Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heri Mohr kjak Leita vit eftir Skansagarði í telduni undir google, fáa vit at vita, at Skansagarður úti á Reyni í Havn er bygur í 1819- 1825. Hetta er skeivt, og hevur einki við veruleikan at gera. Blaða vit í Taxations Proto­col for Thorshauen & Frede­ricks­waag 1784, síggja vit, at tað árið átti Madme Hammers­haimb Skansagarð: ”Et hus bestaaende af 2 Stuer, 2 Kamre, 1 Spisekammer, 19 alen lang og 13 alen bred. En Kield 6 alen lang, 5 alen bred samt en Kiøkkenhave med Stak­et.” Abbi mín, Johan Vilhelm Mohr (1853-1941) keypti Skansa­garð 14. apríl 1879 fyri 4.300 krónur frá ”dødsboet efter Jens Davidsen og tidligere afgangne Hus­ tru Maren Margrethe Jo­ hanne­sen af Thorshavn.” Um mentamannin Jens David­sen (1803-78) hevur Zakar­ias Wang skrivað í bók­ini Eikirøtur, sum kom út í 2008. Við í keypinum av Skansagarði var ”Torv­ s­kærer­rettig­hed­er i Aalekjærshaugen.” Torv­ húsið hjá abba mínum stend­ ur enn úti í Vika, har torv varð skorið í mong Harrans ár til 1952. Nevndi Jens Davidsen lærdi smádrongin Vencelaus Uli­cus Hammershaimb at lesa, tá ið hann 3 ára gamal kom til Havnar við móð­ ur sínari frá garðinum á Steig í Sandavági at búgva í Nýggjustovu tætt við Nóls­ oyar­stovu. Abbi var handilsmaður. Hann gifti seg við ommu í 1885. Tey bæði fingu 5 børn – og eina arbeiðskonu, sum búði har í húsinum. Hetta – handilin og fleiri børn – gjør­di, at tað varð neyðugt at byggja húsið væl størri æt­landi um aldarskiftið 1800-1900. Sum tað sæst av hes­um bílæti, hevur Skansa­ garð­u­r, áðrenn hann varð um­bygd­ur, verið tað sum nú á døgum verður kallað ein arki­tektonisk perla. Men hvør var nú Madme Hammershaimb, sum átti Skansagarð í 1784? Jørgen Frandz de Hammers­ haimb (1688-1765) var fúti í Før­oyum frá 1723 til hann doyði í 1765. Í 1727 giftist hann (fyri aðru ferð) við tí 15 ára gomlu Elisabeth Christiane Samuelsdatter Weyhe. Tey fingu 4 synir og 9 døtur. (Í hans­ara fyrsta hjúnalagi vóru 2 børn.) Tey búðu í Fúta- húsi­num. Hann doyði 77 ára gamal, og tá hevur konan verið 53 ára gomul. Tað kann hugs­ast, at fútaeinkjan, hon var omma Vencelaus Ulricus Hammershaimb, var Madme Hammershaimb. V. U. Hammershaim fór sum sagt til Havnar sum smá­drong­ur við mammu sínari, og búði í Havn til hann 12 ára gamal fór til Keyp­ manna­havnar at ”studera”. Vit vita, at úti á Reyni var Vens­il vælkomin, tí ”har livdi ein bróður ommu hansara, Jens Christian Svabo, sum tá var gamal og sjúkur.” Hendan omm­an má hava verið Mad­ me Hammershaimb. Hvør bygdi húsið Skansa­ garð, og nær tað varð bygt, veit eg ikki, men at húsið telist millum tey heilt gomlu í Havn, er eingin ivi. Við gávubrævi í 1935 fekk pápabeiggi mín, Gunnar Mohr, Skansagarð til ognar frá sínum foreldrum við góð­kenning frá systkinum. Skansa­garður varð tá aftur gjørd­ur eitt sindur størri. Eina ferð í 70-árunum seldi sonur hansara, Vil­ hjálm­ur, Skansagarð til Før­ oya Landsstýri. Neyvan nakað hús í Havn varð umsitið betri enn Skansagarður: Abbi mála­ ði húsið regluliga. Smur­di tað uttan (tó ikki inn­an) við petroleum hvørt ár móti fýri, sum annars ikki var í húsi­ num. Tað kundi eisini hen­ da, at hann vask­aði klædn­ ing­in við sápu­lúti…. Men so gjørdist Skansa­garð­ur al­ menn ogn. Á Harragud den skomm: tað, sum fleiri ættarlið hildu við góðum røkiskapi, reint og nossligt, er nú sum ein køst­ ur, ið ongan góðan eigur. Reynagarður við fleiri matrikl­um, Fútabakki og Fútahúsið (eisini kallað Effersøes­hús) eru friðað, men hvussu við Skansagarði, sum er næstan áfastur