mánadagur 14. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
krabbamein
Eg vil
elska
løtuna
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er týsdagur 8. juli, og
Sædis Eilifsdóttir bíðar. Hon
hevur verið til PET-scanning
á Ríkissjúkrahúsinum og
bíðar eftir svarinum. Løtan
tykist óendaliga drúgv.
– Tað var sera ringt at
bíða. Men hesar minuttirnar
gjørdi eg upp við meg sjálva,
at skuldi eg hava eina viðgerð
afturat, so var tað okay. Eg
var til reiðar at taka eitt tørn
afturat.
Sædis Eilifsdóttir greiðir
frá, at drúgva kemoviðgerðin
var ikki hennara fíggindi,
men hennara vinur í bardag
anum móti sjúkuni. Tað er
soleiðis, hon hevur valt at
síggja veruleikan.
– Eg trúi ikki mínum egnu
oyrum, tá eg so fekk svarið.
Segði hon tað? Segði hon
veruliga tað?
– Jú mamma, hon segði
tað, ljóðaði svarið frá dóttr
ini, ið var komin við inn á
Ríkissjúkrahúsið
at
taka
ímóti svarinum frá lækn
anum.
Einki er eftir av sjúkuni.
Krabbameinsraktu kyknur
nar eru vekk.
Sædis Eilifsdóttir smílist,
meðan
hon
greiðir
frá.
Hon er frísk. Kann seta eitt
punktum fyri farna árið, ið
enn einaferð kollvelti hugna
liga heimið í nýggja býling
inum ovarlaga í Syðrugøtu.
Sjálvsama vakri urtagarð
urin stendur í fagrasta blóma
og setir ein nærum ævintýr
kendan dám yvir húsini.
– Urtagarðurin hevur ver
ið terapi fyri meg. Eg havi
tosað nógv við blómurnar,
sigur Sædis flennandi, áðr
enn álvarin merkist aftur í
røddini:
– Tað er Páll fyri at takka.
Hann byrjaði alt hetta við
urtagarðinum.
Boðini
Sædis Eilifsdóttir hevði havt
ilt í búkinum í einar tvær til
tríggjar vikur, tá hon í fjør
summar fór til læknan.
– Eg minnist, at eg var
eitt sindur streng við lækn
an, bað hann kanna meg
ordiliga, tí eg var jú einsa
mællur forsyrgjari. Seinni
havi eg ofta hugsað um, hví
eg reageraði soleiðis, greiðir
Sædis frá.
Kommunulæknin
tók
hana uppá orðið, og síðani
gingu aftur tvær til tríggjar
vikur, áðrenn Sædis fekk boð
frá Landssjúkrahúsinum um
at koma til kanningar.
– Tá var pínan í búkinum
burtur, og eg ætlaði tí at
avlýsa. Men døturnar søgdu
at eg skuldi fara. Gud viti,
hvat hevði hent, um eg slapp
at ráða og tí hevði avlýst.
6. september í fjør fekk
Sædis
Eilifsdóttir
boðini.
Kanningin á Landssjúkra
húsinum staðfesti krabba
mein í búkholuni.
– Sama dag ringdi beiggi
mín fyri at fortelja, at nú var
gravsteinurin hjá Páll komin
og settur upp í kirkjugarð
inum. Hann spurdi, um vit
ikki skuldu fara ein túr á
grøvina.
Páll Jacobsen andaðist 8.
februar í 2011, einans 58 ára
gamal. Hann fór á sjúkra
húsið leygardag, og mána
dagin eftir var hann farin.
Læknarnir staðfestu, at hann
var deyður av meningitis.
– Gravsteinurin er eitt
hjarta. Henda dagin í kirkju
garðinum hugsaði eg, um har
nú mundi fara at koma eitt
hjarta afturat skjótt. Heim
afturkomin fóru døturnar
at kóka spaghetti og gera
døgurða, óvitandi um støð
una. Og har gekk eg við mín
um krabba.
Sædis Eilifsdóttir segði
einki um boðini, ið hon hevði
fingið. Mamman skuldi vera
tann fyrsta, ið hon tosaði við.
– Tað fyrsta, ið eg hugs
aði, var mamma. Eg bleiv
brádliga lítil aftur, og hugs
aði at eg mátti siga tað við
mammu, sum jú er ein eldri
kona. Mamma stóð úti í urta
garðinum hjá sær, tá eg kom.
Eg gloymi ongantíð hennara
reaktión. Hon stóð har púra
rólig og segði við meg, at
hatta klárar tú, Sædis. Eg
hevði
ikki
væntað
hasa
reaktiónina. Men tá byrjaði
mín kampur. Eg skuldi klára
tað.
Sædis Eilifsdóttir steðgar
á eitt bil.
– Ein mamma hevur stór
an týdning. Tá mamma sigur,
at eg klári tað, so klári eg tað.
Eg bað mammu biðja fyri
mær. Hugsaði, at mammusa
bønir heilt víst vóru skjótari
hoyrdar enn mínar. Tað
kendist, sum bønin var tað
einasta, ið eg hevði at halda
meg til.
Mamman sendi Sædis
víðari. Bað hana fara yvir til
systir sína at fortelja, hvat
læknarnir høvdu sagt. Hon
so gjørdi.
Tað gingu tó fleiri dagar,
áðrenn Sædis fortaldi børn
unum um sjúkuna.
– Eg var bangin. Visti ikki,
hvussu eg skuldi siga tað. Eg
sat við somu kenslu, sum tá
eg skuldi fortelja teimum, at
pápi teirra var deyður. Eg var
tóm fyri orð.
Sædis brúkti ongantíð
orðið krabbamein, tá hon
loksins tók seg saman at for
telja yngstu døtrunum, at
hon var sjúk. Segði, at hon
var blivin sjúk í búkinum.
– Eg minnist, at Elinborg
spurdi meg. Mamma, hevur
tú kreft? Eg ræddist orðið,
og síðani hava vit bara brúkt
orðið krabbamein.
– Tað ringasta var at fortelja børnunum, at mamma hevði fingið
krabbamein. Tey høvdu jú mist pápan stutt frammanundan. Men eg eri
ikki ein diagnosa, eg eri eitt menniskja. Og eg vildi stríðast fyri at liva,
sigur 51 ára gamla Sædis Eilifsdóttir um sín bardaga móti krabbameini
Mynd: Privat