Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Kongaligt hotell í Miðvági – Nógv fólk hildu meg vera øra, tá eg fór undir verkætlanina at umvæla húsið til eitt hotell. Nú tað stendur liðugt, kann eg viðganga, at tað hevur verið ótrúliga strævið, men eg ivist ikki í, at húsið kann skapa møguleikar bæði fyri meg sjálva og onnur fólk. Tað sigur Marit H. Petersen sum júst hevur latið upp Hotel Magenta í Miðvági. Við tí sermerkta stílinum frá 50unum og kongaligum møblum er húsið nakað heilt fyri seg Rannvá G. Fossaberg Í januar mánaði í ár keypti Marit Holm Petersen húsini á Jatnavegi í Miðvági, sum áður hava virkað sum eitt slag av hotelli. Seinastu 25 árini hevur lítið og einki verið gjørt við tómu húsini, sum standa niðan fyri høvuðsvegin í Miðvági. At stóra, hvíta húsið bleiv við at forfalla, uttan at nakað bleiv gjørt við tað, var nakað, sum Marit H. Petersen hevði ógvuliga ilt av. Tí valdi hon tann 20. januar at keypa húsi við tí fyri eyga, at umvæla allar tríggjar hæddirnar og fáa virksemi inn í húsi. – Her hevur likið illa, tað hevur verið vátt nógvastaðni og so var eisini ein ørgrynna av óruddi inni í húsinum. Tí vóru tað eisini fleiri, sum hildu meg vera øra, tá eg fóru undir hesa verkætlanina, tí tey roknaðu ongantíð við, at her fór at blíva liðugt og virksemi kundi byrja inni í húsinum, greiðir Marit H. Petersen frá. Á vestanstevnu, sum var um vikuskiftið, kundi Marit H. Petersen bjóða bygdarfólkinum og stevnu­ gestum inn í nýumvælda hotelli á Jatnavegi. – Húsið hevur fingið ótrú­liga góða móttøku av fólk­unum her á leiðini. Tey hava øll verið líka spent og hjálp­som, so tað er stuttligt, at tað nú stend­ ur meir ella minni lið­ ugt, sigur Marit H. Petersen. Aftur í 50ini Nýumvældu húsini eru upp­runa­liga frá 1950, og vóru í nógv ár brúkt av eini familju og sum pensionat til arbeiðsmenn, sum arbeiddu í Vágum. Tí var tað, at Marit H. Petersen valdi at innrætta nýggja hotellið í einum stíli, sum vit kenna frá 50unum. – Hetta er umvælt og innrætta sum upprunaligi stílurin var, men vit hava gjørt tað eitt sindur stási­lig­ ari, soleiðis at tað blívur eitt sindur meira eksklusivt og minnir meira um eitt hotel, sigur Marit H. Petersen, sum í eitt hálvt ár hevur arbeitt við at ummvæla húsini. – Fyrstu tríggjar mánaðirnar brutu vit niður og ruddaðu út. Síðani varð farið undir at byggja upp av nýggjum og gera onkran smávegis broytingar, sigur Marit H. Petersen. Til at inn­rætta tær tríggj­ar hæddir­nar á hotell­inum hev­ur hon fing­ið hjálp. – Eg vendi mær til ein vinmann, sum kennir nógv til stílin frá 50unum og dugir væl at innrætta, og spurdi hann, um hann vildi við mær á hesa ferðina. Hann var til dystin fús, og alt fyri eitt fóru vit undir at finna røttu møblarnir til hotellið, sigur Marit H. Petersen. Kongaligir møblar Hetta hálva árið hevur Marit H. Petersen ferðast runt í eitt nú Fraklandi, Danmark og Onglandi fyri at finna júst tað rætta inn­búgvið til hotellið. – Vit hava verið ótrúliga heppin, tí vit hava fingið innbúgv, sum hóskar júst til tann stílin, ið vit ynskja, hotellið skal hava, fortelur Marit H. Petersen og heldur fram: – Ein stórur partur av møbl­unum eru frá ymsum slottum í Danmark. Til dømis er tað grøna sofasettið av Amalienborg, og tað er bara nakað av tí, sum vit keyptu á eini slottsuppboðssølu, sigur Mari H. Petersen. Eisini tey ymsu tapetini í hús­inum hava hvør sína søgu. Okkurt av tí er keypt uttanlands, men eisini eru fleiri úr Føroyum. – Eg spurdi meg fyri hjá fólki, eg kenni, og tey spurdu síðani víðari onkran, sum tey kendu, og á tann hátt havi eg fingið tapet úr eitt nú Sandavági, Nólsoy, Mikladali og Sørvági, fortelur Marit H. Petersen og leggur afturat: – Øll sjey kømurini, sum eru á triðju hædd, hava eitt vask inni. Tað er jú eisini fyri at hava tann autent­iska stílin frá 50unum, tá tað var vanligt at vask var inni á kamar­inum, sigur Marit H. Petersen. Vaskini stava øll frá gamla húsinum, men eru síðani sett upp av nýggjum í sambandi við um­vælingina. Marit H. Petersen í útistovuni við møblum, ið eru frá einum av donsku slottunum. Hon metir, at umvælingin og innbúgvið í nýggja hotellinum hevur kostað útvið tvær milliónir krónur tilsamans Myndir: Álvur Haraldsen