týsdagur 15. juli 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
at fáa í boði, tá skúlin var liðugur, og
hon hevur tí ofta sett seg í samband
við Almannaverkið fyri at frætta,
um nakað var til dreingin.
– Tá eg ringdi til málsviðgeran
svaraði hon: Skal drongurin ikki
hava feriu? Tá hugsi eg, at tað tykist
ikki sum tey skilja okkara støðu
yvirhøvur. Eg kann ikki bara blaka
Trónd inn eitt nýtt stað og siga, nú
skal tú vera her allan dagin. Hann
hevur ikki gott av alt ov stórum
broytingum, og tí er neyðugt við
einari ávísari innkoyringartíð, sigur
mamman. Men tíðin gongur, og nú
er helvtin av summarferiuni farin.
Fríggjadagin 11. juli skrivaði fam
iljan enn einaferð til Almannaverkið
eftir einum bindandi svari, og fekk
tá ein mail um, at Tróndur kann
fáa fyribils dagtilboð á frítíðar
heiminum frá 11. august til 1. sept
ember og fult pláss á Virkni frá 1.
september, og at játtanarskrivið
kemur í komandi viku. Sóley er tó
ikki sannførd, fyrr enn skrivliga
játtanin er komin.
– Vit vita einki fyrr enn vit
hava fingið skrivliga játtan upp á,
at Tróndur hevur fingið pláss. Vit
hava akkurát bíðað í 14 dagar eftir
einum skrivlium avslagi, so vit
kundu klaga. Eg veit ikki hvussu
leingi vit skulu bíða eftir hesum,
sigur hon.
Onga inntøku
Tá tú fyllir 18, missir tú ymiskar
tænastur, sum fyrr vóru ókeypis,
men Tróndur hevur onga inntøku
enn, hóast hann fylti 18 ár í mars.
– Vit søktu um pensión í januar,
men enn hava vit ikki so mikið sum
fingið eitt svar. Samstundis fingu
vit at vita, at vit skuldu søkja um
lummapengar, sum so vórðu drign
ir frá pensiónini, tí tað ofta gongur
skjótari við lummapengum, men
heldur ikki hesum viðvíkjandi,
hava vit hoyrt nakað sum helst,
greiða foreldrini hjá Tróndi frá.
Hann hevur tískil onga inntøku at
gjalda fyri útreiðslur til dagtilboð,
bústað og vanligar tænastur, sum
onnur fólk.
Í sambandi við bústað hava for
eldrini skrivað Trónd upp í Havn og
í Runavík. Dagtilboð hava hava tey
so søkt um sama stað, sum bústað,
men tey vita einki um, nær hann
fær ella hvar hann fær bústað.
– Tað er ikki møguligt at fáa at
vita, hvussu langa tíð tað tekur, tí
tað verður ikki avgreitt eftir bíði
røð. Tey velja eftir tørvinum hjá
persóninum og eini heildarmynd
av, hvar viðkomandi passar best
inn, sigur Sóley.
Fekk bjóðað
óegnaðan bústað
Júst hetta undrar hana, tí Tróndur
hevur faktisk fingið bjóðað ein bú
stað, men áðrenn hon náddi at taka
av, ringdi leiðarin av staðnum og
segði, at hon ikki helt, at tað var eitt
stað fyri hann. Sóley hevði somu
leiðis sjálv kannað tað og funnið
út av, at tann yngsti á staðnum
var 43 ár og tann elsta var 63 ára
gomul. Tvey av búfólkunum sótu í
koyristóli og eingin av teimum tos
aði. Tróndur var tá 17 ára gamal.
– Eg skilji ikki, hvussu tú kanst
koma fram til, at hetta hevði hóskað
væl til ein 17 ára gamlan mann, sum
elskar at spæla bólt og hevur tørv á
at samskifta við fólk, sigur Sóley.
Tróndur hevur einki mál sjálvur,
men tey skilja hann, og tú kanst
samskifta við hann á annan hátt.
Kropsliga er hann væl fyri og dámar
væl praktiskar uppgávur so sum at
hjálpa til við fysiskum arbeiði.