við Fúta­húsið? Mær vitandi er hann og økið um ikki friðað. (Báðir mínir abbar settu var­andi spor í okkara lítla býi: Egholmstrø, kanska snøg­g­asta trøð í økinum um Havn­ina, ikki ein steinpirra, velti abbi mín, Johan Hend­ rik Egholm (1872-1960), úr grýtutum haga saman við pápa sínum. Væl til árs, 56 ára gamal, varð hin abbin, Johan Vilhelm Mohr, býar­ skrivari, tá ið Havnin fekk keyps­staðarheiti í 1909. Nógv av tí, hann segði og gjørdi, er í dag legendarisk søga.) Soleiðis sum støðan er nú, haldi eg, hóast eg eri fødd­ ur og uppvaksin á Skansa­ garði – ella kanska nett­upp av hesi orsøk – at tað skilabesta landsstýrið og býráðið kundu gjørt var at rivið húsið Skansagarð nið­ur og gjørt alt økið har vak­u­rt og nossligt, sum tað var fyrr í tíðini. Steinsetingin og nakrir stórir steinar rand­aðir við ókrúti úti á Rey­ni uttanfyri Skansagarð og millum Fútahúsið – arki­ tek­ton­isk­ar vágpirrur – hava ong­an søguligan rætt og eru tess­vegna ein stór mis­skilj­ing. Tá ið húsið er rivið niður væl og virðiliga, ímynda vit okkum eitt vakurt hvíldar­stað í samljóði við umhvørvið, sum vit og turistar kunnu njóta í sjál­v­ um hjartanum av tí gom­lu Havn­ini. Tann stóra grót­ laði­ngin vestanfyri – sum er tann søguligi skansagarðurin og (kanska?) eins gamal sum grót­laðingin um Havnar ska­n­sa – má umsitast væl og virðiliga við smædnum vakur­leika. Øll girðing mill­ um Skansagarð og Fútahúsið má beinast burtur. Drúgv bil­ park­er­ing úti á Reyni og eisi­ ni á sjálv­um øki­num Skansa­ garð­ur má bannast í tann mun, tað letur seg gera. Alternativið til hesa sanering er, at Skansagarður verð­ur restaureraður, snøgg­ að­ur innan og uttan, friðaður og brúktur og umsitin sam­ svar­andi reglum. So er tað Reynagarður. Um hann skrivaði Jørgen Frantz-Jacobsen í 1932: ”Reyna­garður var ein burtur­ goymd­ur heimur, sást ikki frá gøtuni og bara atkomu­ lig­ur gjøgnum tvey skot, Lítla­skot og Stóraskot. Kring hetta tún vóru ymisk húski, har búði Dia á Stein, Sanna á Bakka, Eg­holm skómakari, Sigga Sofía og abbi og omma mín. Tað var einki armiligt við teim­um, túnið var altíð reint og noss­ligt…” Náttú r u f r ø ð i n g u r i n Nicolai Mohr (1742-90) var fødd­ur og uppvaksin í Reyna­garði. Studentarnir Nicolaj Mohr og Jens Chr. Svabo (1746-1824) vóru vin­ menn. Teir hava óivað havt góða­r, ondblástar løtur sam­an í Reynagarði og í Pætursa­stovu, har Svabo búði. Í Reynagarði var presta­garð­urin, og tað var her prestakonventið í tí heims­kendu bókini Barbara hjá Jørgen-Frantz Jacobsen varð hildið. Ein uppløgd turist­attrak­tión. Her átti ein talva at verið í túninum við frá­greiðing um tað søguliga í hesum staði til okkum og vitj­andi at lesa á føroyskum, dons­kum og enskum. Á økinum har Leigubúðin og Munkastovan standa, var tann gamla kirkjan við kirkju­garði. Hesin kirkju­ garð­ur, tá við ongari kirkju, hevði ongan góðan uttan hønur og smá børn at spæla i. William Heinesen hevur skrivað eitt sindur um tað. Nú er økið vakurt og væl hild­ið. Eisini har átti ein talva verið við frágreiðing um tað, ið eygað har sær. Kanska onk­ur sessur kundi verið á øki­num. Rosinan í pylsuendanum Á økinum norðanfyri Reyna­ garð er ein høsnargarður og ein illa farin tekja á ein­ um pakkhúsi/neysti, sum stendur við síðuna av tí stóra pakkhúsinum á gomlu Mullersbrúgv. Hetta og Skansa­garður er ein depri­ mer­andi kontrastur til tað so vælhildna og nosssliga Høgareyn/Doktaragrund/ Skúla­reyn/út á Reyni/Tinga­ nes, sum er ein fragd hjá okkum og hjá turistum at síggja og hoyra um. Um ætlanin við hønu­ num