Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Tann 30. juni vóru foreldrini hjá Tróndi Álvsson á fundi við Al­ manna­verkið. Tey fingu at vita, at einki tilboð var til sonin, sum er menningartarnaður og hevur ging­ ið á Skúlanum á Trøðni, síðani hann var níggju ár. Tey hava annars spurt mynd­ugleikarnar í fleiri ár, hvat skal henda við soninum, tá hann verð­ur 18 ár og ikki longur kann ganga í skúla. Tey hava altíð fingið svar­ið, at tað fara myndugleikarnir at hyggja uppá, og foreldrini verða kallað til fundar hesum við­víkj­ andi. Fundarboð komu tó ongantíð, og fýra mánaðir áðrenn drongurin gjørd­ist 18 ár, settu foreldrini seg sjálvi í samband við Almannaverkið. Tað tók tveir mánaðir at fáa ein fund í lag, og tá tey komu á fund í januar, fingu tey at vita, at eingin játtan var til dreingin. Hetta upplivdi familjan sum ein stóran trupulleika, tí Trónd­ ur kann ikki vera einsamallur. Páp­ in, Álvur Hansen arbeiðir fulla tíð, og mamman, Sóley Hórðará hevur júst fingið fast starv og skal byrja miðj­an august. – Hetta var sera hart fyri okkum. Eg hugsi nógv um, hvussu hann fær eitt innihaldsríkt lív, men tað snýr seg ikki bara um tað. Vit hava snøgt sagt onga ansing. Í ringasta føri merkir tað, at vit ikki kundu fara til arbeiðis sum vanligt eftir summ­arferiuna, sigur Sóley. Um tey ynsktu at klaga av­gerð­ina hjá Almannaverkinum, máttu for­ eldrini hava svarið á skrift, men tað kom ikki fram. Hóast fundurin var 30. juni var enn einki skrivligt svar komið mikudagin 9. juli, og Álvur ringdi tískil til málsviðgeran. Hann fekk tá at vita, at møguliga okkurt var til Trónd kortini, men mamman trýr tí ikki fyrr, enn hon hevur sæð eitt skrivligt játtanarsvar. Tungt at fáa samskifti í lag Tað hevur verið tungt hjá familjuni at fáa samskiftið viðvíkjandi framtíðini hjá Tróndi í lag. Fyrsta roynd at fáa ein fund við Almannaverkið í samband við at hann gjørdist 18 ár, var í november 2013. Hóast fleiri áheitanir var eingin reak­ti­ón frá Almannaverkinum. Í janu­ar 2014 svaraði Almannaverkið, eft­ir at familjan hevði rykt eftir svari, og fundur varð avtalaður síðst í januar 2014. Sóley og Álvur kenna seg sum heild illa viðfarnan av Al­manna­ verk­inum, og halda ikki, at tey verða tikin í álvara. – Tað er nóg tungt sum er at hava eitt menningartarnað barn. Vit hava als ikki brúk fyri at skula stríð­ast við Almannaverkið oman á tað heila. Har er eingin tænasta, ong­in kunning og áhugin frá Al­ manna­verkinum sýnist ikki at verða til staðar, sigur Sóley og legg­ ur aftrat: – Tá tú hevur átt eitt barn, sum hev­ur serligan tørv, hevur tú brúk fyri at onkur kemur og sigur: Hetta og hetta er ein møguleiki og á ein ella annan hátt stuðlar tær, men vit kenna tað nærmast bara, sum vit eru til fortreð, sigur hon. Hon held­ur, at tað tykist vera lætt hjá Al­mannaverkinum at avvísa eini um­sókn um eitthvørt, men ógjørligt at fáa upplýst, hvat ein hevur rætt til ístaðin, tí at upplýsingarskylda mangl­ar. Verða ikki tikin í álvara Kenslan av ikki at vera tikin í álvara er komin av fleiri tilburðum við Al­ manna­verkinum. Á fundinum, sum varð hildin í januar 2014, fingu tey at vita, at einki tilboð var til Trónd, og nýggjur fundur varð avtalaður tann 16. juni. Men hesin fundurin bleiv ikki til nakað. Tey komu til stongd­ar dyr, tí málsviðgerin var far­in av landinum uttan at melda av­boð. – Eg ringdi til hana, tá hon kom aft­ur fyri at avtala ein nýggjan fund. Eg ringdi til hennara privatu tele­fon uttan at hugsa meg um. Hon bleiv við at spyrja meg, um eg vildi henni nakað privat, síðan eg ringdi á hennara privattelefon. At enda fekk hon meg at ringja seg uppaftur gjøgn­um Almannaverkið og tekur Í níggju ár hava vit spurt, hvat hendir, tá Tróndur verður 18 ár. Kortini tykist tað, sum tað kemur óvart á myndugleikarnar, at hann nú er liðugur við skúlan, sigur mamma Trónd Álvsson, Sóley Hórðará. Virðingin fyri teimum veiku í hesum samfelagnum manglar, heldur hon – Eg vóni ikki, at vit noyðast at umhugsa at flyta av landinum, men eg havi kensluna av, at tey veiku ikki verða vird í hesum samfelagnum, sigur Sóley Hórðará, mamma Trónd Álvsson. í álvara Vit verða ikki tikin