Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Teitur Matras Gestsson Var størsta partin av dystinum arbeiðsleysur og fekk einki gjørt við málini hjá Lincoln FC. 4 René Joensen Favoritt positiónin er á høgra bakki og hann kom væl frá uppgávuni. Kom væl fram við fleiri ferðir og átti uppleggið til 4-2 málið hjá Levi Hanssen. 3 Jóhan Troest Davidsen HB verjan hevði fult tamarhald á mótstøðuliðnum størsta partin av dystinum. Tað var tó ein løta í seinna hálvleiki at gestirnir trýstu eitt sindur, men Jóhan vardi væl fyri. 3 Rógvi Holm Hevði gott tamarhald á í HB verjuni størsta partin av dystinum. Tað var eina løtu at gestirnir trýstu eitt sindur, men annars var verjan mestsum arbeiðsleys. 3 Alex José dos Santos Er ein eyka hóttan til álopsspælið hjá HB við sínum teknisku dygdum. Var tó undir trýsti eitt skifti í seinna hálvleiki. 4 Tróndur Jensen Var leikarin, ið helt liðnum í javnvág og skoraði eitt frálíkt mál. Eftir útskiftingina av Tróndi Jensen var HB í trupulleikum eina løtu, men liðið fótaði sær aftur. 5 Fróði Benjaminsen Dagsins leikari á HB liðnum. Gekk á odda gjøgnum allan dystin og punkteraði dystin við einum góðum málið, tá 3 minuttir vóru eftir. 3 Heini Vatnsdal Er ikki tann sami leikarin, ið hann var eitt skifti í fjør, tá hann var profilurin á HB liðnum saman við Fróða Benjaminsen. Men hann stríddist væl og fylti nógv á miðvøllinum 5 Levi Hanssen Skoraði 2 mál og var við í nógvum, tá HB var í álopi. Er altíð góður í altjóða dystum og dysturin týskvøldið var einki undantak. 3 Kristin Mouritsen Var við í nógvum HB álopum í fyrra hálvleiki. Arbeiddi væl gjøgnum allan dystin og er altíð ein hóttan við einum ótroyttiligum rennikapasiteti. 4 Jóan Símun Edmundsson Er nýggjur á liðnum og skal venja seg við mynstrini á HB liðnum. Í fyrra hálvleiki leikti Jóan Símun framúr væl, tá hann skoraði eitt og legði upp til eitt. Støðið fall tó eitt vet í seinna hálvleiki. 3 Andrew av Fløtum Kom inn og royndi allatíð at vera við í spælinum. Kom tó inn í einum keðiligum tíðspunkti, tí gestirnir høvdu akkurát minka um munin, tá Andrew kom inn. Ein týdningarmikil leikari á HB liðnum, men tað sæst at Andrew hevur verið skaddur í eina tíð. spælarameting André Olsen - Tórsvøllur Týskvøldið spældi HB seinna undankappingardystin í fyrstu rundu móti Lincoln FC úr Gibraltar. Fyrri dystur­ in millum liðini endaði við 1-1 javnleiki á Gibraltar, so vónirnar í HB leguni vóru góðar undan dystinum. Fyrstu løtuna bendi tó nógv á, at HB skuldi fáa ein truplan dyst, tí leikararnir hjá HB tóktust spentir og tí tóktist spælið heldur fjáltur­ stungið. Tað vóru eisini gestir­nir úr Lincoln FC, ið høvdu fyrsta møguleikan í dyst­inum, tá teir fangaðu eina verjuvillu hjá HB. Skotið hjá Lincoln FC fór tó framvið málinum. Frálíkt HB spæl Men tá eini 10 minuttir vóru leiktir av dystinum, kom glið á HB spælið. HB legði seg eisini á odda, longu tá 11 minuttir vóru leiktir. HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen fangaði ein