hósdagur 10. juli 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Enn eitt føroyskt felag víðari í
Champions League. Annað árið
á rað hevur eitt føroyskt felag
spælt seg víðari í Champions
League kappingini. Í fjør var
tað EB/Streymur og í ár var
tað HB. Hetta sigur okkum,
at føroyskur fótbóltur hevur
flutt seg tann rætta vegin.
Byrjanin hjá HB í seinna hálvleiki.
HB kom undir stórt trýst móti
Lincoln FC í seinna hálvleiki. Tað
er tað ikki pláss fyri í komandi
rundu, tá HB skal møta serbisku
meistarunum úr Partizan Beograd.
Vónandi lærir HB hópurin av
løtuni fyrst í seinna hálvleiki.
HB er við sigrinum móti Lincoln FC, tað triðja føroyska felagið til
at spæla víðari úr fyrstu undankappingarrundu av Champions
League. B36 var tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, tá teir í 2006
slerdu maltesiska liðið FC Birkirkara úr kappingini. EB/Streymur
var í fjør tað næsta, tá teir vunnu móti FC Lusitanos úr Andorra.
ligan spenning í dystin, tá
76 minuttir vóru farnir.
Tá skoraðu teir til 3-2 eftir
hornaspark.
Maðurin,
ið
skoraði málið fyri Lincoln FC
æt John Paul Duarte.
Góður HB endi
3-2 málið hevði við sær, at ein
ávísur ótryggleiki kom mill
um áskoðararnar á Tórsvølli,
tí HB avrikið fyrra partin av
seinna hálvleiki var ikki góð
kent.
Men 10 minuttir fyri tíð,
eydnaðist tað HB at økja
aftur. René Joensen slapp
væl í gjøgnum í høgru síðu
og átti uppleggið, tá Levi
Hanssen enn einaferð skor
aði í Evropa. Nú var støðan
4-2 og nú fór luftin úr
ballónini hjá útiliðnum.
Móti endanum av dyst
inum fann HB sama spæl
fram sum í fyrra hálvleiki
og
tað
eydnaðist
eisini
HB at vinna dystin 5-2.
Maðurin, ið skoraði til 5-2
var sjálvandi HB liðskiparin
Fróði
Benjaminsen,
sum
eftir góðari renning frá
miðvøllinum
gjørdist
leysur og einsamallur við
málverjanum
var
hann
ósvikaliga tryggur.
Sigurin ber við sær, at
HB í komandi rundu skal
spæla móti serbiska liðnum
Partizan Beograd. Fyrri dyst
urin verður leiktur í Serbia
longu mánakvøldið
andre@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
HB Teitur Matras Gestsson – René Joensen (Jógvan
Rói Davidsen, 90.), Rógvi Holm, Johan Troest
Davidsen, Alex José dos Santos – Levi Hanssen,
Tróndur Jensen (Andrew av Fløtum, 58 ■), Heini
Vatnsdal ■, Kristin Mouritsen (Pál Mohr Joensen, 90)
– Jóan Símun Edmundsson ■, Fróði Benjaminsen
Lincoln Red Imps Jordan Perez – Kyle Casciaro
(Lee Casciaro, 46.), Ryan Casciaro, Brian Perez ■,
Roy Chipolina (liðskipari) – Aaron Payas (Robert
Guiling, 86.), Liam Clarke, George Cabrera,
Alain Pons (John Paul Duarte, 68.),
Joseph Chipolina – Jean Carlos Garcia
Nakað av tí besta
vit hava spælt
Enn eitt met til Levi
Tað segði HB venjarin, Heðin
Askham, eftir 5-2 sigurin á
Lincoln FC týskvøldið.
HB vann týskvøldið 5-2
móti Lincoln FC á Tórsvølli.
Hóast HB var undir trýsti
eina løtu í seinna hálvleiki,
var talan tó um eitt gott
HB avrik og HB venjarin,
Heðin Askham var eisini væl
nøgdur við dystin.
– Vit hava spælt nakað
av tí besta, vit hava spælt í
ár. Tað sóu vit serliga í fyrra
hálvleiki. Vit komu eisini
væl út til seinna hálvleik,
men so brádliga koma teir
inn í dystin og ta løtuna
tykist
liðið
eitt
sindur
fjálturstungið. Sjálvt um vit
eru undir trýsti, skapa vit
tó allíkavæl møguleikar og
tá vit fáa málið til 4-2, hava
vit fult tamarhald á støðuni
aftur.
HB skal í aðru rundu møta
serbiska Partizan Beograd
og tí uppgávuna gleðir HB
venjarin, Heðin Askham seg
til.
– Eg eri spentur uppá upp
gávuna í Beograd. Vit vita at
teir spæla góðan, skjótan og
tekniskan fótbólt. Men vit
fara frískir inn til uppgávuna
og ætla at gera okkara allar
besta.
andre@sosialurin.fo
Tá Levi Hanssen í seinastu
viku skoraði fyri HB á
Gibraltar,
gjørdist
hann
samstundis eisini tann mest
skorandi føroyski leikarin
í evropeiskum fótbólti, við
umboðan
frá
føroyskum
feløgum. Levi Hanssen økti
um tað metið týskvøldið,
tá hann skeyt 2 mál í 5-2
sigrinum móti Lincoln FC.
Men tað var ikki tað ein
asta metið, ið Levi setti. Levi
Hanssen er nevnliga eisini
tann fyrsti leikarin nakran
tíð, ið hevur leikt seg víðari
í Champions League kapp
ingini tvey ár á rað, við
umboðan
frá
føroyskum
feløgum.
Levi spældi í fjør við EB/
Streymi, ið leikti seg víðari úr
fyrstu undanrundu og týs
kvøldið royndi Levi Hanssen
fyri aðru ferð uppá tvey ár
at koma víðari í Champions
League.
Tað er ein annar leikari, ið
er komin víðari tvær ferðir í
Champions League við um
boðan fyri føroysk feløg og
tað er HB liðskiparin, Fróði
Benjaminsen. Tað er tó ikki
talan um tvey ár á rað, tí
Fróði kom víðari við B36 í
2006, tá B36 slerdi maltesiska
liðið, FC Birkirkara úr kapp
ingini.
Levi Hanssen var annars
væl nøgdur við dystin móti
Lincoln FC.
– Tað kennist deiligt at
koma víðari. Vit høvdu ein
málsetning sum var at koma
víðari í Champions League
og hann hava vit í kvøld
nátt.
Og Levi sær eisini fram
til dystin móti Partizan
Beograd í komandi viku.
– Vit skulu bara gera tað
so gott sum møguligt. Vit
hava nátt okkara málsetn
ingi. Koma vit víðari, er tað
sjálvandi frálíkt, men tað
verður torført. Vit fara í
øllum førum at gera okkara
besta.
Levi Hanssen kom við
sínum báðum málum týs
kvøldið uppá 8 mál í evro
peiskum fótbólti. 6 av teim
um eru skotin í Champions
League og 2 í Europa League.