Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Terry’sa saga ein sjónleikur á G! Hóskvøldið á G! verður heimsfrumframførsla av klóvnaleikinum Terry'sa saga. Leikurin er 5 korter av føroyskum samleika og ein reyð nøs. Eventmálaráðið bjóðar til eitt nýtt event. Hesaferð er tað ein klóvnleikur til vaks­ in. Leikurin eitur SAGA, klóvn­in eitur Terry og evnið er Føroyingasøga. Hvat hendir um ein klóvn fær til uppgávu at lýsa før­ oyska samleikan? Vit hava bið­ið Terry leggja tingini á borðið og guida okkum ígjøgn­um okkara egnu søgu. Hvat stendur skrivað mill­um linjurnar? Hvørjar detalj­ur hava vit yvirsæð? Og hvørji súmb­olir hava vit misskilt? Í stuttum verður føroyski sam­leikin eltur, snaraður, tugd­ur og sniffaður í hesum lívs­ játtandi flennifesti har eing­ in sýning er eins og hvør ein­ asta løta óforútsigilig. Terry'sa Saga er fyrsti før­ oyski klóvnleikur av hes­um slag og kl. 19:30 hós­kvøldið á G! verður heims­frum­fram­ førsla. Leikurin verður í Stjóra­ stovu hvønn dag á G! Leikstjóri er Mario Gonza­ lez, hann er upprunaligt úr Guate­mala, búsitandi í París. Í átta ár starvaðist Mario sum limur í Theatre du So­ leil undir leikstjóranum Ari­ ane Mnouchkine, har hann gjørdist viðurkendur sjón­ leik­ari í framleiðslunum hjá Ari­ane, so sum LES CLOWNS, LA CUISINE, 1789, og L’AGE D’OR. Í starvi hjá Ariane Mnoouchkine vaks passi­ón­ in fyri commedia dell’arte og í dag hevur Mario Gon­za­lez uppbygt sín egna und­ir­vís­ ing­arhátt og fram­førslu­ stíl innan neutrala masku, comme­dia masku og clown. Síðan 1980 hevur Mario Gonzalez verið lær­ari á Conservatoire Natio­nal Superieur d’Art Drama­tique in Paris, Franska sjón­leika­ skúl­anum og hann verður mett­ur at vera størsti ser­ frøð­ingur innan hesar lista­ grein­ar í Fraklandi. Á skúlanum hevur Mario undirvíst nøkrum av týdn­ ing­ar­miklastu fronsku films- og pallsjónleikarunum. Har­ um­framt hildið verkstovur um allan heimin og leik­ stjórn­að nærum hundrað fram­leiðslum. Svimjihøllin í Klaksvík latin upp í nýggjum hami Orð og myndir: Dávur Winther Svimjihøllin í Klaksvík lat upp leygardagin klokkan 11 í nýggjum hami. Serliga er tað móttøkan og um­klæð­ ing­ardeildin, sum eru bygd av nýggjum. Eisini ber til við t. d. fittnesrúmun og øðrum baði­pottum, sum eftir ætlan kem­ur í næstum. Sagt verður, at svimji­høll­ in í Klaksvík er eitt tað størsta trekk­plástrið, sum dregur flest fólk til Klaksvíkar um viku­skiftini, og at handlarnir hava merkt, at svimjihøllin hev­ur ligið still eina tíð, með­ an um- og útbyggingin hevur ver­ið fyri. Tað var ein lítil samkoma leyg­ar­morgunin klokkan 11, har varaborgarstjórin, Stein­bjørn O. Jacobsen læt nýumvældu høllina upp. Eisini segði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Ment­anarnevndini og Torkil Mørk­øre, svimjihallarleiðari nøk­ur orð. Hetta byggistigið, sum byrj­aði á summri 2013, kostar 10 milliónir krónur, og er tað NH-beton, sum hava ver­ið heildarveitarar fyri bygg­ing­ ini. Bandið, sum tú fær uppá, tá ið tú fert at svimja, let­ur eisini skápini upp í um­klæð­ ingardeildini og gevur tað annars eisini eitt betri hag­ tals­grungarlag fyri vitjandi. Nógv fólk høvdu leitað sær til tiltakið leygardagin, tá ið svimjihøllin læt upp, og vildu tey eisini fáa ein lekran væl tiltrongdan dykkert í snoti­ligu høllini, sum dregur nógv fólk til sín. Kára Petersen sýnir fram í Ribarhúsi Mikudagin 16. juli klokkan 20 letur Kára Petersen upp sína fyrstu einsæris máln­inga­sýn­ing í Fuglafirði. Framsýningin endar týs­dag­in 6. august. Kára er ættað úr Fuglafirði, av Bakkanum, og er dóttir Jenny og Hjalmar Petersen. Hon er fødd 23. januar 1967, flutti til Týsklands 1. januar 1986 og giftist týskum manni, Burk­ hard Müller, 1990 og býr í Emsdetten við Münster í mið­vestur Týsklandi. Kára hevur líka frá barns­beini av latið av blýantinum í skap­um og livandi litstrokum, sum í dag liva sítt sæla lív í pensla­strokum á løriftinum. Hennara glógvandi máln­ing­ar flyta seg í abstraktum íð­um um løriftið, og er ein gleð­is­sjón fyri eygað at sjá. Hon er eitt virkið listafólk og skal t. d. mála 30 málningar til eitt ellisheim í Münster í næstum. Sum sagt er ferni­ser­ingin mikudagin 16. juli klokk­an 20.