Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað skriva kommunurnar í tíðindaskrivi. Borgarstjórarnir í Vágum, Rósa Samuelsen og Sune Jac­ obsen,   førdu fram á fund­ inum, at  tey ynskja støð­ugt at betra um og økja heilsu­ tænasturnar til borg­ar­arnar í kommununum í Vágum, og somuleiðis at tryggja sær, at hetta verð­ur gjørt í samsvari við tær ætlanir, sum lands­ stýr­is­mað­ur­in hev­ur á økinum, og sum eru komn­ar til sjóndar í m.a. Heilsu­ný­ skip­anini.  Sambært Heilsu­ný­skip­ an­ina  skulu heilsudeplar set­ ast á stovn kring landið, har dentur   verður   lagdur á at veita og menna heilsu­fremj­ andi og sjúkra­fyri­byrgjandi til­boð, kanningar, veit­ingar og ráðgeving til borg­aran. Ætl­anin er, at stór­ur part­ ur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúk­ um og eldri skal kunna fara fram í heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fara at starvast viðkomandi heilsu­starvsfólk, t.d. komm­ unulæknar, sjúkra­røkt­ar­ frøð­ingar, heilsu­frøð­ingar, ko­st­frøð­ing­ar,  sálarfrøðingar, ergo­tera­peutar, fysio­tera­peut­ ar og ljósmøður.  Landsstýrismaðurin varð kunn­aður um virksemið, sum fer fram á Heilsumiðstøðini í Miðvági. Har starvast komm­unulæknar og onn­ur heilsustarvsfólk m.a. sjúkra­ røktar- og heilsu­frøð­ingur og ljósmóðir. Høl­is­við­ur­skift­ ini á Heilsu­mið­støð­ini eru sera góð. Tað ber væl til at innrætta hølini á ein slík­an hátt, at onnur heilsu­starvs­ fólk afturat kunnu hús­ast har. Serliga er ynski hjá kommununum at víðka um virksemið við at fáa fysio­ terapeut og øk­is­psyki­atri.   Semja varð um at tað er ein   fyrimunur at savna heilsu­starvsfólkini á einum stað, tí á henda hátt ber til at skapa faklig umhvørvi og fak­lig samstørv – bæði inn­ an egnar fakbólkar og tvør­ fak­ligt. Karsten Hansen kunn­ aði um ætlanina við Heilsu­ ný­skipanini. Tørvur er á nýggj­um loysnum til tess at kunna handfara ymsu av­ bjóð­ingarnar á m.a. heilsu­ øk­inum.   Somuleiðis kunn­ aði hann um ætl­an­irnar við játt­anini til øk­is­heilsu­tæn­ ast­ur. Borgarstjórarnir  í Vágum og landsstýrismaðurin samd­ ust um at arbeiða víð­ari við málinum um at betra um heilsutænasturnar í Vág­um. Kommunurnar og Heilsu­ málaráðið hava valt hvør sín kontaktpersón at taka sær av tí   ítøkiliga arb­eið­in­um. Katrin Gaard fyri Heilsu­ málaráðið og Sonja Klein fyri komm­unurnar í Vág­um.  Øktar og betri heilsutænastur til borgarar í Vágum Ferðavinnan í Suðuroy fær skrivstovu og nýtt starvsfólk – Vit eru væl vitandi um, at Suður­oyggin er rík av føroyskari søgu, vakr­ari og stórslidnari nátt­úru og ikki minst eitt skemt­ingarsamt fólka­slag ið vísir stóran blíðskap. Tað sigur Ferðavinnan í Suðuroy í tíðindaskrivi: – Ferðavinnan í oynni hevur nógv at bjóða ferðafólki, men utt­an betur samskipan fáa vit ikki givið gestunum eina upp­aftur betur uppliving, sig­ur Arni Nielsen formaður í Suð­uroyar Ferðavinnufelag. Við teimum krøvum, sum í dag eru innan ferðavinnu, mugu vit spenna okkum út. Í Suðuroynni mugu all­ar kommunur arbeiða sam­an og skipa eina felags markn­að­arføring av oynni undir ein­um. Um vit vilja hava fólk at síggja at hetta veruliga er ein vinna við møgulleikum mugu vit lyfta ferðavinnuna í oynni á eitt hægri støði. Bestu úr­ slitini røkka vit við at sam­starva, bæði inn­an­hýs­is og við ferða­vinnuna norð­an­fjørðs, sigur Arni Nielsen. Vit spenna bogan nú, og bjóða framtíðar ferðavinnuni væl­komnari, og hetta gera vit við at seta eitt starvsfólk aft­urat. Haraftur verður skriv­ stova opnað. Jana Jensen sum er útlærd frá Ferðaráð Før­oya í 2009, og tók B.A í Al­tjóða vinnusamskifti og markn­ að­arføring á Syddansk Uni­ver­s­itet í 2013, er sett í starv frá 1. Juli og eru hetta sera góð tíðindi fyri okkum øll sum ynskja tað besta fyri menn­ing­ina av ferðavinnuni í Suð­ur­oy, sigur Arni Nielsen. – Suðuroyggin er ein sonn perla í ferðavinnu høpi, og eg eri ótrúliga spent uppá hesa upp­gávuna. Tað er stórur áhugi fyri ferðavinnuni, og eg trúgvi, at við góðum sam­starvi kann ferðavinnan skjótt blóma í oynni, sigur Jana Jensen. – Vit eru nú farin undir at stinga út í kortið, hvønn veg leið­in skal ganga, og longu nú eru fleiri sera áhugaverd til­tøk og átøk fyri framman, sig­ur ein sera bjartskygtur Arni Nielsen at enda. G! Troyggjan 2014 Íblásturin til troyggjuna er úr ríku skipstroyggjumentanini í Gøtu. Høvuðsmynstrið, sum er Blásastovu mynstri úr Norða­gøtu, verður brotið av við einum borda, sum er speg­ilsmynd av Støðlafjalli. Tógvið, ið troyggjan er bund­in av, er samfingið tógv frá Navia. Samfingið tógv inni­heldur føroyska ull og enska lambsull. Einans 60 troyggjur eru til av hesari sermerktu G! troyggju. Troyggjan kemur út í 2 litum. Troyggjan kemur á markn­aðin 15. Juli og fer at kosta 999,- kr. Troyggjan kann keypast í Navia handlinum á Toftum og SMS umfram á festivalinum í Syðru­gøtu. Navia hevur somuleiðis stað­ið fyri sniðgeving og fram­leiðslu av húgvum og T-troyggjum til festivalin, hes­ar taka somuleiðis støði í mynstrinum á G! troyggj­ uni. Tað er Navia á Toftum, ið hevur staðið fyri framleiðsluni av G! Troyggjuni 2014 og er sniðgivin av Oddvör Jacobsen. Vága- og Sørvágs kommuna hava  havt ein sera góðan og konstruktivan fund við Kar­sten Hansen, lands­stýr­is­mann, fyri at umrøða sam­starv og at seta á stovn heilsu­depil í Vágum.