, men
uppá seks minuttir, í 74. og
í 80. minutti vendu týskarar
dystinum
við
tveimum
málum, og javnaðu til 2-2.
Men
Argentina
hevði
ein ávísan Diego Maradona
á sínum liði, og við einum
genialum
uppleggi
varð
hann við til at spæla Jorge
Burruchaga leysan, og hesin
skoraði sigursmálið til 3-2 í
83. minutti.
Fýra ár seinni møttust
liðini aftur í HM-finaluni.
Hesaferð á tí olympiska leik
vøllinum í Róm í Italia. Talan
gjørdist um eina keðiliga
finalu, har týskarar tó vóru
frægari. Týskarar vunnu 1-0
við einum sigursmáli, sum
fall í 85. minutti. Talan varð
um eitt brotsspark, sum
Andreas Brehme setti í netið.
Roberto Sensini feldi Rudi
Völler í brotsteiginum, og
dómarin varð eirindaleysur,
og dømdi brotsspark.
Heimafólkið stuðlar
neyvan Argentina
Sunnukvøldið klokkan 20
føroyska tíð møtast liðini
á sætta sinni í einum HM-
endaspælsdysti, og á triðja
sinni í einari HM-finalu.
Um hugt verður eftir hálv
finalunum,
so
er
Týsk
land uttan iva favorittur,
men kanska Lionel Messi
vaknar, og gerst eins stórur
fyri heimlandið, sum Diego
Maradona.
Vinnur Argentina verður
tað uttan iva ein eyka stór
eyðmýking fyri vertslandið,
Brasil, sum tá kann stað
festa,
at
grannarnir,
og
argastu kappingarneytarnir
í Suðuramerika, Uruguay
og Argentina hava vunnið
HM-kappingarnar, sum eru
avgreiddar í Brasil í 1950, og
í 2014. Tí hava týskarar uttan
iva ein størri uppbakning á
Maracana leikvøllinum í Rio
de Janeiro, enn Argentina,
sjálvt um týskararnir góvu
Brasil ein lemjandi 7-1 ósigur.
Talan verður um tað
áttandu HM-finaluna hjá
Týsklandi,
sum
higartil
hevur vunnið tríggjar, og
tapt fýra HM-finalur. Talan
er um fjórðu HM-finaluna
hjá Argentina, sum hevur
vunnið tvær, og tapt eina
HM-finalu.
Diego Maradona í finaluni ímóti Týsklandi í 1986