bólt á miðjum vølli og so gekk skjótt. Hann fann Jóan Símun Edmundsson, ið vendi sær og bíðaði til hann fann ein púra leysan Levi Hanssen, ið legði HB á odda 1-0. Eftir 1-0 málið var HB í fleiri førum nær við at økja um munin eftir innlegg. Tá 25 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað HB at økja um leiðsluna. Miðvallarleikarin Tróndur Jensen tók eina renning frá miðjum vølli. Við framúr avlevering fann HB liðskiparin Fróði Benjaminsen, liðfelagan Trónd Jensen, ið tamdi bóltin við bringuni, fyri síðani at smekka bóltin í yvir­leggjaran og inn. Eitt frálíka vakurt mál. 10 minuttir seinni fekk HB aftur mál. Nýggi HB áleyparin, Jóan Símun Edmundsson varð við langari sending spældur leysur móti mál­verjanum hjá Lincoln FC. Jóan Símun fintaði fram­við málverjanum, fyri síðani at leggja bóltin í eitt tómt mál. 3-0 og Jóan Símun Edmundsson hevði skorað sítt fyrsta mál í HB troyggjuni. Eftir 3-0 málið dusaðu HB leikararnir sær á vøll­ inum. Teir fingu tíð og pláss og misnýttu eisini risa møgu­leikar. Jóhan Troest Davidsen og Fróði Benjaminsen høvdu teir størstu møgu­leikarnar, men tað var 3-0, tá farið var til hálv­leiks og tað var ikki eitt mál ov lítið. Mótstøðuliðið Lincoln FC, líktist í fyrra hálv­leiki einum liðið, ið hevði fingið trupulleikar av yvir­ liva í Effo-deildini. Á sovipútuni í hálvan tíma Eftir avrikinum í fyrra hálv­ leiki at døma, væntaði man at HB kundi vinna ein stórsigur í seinna hálvleiki, men so var ikki. HB leikararnir gjørdu í byrjanini av seinna hálvleiki nógvar óneyðugar feilir, meðan gestirnir úr Lincoln FC harafturímóti sóu út til at hava fingið ein uppsang frá venjaranum í hálvleikinum. Tí eydnaðist tað Lincoln at minka um munin, longu tá 50 minuttir vóru leiktir. Eftir innlegg úr vinstru síðu stóð George Cabrera leysur og hann setti lív í vónina aftur hjá útiliðnum. Lincoln FC hevði fleiri møguleikar at fáa mál hesa løtuna. Millum annað raktu teir stongina einaferð. HB hevði eisini møgu­ leikar at økja um munin. Levi Hanssen var einsamallur við málverjanum, tá 74 minuttir vóru leiktir, men hann skeyt framvið málinum. Lincoln FC skapti veru­ Týskvøldið leikti HB seg fyri fyrstu ferð nakrantíð víðari úr fyrstu rundu av Champions League undankappingini, tá teir vunnu 5-2 á Lincoln Red Imps. HB skal í komandi rundu møta serbiskum risa á fyrsta sinni 1 til 6 (3-0) 5-2 1-0 Levi Hanssen, 11. 2-0 Tróndur Jensen, 25. 3-0 Jóan Símun Edmundsson, 34. 3-1 George Cabrera, 50. 3-2 John Paul Duarte, 77. 4-2 Levi Hanssen, 81. 5-2 Fróði Benjaminsen, 88. Dómari: Vadims Diktorenko (Litava) HB víðari Levi økti um metið Í seinastu viku gjørdist Levi Hanssen føroyskur toppskjútti í Evropa við umboðan fyri føroysk feløg. Við tveimum málum í dystinum, økti Levi Hanssen um metið. Levi Hanssen hevur nú skotið 8 mál í evropeiskum fótbólti fyri føroysk feløg. 6 av teimum eru skotin í Champions League, meðan 2 eru skotin í Europa League. Levi Hanssen hevur skotið evropeisku málini fyri EB/Streym og HB.