Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 krabbamein Reaktiónirnar vóru tær somu, sum tá tungu boð­ini um pápan vórðu borin, bara hálvttriðja ár framman­ undan. – Tað vóru somu, heitu tárini, ið runnu. Sama tigandi tøgnin. Somu kenslur, ið vit sótu við, greiðir Sædis frá. Elinborg og Elisabet Maria, fittu lítlasystrarnar í kenda sanginum hjá Eivør, eru í dag tvær vaksnar og vakrar ungar kvinnur á 17 og 19 ár, meðan songfuglurin sjálv langt síðani er flogin úr fjálga heiminum ovarlaga í Syðrugøtu. – Eivør var í Kanada, tá eg fekk boðini. Hon skuldi spæla Marilyn Monroe í einari kanadiskari opera, og var tí mitt í eini sera krevj­ andi uppgávu. Eg pakkaði boðini so væl inn, sum eg dugdi, og nevndi ongantíð orðið krabbamein. Eg haldi ikki, at hon rúmaði tey fyrr enn aftaná. Synirnir Erling og Magnus, ið Páll hevði við sær inn í lívið hjá Sædis, vóru bara tvey og trý ára gamlir, tá teir mistu mammu sína av krabba­meini. – Eg kláraði ikki at fortelja teimum tað. So eg skrivaði teimum boðini, soleiðis at teir kundu ringja til mín. Tað gekk ein løta, so ringdi tele­ fonin, greiðir Sædis frá. Nýggj byrjan Tað var ein lætti, tá boðini vórðu givin børnunum. – Tá fór eg víðari. Tá byrjaði eitt nýtt tíðarskeið, har eg segði við meg sjálva, at eg skuldi nokk koma út aftur hinumegin sjúkuna. Sædis Eilifsdóttir setti seg í samband við Krabba­ meinsfelagið, sum veitti henni stuðul og ráðgeving. Og hon valdi at vera opin um sjúkuna. – Genturnar bóðu meg eisini um at skriva á Face­ book, at eg var vorðin sjúk. Tað vildi gera tað lættari og taka burtur gitingar. Sædis fylgdi ráðunum. Tá pápin doyði høvdu døturnar upplivað, hvussu trupult tað kann vera hjá fólki at kommunikera í slíkum støðum. Viðhvørt endaði tað bara í einum kiksaðum eygna­kasti. – Tað skulu ikki altíð so nógv orð til. Onkuntíð er eitt klemm nóg mikið. Um fólk ikki kenna støðuna, so er lætt at reagera skeivt, og sjálvur er man ótrúliga sár­ barur. Sædis valdi eisini at vera opin um sjúkuna á ar­beiðs­ plássinum, sum er skúlin í Eysturkommunu. Hon greiddi bæði starvs­feløg­ unum og næmingunum frá sjúkuni og tí kemoviðgerð, sum hon nú skuldi undir. – Eg minnist enn, at ein koyrdi fingurin upp og for­taldi, at abbin doyði av krabbameini. Ja, eg bleiv kløkk, men vit fingu loftað tí eisini. Vit grótu, vit greiddu frá og tosaðu um kann­ingar­ nar og kemo­viðgerðina. Tað er gott at kunna deilda støð­una, soleiðis sum hon nú eina­ferð er, bæði gleðina og sorgina, sigur Sædis smílandi. Hon undirvísir fjórða, fimta og sjeynda flokki, og hesir næmingar hava farna skúla­árið verið partur av hennara sjúku. Tey hava fylgt við og hava upplivað stríð­ið hjá sínum lærara móti krabba­meini. Sædis var burdur frá skúlanum tær sjey vikurnar, hon var til stráluviðgerð á Ríkissjúkra­ húsinum. Annars hevur hon ongantíð verið sjúkrameldað, men hinvegin hevur skúlin víst forstáilsi og vælvild. – Tað hevur avgjørt verið við til at halda mær uppi. Eg havi havt fólk rundan um meg alla tíðina og havi havt møguleika at halda fast í gerandisdagin. Tað eri eg æviga takksom fyri, greiðir Sædis frá. Kvinnan Kemoviðgerðin fer illa við kroppinum. Sjónlig broyt­ ing er hárið, sum ikki tolir við­gerðina og tí snøgt sagt dettur av. Sædis fekk tí bjóðað ein parykk. – Eg hevði tað ongantíð gott við parykkinum. Føldi at eg gekk sum ein grýla, sigur Sædis flennandi. Hon