mánadagur 14. juli 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Seinnapart fríggjadagin kundu teir
35 føroysku súkklararnir á Team
Rynkeby Føroyar liðnum loksins
súkkla um málstrikuna í franska
høvuðsstaðnum.
Túrurin,
sum
byrjaði í Klaksvík hósdagin 3. juli,
bleiv kanska ikki heilt soleiðis, sum
súkklararnir høvdu væntað, tí so
at siga allir teir 1200 kilometrarnir
vóru merktir av nógvum regni
og vindi. Harafturat fór næstan
ikki ein dagur framvið, har eingin
punktering var á skránni.
Hóast avbjóðingar á túrinum
kom føroyska súkkluliðið rætt
stundis til París, har øll tey 26 Team
Rynkeby liðini hittust.
Liðini súkklaðu saman inn til
miðbýin í París, har løgreglan koyr
di fremst. Tað setti av álvara sín
dám á býin, at yvir túsund súkklar
ar í gulum klæðum súkklaðu runt í
býnum. Súkklað var millum annað
framvið Eiffel torninum.
Á málstrikuni stóðu familjur og
kenningar við føroyskum fløggum
og veittraðu, tá føroysku súkkl
ararnir komu á mál. Fyrst um
málstrikuna var liðskiparin á lið
num, Alfred Hummeland, dagligi
leiðarin í Krabbameinsfelagnum
Jansy Gaardlykke og Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður og verji hjá
Krabbameinsfelagnum.
So kom løtan, tá føroysku súkkl
ararnir loksins kundu heilsa upp
á familju og vinfólk, sum høv
du bíðað í stórum spenningi. Tað
tóktist nærmast sum ein boðskap
ur, at sólin hesa løtuna vann sær
vegin fram í París.
Á hesum túrinum hevur før
oyska liðið fingið týdningarmiklar
royndir og hevur prógvað, at tað ber
væl til at hava eitt Team Rynkeby í
Føroyum. Tey flestu á liðnum hava
flutt mørk og klárað ein málsetning,
sum gjørdist torførari enn væntað.
Tað gjørdi eisini gleðina at koma
um málstrikuna upp aftur størri.
Túrurin hevur hilnast so mikið
væl, at longu nú er greitt, at Team
Rynkeby Føroyar heldur fram og
verður aftur næsta ár.
rannva@sosialurin.fo
Team Rynkeby Føroyar
Team Rynkeby
Føroyar kom á mál
Fríggjadagin í farnu viku kom Team Rynkeby Føroyar á mál í Paris eftir at hava súkklað umleið
1200 kilometrar. Hóast túrurin hevur verið merktur av nógvum regni, fleiri punkteringum, og
nakrir súkklarar eru dotnir, hava føroysku súkklararnir havt eina ógloymandi uppliving