Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 ítróttur fótbóltur 228 gjaldandi áskoðarar og útivið 400 samanlagt fylti ikki nógv, men ÍF- fjeppararnir skulu hava rós fyri at vera trúgvir, ídnir, reyttklæddir og mælskir allan dystin á tamb. Dystarhagtølini siga, at ÍF onga skotroynd hevði á málið, og tað var stór synd eftir at fleiri støður vóru til eitt nú langskot. Minsta krav er at royna. Sluppu undan Hvítarusslandi Um tað hevði eydnaðist ÍF at spælt seg víðari, hevði hvítarussiska stórfelagið, Dinamo Minsk, bíðað teimum. Heldur enn at fuglfirðingar fóru á hesa drúgvu ferð, verða tað nú yvirmenn teirra úr MyPa, sum sleppa at uppliva Hvítarussland. ferð enn ÍF. Tó settu teir ongan­tíð ÍF undir álvarsligt trýst, tí góðskan í flest øllum pørt­unum av spæli teirra mangl­aði. Nakrar vanda­ miklar frísparksstøður fingu teir tiltuskað sær, men hetta gjørdist ongantíð vanda­ mikið og fyrri hálvleikur end­aði málleysur. ÍF trýsti Í seinna hálvleiki vóru ÍF- leik­ararnir eyðsæð meiri tendraðir. Meiri tendraðir at spæla fótbólt. Kristoffur datt í fleiri støðum aftur á mið­vøllin at taka ímóti bólt­ inum, og fekk á tann hátt betri gagnnýtt kvikleikan við at venda sær og seta kós ímóti málinum. Seinni hálvleikur var fýra minuttir gamal, tá ið higartil størsti málmøguleikin í dyst­inum kom. Eftir frálíkt innlegg frá Leivi Joensen stóð Bogi R. Petersen púra leysur í málteiginum, men mál­maðurin var sum ein køttur og fekk órógvað Boga so­mikið, at stútarin fór við síðuna av málinum. Hesa løtuna legði ÍF eitt trýst á MyPa, sum endaði langt afturi á vøllinum og stóð í verjustøðu. ÍF royndi at mynstra seg ígjøgnum, men finnar stóðu seg væl í verju­partinum og gjørdu tað nærm­ast ómøguligt hjá ÍF at sleppa ígjøgnum. Manglaði tað síðsta Tá ið gott korter var eftir lat dysturin seg veruliga upp. ÍF flutti Bartal Eliassen longri fram á vøllin í eini roynd at leggja neyðuga trýstið á MyPa, men finnar ruddaðu fram­vegis væl burtur og tað lat dyrnar upp fyri skjót­ álop­unum, har teir í fleiri at­ løgum vóru ógvuliga vanda­ miklir. ÍF royndi seg mest við inn­ leggum, men hetta skeiklaði ikki MyPa. Serliga vóru hetta støður, sum Clayton Soares mangan hevur gagn­ nýtt, men hann var ikki við vegna skaða. ÍF royndi at finna svarini aðrastaðni, men tað var ikki at finna og MyPa vardi sigurin umvegis 0-0-javnleik. albinus@sosialurin.fo Myndir: Sigmar Mørkøre ÍF Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliassen ■, Poul N. Mikkelsen ■, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard ■ (80. Frank Poulsen) Bogi R. Petersen, Karl Løkin, Høgni Zachariassen, Nenad Saric – Kristoffur Jakobsen (88. Levi Jøkladal) MyPa Ville Iiskola – Antti Koskinen, Shutsa Nongotamba, Toumas Aho, Juha Pirinen – Pyry Soiri (77. Aleksi Ristola) Dema, Valeri Minkenen ■, Denis Abdulahi, Tommi Vesela (90. Atte Hoivala) – Ville Salmikivi (72. Leandro Motta) Clayton manglandi svarið Albert Ellefsen: Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF, segði seg eftir 0-0-dystin ímóti MyPa á Tórsvølli harm­ ast um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál og eftir 0-1-tap saman­lagt at rúka út úr Europa League. Hann heldur, at bæði liðini royndu, men tá ið hann varð spurdur um ein skaddur Clayton Soares var sakn­aður, viðgekk hann: – Ja, eg haldi at Clayton er eitt manglandi svar. Hinir í álopinum spældu ein góðan dyst, men um ein ikki er ein nattúrligur málskjútti, so er trupult at fáa mál í støðum sum í dag, segði hann. ÍF tapti sum kunnugt tep­urt 0-1 á útivølli og hevði tískil møguleikar at spæla seg víðari í seinna dyst­inum, um væl vildi til. Hann við­ gongur, at seinasti parturin av taktikkinum kanska lá eftir. Hann greiðir soleiðis frá um taktikkin í dystinum. – Tað var at halda tætt so leingi sum møguligt og trúgva upp á, at vit fingu eitt mál. Tað haldi eg vit gjørdu til UG – vit lótu øgiligt upp ímóti endanum, har vit royndu at oysa bóltar í feltið og skapa panikk. Vit fingu tó ikki bóltar­nar út í síðurnar og skapt tey vandamiklu inn­leggini. Kanska høvdu vit ikki fyri­reikað tann síðsta partin nóg væl, viðgongur Albert, sum eisini mátti ásanna, at MyPa ikki er eitt lætt mótstøðulið: – MyPa er eitt rættiliga sterkt lið. Tú kanst bara hyggja at venjaranum, sum hevur vunnið nógv meistara­ heiti við HJK Helsinki og hevur verið finskur lands­ liðs­venjari. Teir eru sjálvandi vónbrotnir av heimligu kapp­ingini, men hetta er eitt felag við stórum málum, sigur hann. ÍF hevur verið eitt av fýra føroyskum liðum, sum ikki hava havt ein ordi­ligan summasteðg, men hin­ vegin hevur havt evrope­ iskan fótbólt at taka sær av. Stundum er gott við ein­um steðgi, men Albert heldur, at teir hava gagnnýtt summarsteðgin væl. – Sum eg síggi okkara lið í løtuni, so haldi eg tað er ein fyrimunur at vit hava spælt. Vit hava tikið stór framstig seinasta mánaðin, og tað er gott fyri okkum. Vit fara í feriu nú í seks dagar, og so byrja vit aftur at venja, segði Albert Ellefsen at enda. albinus@sosialurin.fo