Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 4 Jákup Mikkelsen Stóð fyri góðum bjargingum og átti sín lut í, at ÍF helt málið reint. 3 Leivur Joensen Kom serliga í seinna hálvleiki væl fram við og hevði okkurt gott innlegg. Góðtikið avrik í verjupartinum. 3 Bartal Eliassen Las spælið væl og sterkur í luftbóltinum. Kom við tí, ein kundi vænta av honum. 3 Poul N. Mikkelsen Útmerkaði seg við at leggja væl upp fyri, tá ið MyPa kom í mótálop seint í dystinum. 2 Jan Ó. Ellingsgaard Hevði truplar arbeiðsumstøður yvir av óhugnaliga kvika Pyry Soiri, og kom at renna aftaná nakrar ferðir. 3 Ari Ellingsgaard Var javnan spælbarur, men ikki nógv gagnnýttur. Avbjóðandi, men har ikki meiri enn miðal. 3 Bogi R. Petersen Stúrdi ikki fyri at fáa og hava bóltin. Vendi spælinum væl nakrar ferðir. 3 Karl Løkin Stríðsviljin sum altíð til staðar og sendi fleiri góðar langar sendingar. 4 Høgni Zachariassen Umráðandi leiklut sum kropsliga sterki miðvallarin, ið tók dystin upp og var hinum yvirlegin. 3 Nenad Saric Tendraður frá dystarbyrjan og bjóðaði nógv av, men gassið fór ov skjótt úr ballónini. 3 Kristoffur Jakobsen Ikki lætt ímóti einum 2m-manni í finsku miðverjuni, men datt í seinna hálvleiki longri aftur at fáa bóltin, og tað riggaði betur. spælarameting Pætur Albinus - Tórsvøllur Veðurgudarnir løgdu eftir seg ársins besta dag, tá ið ÍF hóskvøldið í síðstu viku tók ímóti finska MyPa í Europa League. Fyrri dysturin ímillum liðini endaði við 1-0-sigri til MyPa, og var tað tískil greitt, at ÍF var tvungið fram á vøllin at skjóta mál. Tað skuldi tó vísa seg at vera ógvuliga trupult í einum dysti, sum var ógvuliga tak­ tiskur og darvaður av, at MyPa royndi at verja saman­ løgdu 1-0-leiðsluna frá fyrra dystinum. Lítið áhugavert Fyrri hálvleikur var í nógvar mátar lítið áhugaverdur at hyggja eftir. Talan var um ein taktiskan dyst, har venjar­arnir neyvan høvdu sett nógvar pílar frameftir vøll­inum á taktikk-talvuni und­an dystinum. Finska liðið var helst væl nøgt við saman­løgdu tepru leiðsluna, sum teir ætlaðu sær at verja, meðan ÍF ikki vildi brúka alt krútið alt fyri eitt. Bólturin var nógv í verju­ ketunum hjá báðum lið­ unum. Í álopsroyndunum kom bólturin sjáldan til fremstu menninar. Finska liðið spældi ógvuliga breitt og royndi at finna vong­ leik­ararnar – serliga tann ser­stak­liga kvika Pyry Soiri á høgra vongi, haðani hann javnan breyt ígjøgnum og sendi innlegg innfyri mál­ ið. Innlegg, sum Jákup Mikkelsen tó hevur sæð av betri góðsku, og sum hvørki hóttu hann ella ÍF-verjuna. Hálvur málmøguleiki Tað vóru samanumtikið ógvu­liga fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Tann størsta hjá ÍF átti Ari Ó. Ellingsgaard, sum staddur í høgru síðu rakk inn í vøllin og royndi kanón­ina. Bólturin streyk ein góðan metur framvið mál­inum, men royndin var so framd og var hetta eis­ ini í grundini frægasti mál­ møguleikin í fyrra hálvleiki. MyPa hevði hægri leik­ MyPa legði ikki nógv fyri at økja um 1-0-leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær í fyrsta dystinum. Teir vardu seg burturúr dystinum ímóti ÍF á Tórsvølli, og umvegis 0-0-javnleik sendu teir ÍF úr Europa League vardir úr Europa League 1 til 6 (0-0) 0-0 Dómari: Bosko Jovanetic (Serbia) Bogi Løkin aftur í ÍF Bogi A. Løkin, sum hevur 18 landsdystir á baki, hevur undirskrivað sáttmála við ÍF fyri restina av kappingarárinum. Hann spældi við ÍF í 2011 og 2012, men hevur síðani drigivst við álvarsaman skaða. Fuglfirðingar