mánadagur 14. juli 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
frá okkum í 2011. Tá skuldi eg
vera mamma og pápi í senn,
og eg kempaði veruliga fyri
mínari familju. Og so skuldi
eg fáa krabbamein. Ja, tað er
órættvíst, og eg havi mangan
spurt Gud, hví tað skuldi vera
soleiðis, greiðir Sædis frá.
– Elinborg hevur valt at
syngja, og Elisabet Maria
málar. Tað eru teirra kanalir
at fáa kenslurnar út, og tað
haldi eg vera gott, sigur
Sædis rørd á málinum.
Saknurin eftir mannin og
pápan er stórur.
– Tað kann ljóða undarligt,
men eitt ella annað stað eri eg
glað fyri, at Páll ikki upplivdi
mína sjúku. Sum heilt ungur
misti hann sína táverandi
konu av krabbameini, og eg
veit, at mín sjúka hevði verið
trupul hjá honum at bera.
Men fyri genturnar hevði
tað sjálvandi verið betri, um
hann var her, sigur Sædis
hugsunarsom.
Minnini eru sterk, og
maðurin er enn ein stórur
partur av lívinum hjá Sædis.
– Vit høvdu tað so gott,
og eg elskaði hann so nógv.
Vit skuldu uppliva so nógv
saman, og ætlaðu at liva
saman, til vit blivu 100.
Hann var so stuttligur, og
framvegis flenni eg mangan
eftir honum, tá eg hugsi, hvat
hann hevði gjørt ella sagt í
onkrari støðu, sigur Sædis
og heldur fram:
– Nakrar vikur áðrenn
hann
doyði,
segði
hann
knappliga við meg: Sædis,
eg fari at doyggja áðrenn tú,
men tú fer at klára teg. Eg
havi mangan hugsað um hesi
orðini, og eg haldi eisini at
tey hava givið mær styrki og
vilja at kempa, sigur Sædis
Eilifsdóttir.
Liv nú
Sædis Eilifsdóttir fekk til
samans 15 stráluviðgerðir á
Ríkissjúkrahúsinum.
Eftir
hvørja viðgerð plagdi hon at
steðga á og keypa eina lekra
køku heim við á sjúklinga
hotellið.
– Eg hevði uppiborið tað.
Eg hevði uppiborið okkurt
gott, og tað bleiv so ein kaka.
Tey flentu mangan eftir
mær á sjúklingahotellinum,
tá eg kom dragsandi við hesi
køkuni. Men eftir 12 viðgerðir
byrjaði eg at taka uppá, so
køkan bleiv skift út vil frukt,
leggur hon flennandi afturat.
Fyri Sædis hevur tað havt
týdning at forkela seg sjálva.
At liva nú.
– Tað ljóðar kanska undar
ligt, men eg havi havt manga
samrøðuna við meg sjálva
hetta síðsta árið. Samrøður,
har tann sjúka Sædis hevur
tosað við tí frísku Sædis. Tá
sjúka Sædis tosaði um kemo
viðgerðir, so tosaði fríska
Sædis um ein góðan døgurða.
Tað snýr seg um at finna
tær smáu gleðirnar, ið viga
upp ímóti hørðu og truplu
støðuni, man er í.
Sædis Eilifsdóttir lýsir
seg sjálva at vera rættiliga
spontan. Og við einum smíli
viðgongur hon somuleiðis, at
tað kann til tíðir vera strævið
hjá nærumhvørvinum, tað
veri seg familja, vinfólk ella
arbeiðsplássið.
– Eg eri blivin nógv verri,
síðani
eg
fekk
staðfest
krabbamein. Einki kann bíða,
leggur hon flennandi afturat,
áðrenn álvari aftur kemur í
røddina.
– Páll gleddi seg til pen
sjónina, men fekk hana
ongantíð. Sjálv havi eg verið
so tætt uppá, at eg vil ikki
bíða longur. Eg skilji væl,
at alt skal hanga saman, og
at umhvørvið lætt verður
forvirrað av spontaniteti.
Eg dugi eisini at síggja míni
mistøk, ið standast av spon
tanitetinum, og dugi at biðja
um umbering fyri tað. Men
eg síggi eisini, at eg fái nakað
afturfyri alla tíðina. Eg haldi,
at vit gera alt ov lítið fyri at
liva her og nú, sigur Sædis
Eilifsdóttir.
