Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur vestanstevnuróður kappróður upptakt Næstsíðsta stevna í hesum róðrarári er Vestanstevna, sum í ár verður hildin í Miðvági. Tað sermerkta við hesari stevnuni er, at fleiri FM-vinnarar óivað verða kosnir leygardagin Marita á Rógvi Í mun til Jóansøku, borð­ reiddi fjarðastevna í Vest­ manna ikki við sama spenn­ ingi, sum vit sóu í Vági. Hin­vegin staðfestu fleiri mann­ingar, at tær veruliga eru eina­ráðndi. Í fimmannaførum við dreingjum lat Fípan Fagra onga iva vera um, at teir eru skjóasta manning á vánni. Við einari bátslongd til Blik, sýndu dreingirnir úr Klaksvík styrki og gott róðrar­lag. Eins og Fípan Fagra vísti Kvívíkingur eisini í átta­manna­farsróðrinum, hvar skápið skuldi standa á heima­sjógvi. Somuleiðis vann Drekin Reyði enn eina­ ferð sann­førandi í tíggju­ manna­farsróðrinum. Tó eru glottar at hóma, tí Vest­ menn­ingur var bert fýra sekund frá Drekanum Reyða. Sama gongd var í fimm- og seksmannafarsróðrarnar við kvinnum. Vinnandi mann­ ingarnar róðu enn einaferð sera sannførandi. Bæði Erla Kongsdóttir og Jarnbardur vunnu við ávíkavist 7 og 3 sekundum. Tað er spell, at hesar manningar ikki kappast í sama bólki. Tað er óivað tann dystur, ið flestu kappróðraráhugað bíða eftir, tí manningin á Erlu Kongs­ dóttir kann utta iva geva Jarn­bardi ta kapping, hann ikki hevur fingið seinastu tvey róðrarárini. Somuleiðis kann Jarnbardur geva Erlu Kongsdóttir harðari kapping, enn hon hevur fingið sein­ astu tvey róðrarárini. Mest spennandi róðrar­ nir á fjarðastevnu vóru fim­ mannafarsróðrin við gentum og seksmannafarsróðurin við monnum. Við einum fram­úr endaspurti megnaði Silja úr Fuglafirði at taka Fípuna Føgru, sum annars var greitt á odda allan róð­ ur­in. Somu­leiðis fekk Páll Fangi stavnin fram um í enda­spurt­inum, hóast heili fimm bátar kappaðust um gull­krónurnar. Tveir framúr róðrar við spenningi í hásæti. Við hesum úrslitum kunnu fleiri FM-vinnarar tískil longu finnast á Vestan­ stevnu í Miðvági. Vestanstevna 5. MF gentur: Aftur hesuferð kunnu vit vænta okkum ein sera spennandi róður. Silja hevur vunnið seinastu tveir róðrarnar, men Fípan Fagra er av álvara vaknað aftur. Silja, Fípan Fagra, Drekin og Jallurin liggja allir framvið gullinum. Hvør eigur besta endaspurtin hesuferð? 5. MF dreingir: Fípan Fagra liggur best fyri at vinna Vestanstevnu við teirri styrki, teir sýndu á Fjarðastevnu. Spurningurin er, um Blikur kann finna stevið aftur? 5. MF kvinnur: Erla Kongsdóttir kann longu gerast Føroyameistari leygar­dagin. Tað er óhugs­ andi, at nakar tekur Erlu Kongs­dóttir í ár. Spennandi verður hinvegin, hvørt Sílið kann arga Teistan og Hav­ frúnna. 6. MF kvinnur: Jarnbardur kann eisini gerast Føroyameistari á Vest­an­stevnu, og tað er sera sann­líkt, at hetta verður veru­leiki. Hugsandi er eisini, at Páll Fangi kann rógva seg fram til eitt annað pláss. 6. MF menn: Fimm bátar kunnu vinna hendan róðurin – Páll Fangi, Hvess­ingur, Tvørabáturin, Jarn­bardur og Rádni. Hvør rakar dagin í Miðvági? Hesin róðurin verður uttan iva spenn­andi. 8. MF: Tað verður trupult at taka Kvívíking, ið sýndi megi og orku á Fjarðastevnu. Men munurin millum Kví­vík­ ing og Knørr var bert tvey sekund, og trý sekund vóru niður til Miðving á triðja plássi. Kann Knørrur finna góða róðurin frá Jóan­søku fram aftur? Heldur Mið­ vingur áfram við at gerast betur og betur? 10. MF: Við fullari stigatalvu kann Drekin Reyði eisini gerast Føroyameistari leygardagin. Spennandi verður at síggaja, um Vestmenningur av álvara kann hótta Drekan Reyða, ella hvørt Drekin Reyði sýnir, at eingin bátar sleppur at nærkast reyða snarljósinum. post@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen