týsdagur 15. juli 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tá telefonina, sum einki er hent,
fortelur mamman við grátikendari
rødd. Hon kennir seg ikki virda, og
álitið á Almannaverkið er vekk.
Eftir hetta samskiftið við málsvið
geran orkaði Sóley ikki at luttaka á
fundinum 30. juni og sendi mannin
at umboða seg.
Vita ikki hvussu vit eita
Manglandi áhugin sæst aftur á
ymiskan hátt, sigur Sóley Hórðará.
– Vit hava fingið brøv, har tað
stendur Tróndur Leivsson og Jógv
an Sofus ístaðin fyri Tróndur Álvs
son og Jógvan Sigurd, tað sigur
mær so mikið sum, at málsviðgerin
ikki hevur hjartað við, og vit tykjast
snøgt sagt ikki at hava teirra áhuga,
sigur Sóley.
Í eina tíð hittust tey javnan
í einum toymi saman við sálar
frøðinginum á Skúlanum á Trøðni,
Ergo- og Hjálpartól og Almanna
verkinum. Hetta var eftir hugskoti
hjá sálarfrøðinginum á skúlanum,
og ætlanin var, at tey skuldu hava
ein reglugligan fund viðvíkjandi
tørvinum hjá Tróndi. Men fundirnir
duttu brátt niðurfyri, tí umboðið
fyri Almannaverkið møtti ikki upp
eftir tveimum fundum.
– Tey góvust bara við at koma
uttan at melda avboð, greiðir Sól
ey frá. Eisini hetta er við til at geva
henni eina kenslu av, at Almanna
verkið ikki hevur nakran áhuga fyri
soninum.
Vita einki um framtíðina
Sóley hevur brúkt seinastu mán
aðarnar upp á at stúra fyri, hvat
skal vera av soninum, nú skúlin
var um at enda. Hon hevði ætlað
at brúka summarferiuna upp á at
geva Tróndi eina bleyta byrjan á tí
nýggja staðnum, sum hon væntaði
framhald
”Hetta er tíðin vit fegnast og gleðast at
okkara ungu verða liðug við útbúgvingar.
Flestu ganga tað kravdu skúlagongdina
og fleiri taka víðari útbúgving við stórum
málum og avbjóðingum fyri framman.
Sanniliga er framtíðin bjørt og heimurin opin
fyri teimum. Men tíverri eru møguleikarnir
ikki eins góðir fyri øll. Tað eru tey, sum ikki
megna vanligu skúlaleiðina og tí hava tørv
á serskúla. Tann skúlagongdin fær eisini ein
enda og tíbetur hava tey sum eru frægast
fyri bókliga onkrar møguleikar. Men tey sum
eru á niðasta rók hava ikki nógv tilboð.
Vit eiga eina pisu, sum er liðug við sína
skúlagongd. 18 ár. Men tíverri er púrt onki
tilboð til hansara. Tað er hvørki Miðnámsskúli
ella Fróðskaparsetrið, men eitt tilboð til tey
veikastu - eitt vart starv ella líknandi. Eitt
tilboð, sum kann geva daglidegnum innihald.
Unglingin við serligum avbjóðingum er sleptur
upp á fjall. Almannaverkið, ið umsitur økið,
hevur boðað frá, at onki tilboð er til hansara.
Tey hava hava ikki pláss á teimum vardu
verkstøðunum. Og ongar pengar at veita eitt
tilboð við stuðli. So tá vit foreldur eru liðug við
summarferiuna, er ikki ein gongd "ansing" tøk.
.......og nú havi eg ikki eingongd nevnt tilgongdina
at finna eitt nøktandi búpláss. Tann søgan
er nógv “morreyðari” enn omanfyri...
Alt hetta hóast drongurin hevur verið í skipanini
síðan 2-3 árs aldur, so kemur tað óvart á, at
hann bleiv 18 ár og skuldi enda skúlan. Hann er
forrestin einasti av trimum næmingum, sum vóru
lidug á Skúlanum á Trøðni, ið tørvar stuðulstímar.
So pena myndin vit fyristilla okkum, at pláss
og tørvur er á øllum – eisini teimum veikastu,
er nokk bara okkurt vit billa okkum inn.”
Fríggjadagin 11. Juli fingu Álvur Hansen og Sóley
Hórðará ein mail frá Almannaverkinum, har tað
stóð, at Tróndur kortini fær eitt dagtilboð. Enn
hevur hann tó ongan bústað, og hóast hann
gjørdist 18 ár í mars og hevur útreiðslur eins og
øll onnur, hevur hann ikki fingið játtað pensión
enn. Foreldrini kenna seg ikki tikin á álvara av
Almannaverkinum, siga tey við Sosialin.
Tann 3. juli skrivaði Álvur Hansen á facebook:
Tann 30. juni fingu foreldrini hjá Tróndi at vita, at einki tilboð var til hann
eftir summarsteðgin. Fyri at klaga skuldu tey brúka eitt skrivligt avslag,
men tað kom ongantíð. Tískil skrivaði maður Sóley til Almannaverkið
tann 11. juli og fekk tá svarið, at Tróndur fær bjóðað okkurt kortini.