– Tróndur elskar at hjálpa til.
Hann hevur eitt nú hjálpt okkum
við at grava uttanfyri í summar,
hann hevði egnað seg væl til okkurt
fysiskt arbeiði, og honum dámar
somuleiðis sera væl at sparka bólt,
hóast at hann ikki skilir reglarnar
og kann ikki vera við í einum skip
aðum spæli, greiða foreldrini frá.
Tey halda, at hann treingir til at
sleppa at royna nakað annað enn
skúlan, tí tað bókliga sigur honum
einki.
– Tað allar besta fyri hann er eitt
pláss á vardum verkstaði. Víðari
skúli hevði ikki verið nakað fyri
hann, sigur Álvur.
Mest til
praktiskar uppgávur
Tróndur var byrjaður at keða seg í
endanum av skúlatíðini, og brúkti
ofta tíðina saman við húsavørð
inum heldur enn at sita á skúla
beinki.
– Hann kann ikki læra at rokna
og skriva, og tí sigur tað honum
einki at sita á skúlabeinki, sigur
pápin.
Fyri at Tróndur skuldi hava
okkurt at gera eftir skúlan, hava
foreldrini kortini søkt um undan
taksloyvi, so hann kann ganga á
Skúlanum á Trøðni eina tíð aftrat,
men hava fingið avslag.
– Tað er ikki trupulleikin, at
hann ikki sleppur í skúla, tí tað
tímir hann einki serliga væl, men
vit hava simpulthen verið har, at vit
mangla ansing, tá vit skulu aftur til
arbeiðis eftir summarsteðgin, sigur
pápi Trónd.
Tróndur hevur fingið í boði um
lætting einaferð um vikuna fyri at
venja seg við at vera uttan fyri
heimið hjá foreldrunum. Á einum
fundi varð nevnt, at hann kundi
vera til umlætting seinnapart og
í frítíðarskúla um morgunin, men
hetta hevur ikki áhuga hjá for
eldrunum, tí tað tykist sum rein
uppbevaring av dreinginum, sigur
mamman. Hon er sera ørkymlað
um støðuna og stúrir fyri framtíð
ini.
– Eg hugsi sera nógv um, hvussu
hann skal fáa eitt gott innihaldsríkt
lív í Føroyum. Eg vóni ikki, at tað
verður so, at vit skulu umhugsa at
flyta av landinum, men mín kensla
er, at tey veiku verða ikki vird í hes
um samfelagnum.
Ikki vanur við umlætting
Foreldrini liva ikki saman, og Trónd
ur skiftur tískil millum at vera hjá
pápanum og mammuni. Av tí sama
er hann ikki vanur við at búgva
aðrastaðni enn hjá foreldrunum.
– Hann skal venja seg við at sova,
uttan at eg ella pápi hansara eru
har, sigur Sóley. Hon vil fegin hava,
at Tróndur fær tíð at venja seg til
nýggju umstøðurnar, og hon held
ur somuleiðis, at hann treingir til at
fáa sítt egna heim skjótt.
– Vit gera sikkurt øll okkara
børnum eina bjarnatænastu, um
tey búgva heima for leingi. Eg geri
kanska for nógv fyri hann, tá hann
er heima, og hann hevur tørv á at
gerast meira sjálvstøðugur uttan
fyri heimið. Haraftrat ávirkar tað
hini børnini nógv, um hann ikki er
í so góðum lag, tí hann kann vera
nokkso ógvusligur, og tað er eisini
hart at síggja, sigur Sóley.
Hon býr í Vestmanna saman við
manninum, Jógvan Sigurd Hórð
ará, og eigur umframt Trónd, tvær
døtur saman við manninum. Pápi
Trónd, Álvur Hansen, býr í Havn og
eigur ein son saman við Katrin Jo
ensen, sum eigur tvey børn framm
anundan.
marjun@sosialurin.fo
Hóast Tróndur fylti 18 ár í mars,
hevur hann enn ikki fingið játtað
pensión. Foreldrini søktu um
pensión til dreingin í januar