Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur André Olsen Týskland vann sunnukvøldið heimsmeistaraheiti fyri fyrstu ferð í 24 ár. Týskland vann finaluna móti Argen­ tina 1-0 eftir longda leiktíð, tí at vanligi dysturin endaði við mál­leysum javnleiki. Áðrenn dystin var greitt, at Argentina manglaði Real Madrid profilin Angel Di Maria, ið ikki gjørdist klárur til finaluna. Harafturat var Manchester City leikarin, Sergio Aguero á bonkinum frá byrjan. Aguero kom tó inn í hálvleikinum. Týski hópurin var nærum fullmannaður. Einasti leikari, ið ikki kundi spæla, var mið­ vallarin Sami Khedira, ið ann­ars leikti hálvfinaluna móti Brasil týskvøldið. Talan var um ein intensan og spennandi dyst, tí sjálvt um fá mál komu, mangl­ aðu tað ikki fáir mál­møgu­ leikar. Gjøgnum dystin hevði Argentina teir meira vanda­ miklu mál­møgu­leikar­nar og serliga í fyrra hálvleiki, átti ein leysur Gonzalo Higuain at lagt Argentina á odda 1-0. Argentina kom eisini á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men sami Gonzalo Higuain var tá rangstaddur. Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði Týskland ein risa møguleika, tá Benedikt Howedes slapp at standa leysur eftir hornaspark, men týski verjuleikarin skallaði bóltin á stongina. Seinni hálvleikur minti nógv um fyrra hálvleik. Tað var Týskland, ið var meira á bóltinum, meðan Argentina allatíð hótti uppá skjótálop. Lionel Messi var eisini um reppi at leggja Argentina á odda tíðliga í seinna hálv­ leiki, men skotið fór framvið málinum. Mario Gotze avgjørdi Einki mál kom tó í vanligu leik­tíðini og tí noyddist dyst­ urin út í longda leiktíð, fyri at avgerðin kundi finnast. Avgerðin varð eisini funn­ in, tá 113 minuttir vóru leiktir av dystinum. Við góðari renn­ing inn um verjuna hjá Argentina slapp Bayern Munchen leikarin, Mario Gotze til góða støðu og við góðari temjing og góðum vinstra­bein skotið, fekk hann lagt Týskland á odda 1-0. 1-0 var endaliga støðan og Týskland kann tí feira sítt fjórða heimsmeistaraheitið í fótbóltssøguni. Holland vann bronsu Leygarkvøldið leiktu Brasil og Holland bronsudyst. Holland vann dystin sann­ før­andi 3-0, eftir at hálv­leiks­ støðan var 2-0. Holland fekk eina dreyma byrjan, tí tað vóru bert 3 minuttir leiktir, tá Holland kom á odda 1-0. Robin Van Persie var málskjútti við brots­sparki. Tá 17 minuttir vóru leikti økti Holland um mun­in. Eftir innlegg úr høgru síðu skall­ aði brasilski verju­leik­arin David Luiz bóltin, fyri føtur­ nar á Daley Blind, ið smekk­ aði bóltin í málið og legði Holland á odda 2-0. Í yvirtíðini skoraði Holland til endaliga úrslitið 3-0. Tað var ungi miðvallarin Giorginio Wijnaldum, ið skor­aði tað triðja og seinasta málið hjá Hollandi. Týskland gjørdist sostatt heimsmeistari, Argentina vann silvur, Holland vann bronsu, meðan vertirnir úr Brasil, heldur skuffandi, máttu taka til takkar við ein­ um 4 plássi. Um 4 ár verður HM aftur og tá verður tað leikt í Russlandi. Týskland er heimsmeistari Við málið frá innskifta Mario Gotze í longdu leiktíðini, tryggjaði Týskland sær heimsmeistaraheitið seint sunnukvøldið fótbóltur