hevur tó virðing fyri teimum kvinnum, sum velja parykkin. Men sjálv gjørdi hon tvørturímóti eitt tilvitað val. Tann nýggja Sædis var ein Sædis við ongum hári. Hon spurdi yngstu døturnar, Elinborg og Elisabet Maria, um tær ikki skuldu fara at hugna sær eitt kvøldið. – Eg segði við tær, at nú vildi eg fáa tær at trimma mammu. Vit spældu tónleik hjá írsku Sinéad O’Connor, sum mær dámar so væl og heldur ikki hevur nakað hár, og eg sang við av lívsins kraft. Hetta kvøldið stendur eftir hjá mær sum ein sera góð løta. Vit hugnaðu okkum óført, og genturnar hildu meg vera nokkso kuula, legg­ ur Sædis skemtiliga afturat, áðrenn álvarin enn einaferð hómast í røddini: – Eg haldi, at hetta kvøldið vann eg á krabbameininum. Eg varð sannførd um, at krabb­in skuldi ikki vinna á mær. Eg fekk mær eitt nýtt look, byrjaði at hyggja eftir smartum turrikløðum og hvussu eg annars kundi pynta meg, greiðir Sædis frá. Hon hevur allatíðina tví­hildið um, at hon er ein kvinna, og hon vil síggja gott út. – Hvønn morgun havi eg pyntað og sjeinað meg upp, sjálvt um sjúkan gjørdi, at eg var einki pen. Eg veit ikki hví, men eg vildi bara vera nøgd og glað og síggja gott út. Eisini teir dagar, tá eg skuldi av sjúklingahotellinum yvir á Ríkissjúkrahúsið til strálu­viðgerð, gjørdi eg nógv burturúr mær sjálvari. Eg havi forkelað meg sjálva við fóta­massagu, við at gera negl og so framvegis. Eg vildi fáa tað kvinnuliga fram í mær, sjálvt um sjúkan var har. Eg eri jú eitt menniskja, ikki ein diagnosa, sigur Sædis smíl­ andi og heldur fram: – Eg vil vera glað og spreiða gleði, har eg eri. Grund­leggjandi haldi eg at man fær ta gleði aftur, sum man gevur av sær sjálvum. Sædis er greið yvir, at tað kann virka ógvusligt fyri mong at síggja seg ganga við ongum hári. Hon valdi tí at taka broddin av tí støðuni at kalla beinanvegin. Tað var í september í fjør, stutt eftir at alt hárið varð rakað av høvdinum á henni, at boð­að varð til stóran, felags for­eldra­fund. – Eg gjørdi av at fara, og eg vildi ikki hava nakað á høvdinum. Á tann hátt fingu fólk at síggja, hvussu støðan var og at so­ leiðis var eg nú. Eg vildi ikki fjala nakað. Familjan Sædis rættir hondina eftir einari lítlari, vakrari krukku, sum stendur í einum av vind­eygakørmunum í stovuni. Krukkan er prýdd við ljósareyðum og gulum blóm­um, umframt heklaðum bandi. Á einum lepa, klistraður á ternuta lokið, stendur »10 ting vit elska við tær.« Sædis skrúvar javnan lokið av krukkuni og lesur teir 10 leparnar í krukkuni. Ein lepi fyri hvørt tingið. – Tað kann illa lýsast við orðum, men vit hava fingið eitt serligt band, ið knýtir okkum saman. Tær hava uppliva at missa pápan, og so kom mín sjúka omaná. Sjúkan hevur knýtt børn­ ini uppaftur tættari at Sædis. Serliga yngstu døturnar, ið hava verið um hana alla tíðina. Tær hava fingið eina barlast við sær, víðari út í lívið, sigur Sædis og tekur fram dømi: – Tað ávirkar tær at síggja eina gentu skelda pápa sín. Tí hvussu kann man skelda ein pápa? Og tað ávirkar tær at síggja eina gentu í sjeynda flokki leiða pápa sín. Tað er ein vøkur mynd, ið ávirkar okkum allar. Vit siga ikki so nógv, men koyra kanska bara yvir og keypa okkum ein ís. Sjálv ásannar hon, at kenslan av órættvísi við­ hvørt spøkir. – Eg elskaði Páll meira enn nakað annað á jørð, og vit vóru ein perfekt familja, tá hann brádliga varð tikin Mynd: Álvur Haraldsen ...framhald