er at vekja associa­tión til hønurnar, sum høvdu góðar dagar á tekju­num á Pætursastovu og hjá Bager Hansen á Húsa­brúgv ella í køkinum hjá Effersøe­systr­ unum í Mettu­stovu á Bakka­ hellu, sum William Heine­sen skrivaði um, má sigast, at ætlan­in er óheppin og illa frá­ging­in. Skansagarður og høsnar- húsið og tekjan skammfila heildar­myndina. Og tað er harmi­ligt! Tað er eisini harmiligt og depri­mer­andi, at fleiri hús í okk­ara annars so væl hildna lítla býi standa ússalig, út­ deyð gapandi tóm eisini í mið­býnum. Eingin kann búg­va í slíkum. Tað átti ikki at kosta alla verðina at bøtt um hetta ella framt neyðuga saner­ing. Gløgt er gestsins eyga, plaga vit at taka til. Es. Nú dampurin er uppi, er tað hóskandi at minna Tórs­havnar býráð á mítt upp­skot um at navngeva bý­ ráð­sins renoveraða saltsilo. Undirritaði er fram­ haldandi av teirri áskoðan, at bygningurin eigur at fáa navn­ið Rundingur, ið er tað søgu­liga økisnavnið, sum salt­siloin stendur á. Í hesum sambandi loyvi eg mær at vísa á, at veg­ ur­in ”Rundingur” frá J. C. Svabos­gøtu er eitt óheppið, vill­leiða­ndi gøtunavn. Tað navn­ið átti at verið broytt til: Rund­ings­brekka(n) ella Om­ an Runding. Vit hava navn­ givn­ar brekkur í okkara býi eitt nú Amtmansbrekkan, Bøkjara­brekka, og vit hava Oman Stóragarð, Oman Matta­lág o.s.fr. Tá ið ”FOX-Expeditionen” í august 1860 sigldi inn á vágna í Havn, sóu teir um­ borð á skipinum ”op­sprætt­ ede Fisk, som laae spredte langs Kysten til Tørring”. Hetta hevur óivað verið Rund­ingur, teir sóu. Tað er lítið sannlíkt, at fiskurin hevur verið breidd­ur á Skinnaraskeri (tað hendi nøkur ár seinri) ella á Skarv­ hellu? Okkara annars so virkis­ fúsa býráð átti at fingið navn­gevingina av umrødda bygn­ingi frá hondum, áðrenn tað verð­ur gamalt jólatrøll ella tað, sum verri er. Um nøvn og sálarligan ágang Alment at umdoypa og rudda burtur hevdarvunnin nøvn og heiti, sum eru so sjálvsøgd í tí føroyska málinum, at tey ligg­ja trygg á hvørjari tungu, hev­ur verið framt í nøkur ár av væl lærdum fólki. Hetta hev­ur órógvað bæði eldri og gomul. Og tað er í sjálvum sært sera óheppið. Býráð og onnur, ið hava al­menn nøvn og heitti um hendi, eiga at vera varin og umhugsin við slíkum broyt­ ing­um av siðbundnum nøv­n­ um og nýggjum heitum. Eg segði, at abbi og lang­ abbi mín veltu Eg­holms­trøð úr grýtutum haga. Men hvar er tann trøðin í dag? Og hvar er Hornabøur í dag? Og hvar er Havnará? Og Rættará? Og áin hjá Smed Jensen? Í hesum døgum verður í rama álvara tosað um at taka lokið av Havnará og gera tann gamla býin ”livandi” við støði í nøkrum virðis­løntum arki­tekt­teknaðum pro­jekt­ um. ”Til Havnar vit fara” – ja, hví ikki tað – men Havnin er annað enn stuttligt viku­ skifti. Fyrst mugu vit ”læra at seyma og til at taka mál” og so ”út at spadsera runt um tann heila bý.” Men at snolla ein part av tí gamla býarpartinum við kos­metiskum effekti og í nostalgiskum rúsi – soleiðis kann konceptið skiljast – er eitt djarvt og kanska eisini eitt hættisligt projekt. Niðurstøða Sálarligur ágangur í skrift og í talu kann, uttan at vit vita av tí, gera okkum rótleys og líka­sæl og dólsk. Slíkt órógv­ ar og kryplar manna­sálina. Okkara lands- og býar­ politikarar mugu vera varnir og skilagóðir. Vit mugu duga at stinga hond í egnan barm, og vera før fyri eitt nú at steðga óheppin rák á luft­ini í mongum førum frá nalva­ skoðandi, vælnøgdum lærd­ um fólki. Slík rák – sum ikki verða told í londunum um okk­um – órógva samfelagið og trivnaðin. hm Um Skansagarð og aðrar hugleiðingar Skansagarður