Góðu boðini, ið hon fekk
á Ríkissjúkrahúsinum týs
dagin 8. juli, geva Sædis
møguleika at enda eitt hart
kapitul í lívinum.
– Eg havi enntá eina
mappu á telduni, sum eitur
»krabbamein«, og eg havi
tað gott við tí, sigur Sædis og
vísir fram mongu myndirnar
frá farna árinum.
Men samstundis er óttin
har framvegis.
– Eg eri frísk nú. Leys
av
Ríkissjúkrahúsinum,
men
skal
tó
framvegis
ganga til eftirlit á Lands
sjúkrahúsinum. Tað er ein
tryggleiki. Eitt akker móti
óttanum, sum kann koma
sníkjandi. Tí eingin er vardur
fyri lívið.
Sædis er tilvitað um, at
óttin skal ikki fáa fastatøkur
á gleðini. Eisini tí ætlar hon
at leita sær hjálp frá Krabba
meinsfelagnum.
– Eg vil bara liva og
spreiða gleði rundan um
meg, sigur Sædis Eilifsdóttir,
meðan smittandi smílið stað
festir, at so er.
jonbrian@sosialurin.fo
krabbamein
Farna árið, meðan Sædis Eilifsdóttir hevur
stríðst við krabbamein, hevur hon valt at festa
nakrar av sínum tonkum niður á blað. Við
hennara loyvi seta vit nøkur av orðunum
á prent:
”Alt er broytt, litirnir eru bjartari, fuglarnir syngja harðari, eg
elski meira, og einki eitur bíða”
”eg samli uppá løtur og upplivingar sum ongantíð áður”
”Grenja ætli eg mær ongantíð aftur, hóast tað regnar, er mjørki
ella vindur. Nei, elska elska elska, anda anda anda, fevn sólina,
fevn børnini, spreið gleði”
”Var niðri á G! kontórinum í dag. Mammasta, eg eri elskað av
mongum. Har runnu tár, fólk lupu um hálsin á mær. Ja, tað
kendist sum fyrsti dagur. Sum tá ein nýføðingur liggur í sínum
barnavogni og øll gleðast og vilja síggja vidundrið. Fødd av
nýggjum, ein nýggjan møguleika. Eg livi!!”
”Ein kvinna, sum sjálv hevur havt krabbamein, skrivaði til
mín í dag. Jesus pápi heldur fast í tínari hond, skrivaði hon.
Eg printaði tekstin út, og nú gevur hann tryggleika, har hann
hongur yvir songini”
”Sjálvandi havi eg mínar tungu løtur. Men eg dyrki tær ikki”
”Eg síggi hetta sum eitt tíðarskeið í mínum lívi, á sama hátt
sum onnur tíðarskeið í mínum lívi”
”Fokuserar tú uppá sjúkuna, so kemur lívið at handla um
sjúkuna. Fokuserar tú upp á gleðina og ljósið, so gerst tað
innihaldið í gerandisdegnum. Tí er so umráðandi at fokusera
uppá tað, sum ger teg glaða. Og halda fast, eisini tá tú ert í
kreppu”
”Eg hugsi ofta, at fólk kanska halda at eg eri dumm og naiv. Tí
hvussu kann man gleðast yvir lívið, tá alt ridlar? Men so hugsi
eg, at so leingi eg livi á hesi fold, so ætli eg mær at fokusera
uppá tað góða og gleðast. Líkamikið, hvat onnur halda”
”Gud, hetta kann ikki vera satt. Men tá eg fann útav, at tað var
satt, so lat eg meg í herklæðir og byrjaði bardagan. Í staðin
fyri at leggja meg at gráta, rætti eg ryggin og fór til handils at
keypa sminku og turrikløð”
”Knappliga er tað at gera matpakkar ein gáva. Eg vil sleppa
at gera matpakkaar og skriva smáar seðlar til genturnar.
Kærleiksbrøv. Eg elski teg brøv. Mamma er stolt av tær brøv.
Babba smílist brøv”
”Eg haldi, eg eri vøkur. Eisini nú hárið liggur á gólvinum”
”Tosaði við skúlan. Eg havi krabbamein, tit mugu hjálpa aftur.
Síðst eg tosaði við skúlan, máttu tey eisini hjálpa, tá var tað
pápin, sum var deyður. Also hvat sker? Várharra, come on!!”
Mynd: Privat
Mynd: Álvur Haraldsen