Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 meldurin Skal skapa møguleikar At fáast við hotellvirksemi er ikki nakað, sum Marit H. Petersen hevur roynt áður. Men júst hetta, at tveita seg út í nýggjar, ókendar av­ bjóðingar, er als ikki óvanligt fyri Marit H. Petersen. – Upprunaliga eri eg útbúgvin innan roknskap og leiðslu og havi arbeitt við tí í nógv ár, men so bleiv eg sindur troytt av tí, og valdi at útbúgva meg life og business coach, seinni sexolog, og síðani var eg eisini eitt skifti í India, har eg bleiv yogalærari og massør. Nú lesi eg tað seinasta árið til gestalt psyko­terapeut, sigur Marit H. Petersen, sum hevur ætlanir um at hava nógv ymiskt virksemi á nýggja hotellinum. – Ætlanin er, at hetta skal vera eitt hús, sum er opið fyri øllum tí, sum fólk nú einaferð ynskja. So umframt at vera hotell ímyndi eg mær eisini, at húsið verður brúkt til fundir, smærri konsertir, sang­kvøld, mótasýningar, skeið­virk­semi, føðingardagar og so fram­vegis, sigur Marit H. Petersen. Umframt serstøku inn­ rætt­ing­ina við forkunnugum møblum, vas­um, postalíni og øðrum frá 50unum er hotellið eisini serstakt á ein annan hátt. – Her eru eingir flat­skerm­ ar, radio ella teldur inni á kømur­unum. Tráðleyst internetsamband er, tí tað meta vit er rættiliga neyðugt í dag, men annars skal her ikki vera so nógv, sum kann órógva. Hetta skal vera eitt stað, har fólk kunnu koma og slappa av og so at siga trekkja seg tilbakar frá ger­ andis­degnum, greiðir Marit H. Petersen frá. Hon er ikki í iva um, at tørvur er á einum slíkum staði. – Hetta skal nokk koma væl við hjá nøkrum, rokni eg við. Nógv ferðafólk ferð­ ast í Vágum, men tey hava ikki nakað stað at fara til í Miðvági og tað sama er gald­ andi fyri bygdarfólkið, sigur Marit H. Petersen og heldur fram: – Og so hoyrir mann altíð, at tað verður sagt, hvat landið ella kommunan kunnu gera fyri ein, men har er tað eg hugsi, hvat kunnu vit sjálvi gera? Mann kann ikki bara forlanga, at onnur skulu skapa okkara lív. Við hes­um vil eg skapa møgu­ leik­ar ikki bara fyri meg sjálva, men eisini fyri onnur, sigur Marit H. Petersen og við­gongur samstundis: – Tað verður ein avbjóðing at fáa tað heila at mala runt, men eg meti, at tað letur seg gera við at arbeiða nógv og fáa góða hjálp frá teimum nærm­astu, sigur Marit H. Petersen.