mánadagur 14. juli 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Rannvá G. Fossaberg
Hoppiband, dekk, kettlebells,
tog og vektstengur. Hetta eru
nøkur av amboðunum, ið
verða nýtt í ítróttargreinini
CrossFit. Somuleiðis vóru
hesi
amboðini
partur
av
summarkappingini
í
CrossFit, sum Tvørmegi, ið er
einasta góðkenda, føroyska
crossfitfelagið, skipaði fyri
leygardagin.
Kappingin fór fram í
venjingarhølunum í M.A.
Winthersgøtu í Havn, har
Tvørmegi heldur til. Byrjað
varð klokkan 10, og kappast
varð í trimum umførum ella
sokallaðum wods, og lut
takararnir fingu stig fyri
hvørt umfar. Í fyrsta og
næsta umfarinum fekk vinn
arin eitt stig, nummar tvey
tvey stig og so framvegis. Í
triðja og seinasta umfarinum
vórðu dupult stig givin, so
leiðis at nummar eitt fekk
tvey stig, nummar tvey fekk
fýra stig og so framvegis.
Tann, sum samanlagt hevði
fæst stig, vann kappingina.
Tólv menn og tríggjar
kvinnur luttóku í kappingini.
Seks menn komu í finaluna,
og í kvinnubólkinum komu
allar tríggjar í finaluna, av tí
at tað bert vóru tær tríggjar,
ið luttóku. Fleiri persónlig
met blivu sett á kappingar
degnum, og samanumtikið
eru
fyriskipararnir
væl
nøgdir við fyrstu almennu
kappingina í CrossFit.
– Nú er hetta fyrstu ferð,
at vit hava eina slíka al
menna kapping, og vit kunnu
ikki siga annað enn, at vit eru
væl nøgd við, at 15 fólk stilla
upp at kappast í CrossFit,
tí henda ítróttargreinin er
rættiliga nýggj í Føroyum,
sigur Snorri Patursson, ið
saman við Heina Hátún og
Marjun Persson eigur og
rekur Tvørmegi, sum lat upp
í apríl mánaði síðsta ár.
Sum heild gekk kappingin
væl, og eisini vóru fleiri
crossfit
bestu í
Crossfit
Funnu tey
Leygardagin skipaði Tvørmegi fyri tí fyrstu almennu kappingini í CrossFit í Føroyum. Tilsamans 15 fólk
luttóku, og tá samanumkom, vóru tað tey bæði Marjun Persson og Rói Agnarsson, ið stóðu seg best