Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 ítróttur Víkingur lagar varðar Formaðurin sær tað sum enn ein marknaðarsteinur, at tað aftur hesa ferð eydnaðist at vinna seg víðari í europeisku kappingini fótbóltur Jóannes Hansen Fótbóltslagið er gott í Eystur­ kommunu. Eftir at hava verið yvir Føroyum fríggjakvøldið, eydnaðist tað at Víkinga ferðalagnum at lenda leygar­ dagin. Seinnapartin skip­aði kommunan fyri mót­tøku at fagna Víkingi, sum hós­ kvøldið annað árið á rað megn­aði at spæla seg víðari úr fyrsta og í annað inn­ leiðandi umfarið í Europa liguni. Eftir 2-1 sigur á Svanga­ skarði næstsíðsta hóskvøld, eydnaðist tað hóskvøldið at greiða 1-1 á útivølli í Letlandi, har Daugava var vertur. Saman­taldi Víkinga sigurin var harvið 3-2, og Víkingur heldur fram í kappingini. Næsta takið verður ímóti Tromsø IL úr næst­ bestu norsku deildini. Fyrri dysturin verður á Svanga­ skarði nú hóskvøldið, og annað hóskvøld verður spælt í Tromsø. Víkingur gevur áhugað­um møguleika at vera við í ferðalagnum. Flogfar hjá Atlantsflog er leigað at ferga Víkinga ferðalagið aftur og fram. Farið verður týs­kvøldið í næstu viku, og lætt verður aftur úr Tromsø eftir miðnátt, tá ið dysturin verður liðugur hóskvøldið. Ferðatíðin er tveir og ein hálvan tíma. Víkinga søgan er ikki so long. Felagið luttók fyrstu ferð í landskappingini og steypa­kappingini í 2008. Tríggjar ferðir er tað eydnast at vinna steypakappingina, og felagið hevur kvalifiserað seg í august at vera partur av fjórðu finaluni. Í fjør var tað finska Inter Turku, sum Víkingur basti í fyrsta inn­ leið­andi umfarinum, og nú var tað letlendska Daugava. – Vit fegnast sjálvandi um, at tað eydnaðist aftur í ár. Mótstøðan verður ivaleyst størri, tá ið vit fáa vitjan av Tromsø IL, men vit ætla at leggja alt tað í, sum tað ber okkum til fyri at røkka upp­ aftur longri í kappingini, sigur Brandur Jacobsen, for­ maður í Víkingi. Tað verður ikki nógv frítíð hjá spælarunum, áðrenn tað á ólavsøku verður farið undir aftur landskappingina? – Nei. Men spælararar, venjarar og øll í felagnum eru sinnað at leggja tað í, sum tað ber okkum til. Vit kenna altjóða luttøkuna at vera ábyrgd fyri føroyskan fót­bólt, sum vit royna at lyfta, og tað gera vit bæði við gleði og spenningi, sigur Vikinga formaðurin. Brandur Jacobsen undir­ strikar, at hetta er kærkomið fyri alt felagið, og at altjóða lut­tøkan ikki skal taka nakað frá øðrum virksemi í felagnum: – Hesar dagarnar hava vit fokus á avbjóðingini ímóti Tromsø IL, sum stendur fyri framman. Hetta er nakað serligt, men vit eru tilvitað um, at tað er frá botninum av, at arbeitt hevur verið við at byggja felagið upp, og fyri tað um vit nú eru í al­ tjóða luttøku, so verður ikki minni dentur lagdur á ung­ dómsarbeiðið. Heldur er tað tvørturímóti. Hetta gevur teimum ungu blóð á tonna. Í gjár vandu víkingarnir í Sarpugerði. Allir spælararnir eru tøkir. Súni Olsen var ikki við í fyrsta innleiðandi um­ far­inum orsaka av skaða. Ætlanin er, at Súni skal vera partur av hópinum í næsta inn­leiðandi umfarinum. Avrikið í Letlandi Tað stóð nógv á, áðrenn Víkingur í Letlandi hevði spælt og strítt seg til at­ gongu­merkini til næsta inn­ leið­andi umfarið. Tá ið eitt korter var far­ið av 2. hálvleiki, legði heima­ liðið seg framum. So var saman­talda støðan 2-2, men tá ið Daugava Daugavpils hevði skorað á útivølli og Víkingur ikki hevði skorað á úti­vølli, var rætturin at halda fram koppaður heimaliðnum til fyri­munar. Víkingarnir góvust ikki. Teir vístu framúr hugburð og stríddust fyri europeiska lív­inum, sum hekk í kløn­um tráði. At nógvir av Víkinga spælarunum hava nógvar altjóða royndir sást væl. Heimamenninir brúktu nógva tíð í sam­bandi við av­greiðslu av deyð­bólts­ støðum, men tað órógvaði ikki víkingar­nar, sum vóru ógvuliga fokuseraðir. Á sama hátt sum í heima­ dystinum, so hevði Sigfríður Clementsen gjørt av undan útidystinum, at Andreas Lava Olsen ikki skuldi vera millum teir fyrstu ellivu. Lava maðurin varð í dyst­inum á Svangaskarði skiftur inn, og tá skoraði hann sigurs­málið. Á útivølli varð Andreas Lava Olsaen skiftur inn, tá ið tað restaðu seytjan min­ uttir, og aftur hesa ferð átti Andreas Lava Olsen av­ger­ andi leiklut. Hann skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tveir minuttir! Tølini siga, at Víkingur eisini á útivølli hevði fleiri royndir á málið enn mót­ støðu­liðið. Víkingur hevði átta royndir innanfyri mál­ karmin, og heimaliðið hevði fimm royndir. Víkingur hevði sjey royndir, sum fóru við síðuna av málinum, og heima­liðið hevði fimm royndir, sum fóru við síðuna av mál­inum. – Á heimavølli áttu vit at havt vunnið við trimum ella fýra málum í staðin fyri ein­um. Tá høvdu vit fleiri upplagdar málmøguleikar. Á útivølli var talan um nógv tættari og javnari uppgerð, og tað var hugaligt, at tað eydn­aðist at svara aftur, eftir at heimaliðið hevði lagt seg framum. Tað tænir spæl­ arunum og ikki minst venj­ aranum til stórt rós, heldur Brandur Jacobsen. Stórsigrar Tromsø IL er partur av kapp­ingini um at flyta upp úr næstbestu norsku deild­ ini. Í fyrsta innleiðandi um­ far­inum vann Tromsø 7-0 á útivølli og 6-1 á heimavølli ímóti estlendska Tartu Santos. Á heimasíðuni hjá felag­num verður sagt, at hetta er størsti samantaldi sigurin í europeisku kapp­ ing­unum, sum felagið hevur vunnið. Eina ferð hevur heima­ sigurin verið størri, enn hann var hóskvøldið. Tað var 2. juli í 1995 í Intertoto Cup. Tá varð spælt í bólkum, og í HB minnast tey ilt aftur á, at Tromsø IL vann 10-0 á HB. Norska ferðalagið kem­ur til Føroya í morgin, og fyrri dysturin verður á Svanga­ skarði hósdagin klokkan 19. Næstbesta norska deildin hevur hildið summarfrí síðani 22. juni. Sunnudagin skal Tromsø IL aftur spæla lands­kappingardyst. joannes@sosialurin.fo Daugava Daugavpils - Víkingur 1-1 (0-0) 1-0: Žatkins 60. 1-1: Andreas Lava Olsen 88. Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 3-2 Mynd: Sigmar Mørkøre