Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frá týsdegi 8. juli 2014 hevur stat­urin Washington (ikki høvuð­staðurin Washington D.C) givið loyvi til almenna sølu av cannabis, tó undir strang­ari reglubinding, sum tey taka til. Hetta er fyrsta stig til at geva skarvin yvir, og innan stutta tíð, rokni við umleið 10 ára skeið, fylgja óivað norðan­lond við, tí tey fylgja USA í tí mesta tíverri, og eg eri sera vónsvikin um so verð­ur. Onkur kann spyrja: Hví er hetta so vitleyst Njál? At roykja hasj t. d. er ikki verri enn at drekka eina øl verð­ur sagt. Her er svar mítt: Hvat er cannabis? Tað er eitt felagsheiti fyri hasj, marihuana og hasjolju. Ein veit, at cannabis er eitt sera lokkandi og ógvu­liga villleiðandi rús­ evni, siga Helga Tveit, psyko­log­ser­frøð­ingur, Øi­ stein Kristensen lækni og granskari og Håvard Berge, sam­skip­ari av hjálpar­ar­ beiði­num í Suður-Noregi. Tey leggja afturat, at tað er serstakliga tey ungu, ið eru í vanda her. Meðan vanligur ung­ dóm­ur mennist á ung­dóms­ á­rum og hareftir fer inn í tað vaksna lívið, so steðgar canna­bisroykjarin menning sína, og kemur ikki víðari í lívi­num. Ein fyrrverandi nýtari tek­ur soleiðis til: “Eg hitti ein hasj-vin í býnum ein dag­in, hann var akkurát, sum tá eg sá hann síðst fyri fýra árum síðani, har var eingin natúrlig menning!” Serførðingarnir siga mær, at miðskeiðis í heila­num liggur HIPPO­ CAMP­US, ið er á stødd við ein tummulfingur, men við 10 milliónum heilakyknum. HIPPOCAMPUS er “bóka­vørðurin”, ið skilur og skrásetur alla kunning, ávirk­an og tað ein upplivir dag­liga. “Bókavørðurin” hev­ur ábyrgd av tí vit læra og minn­ast. Ca n n abi s roy ki n g i n ávirk­ar heilan, so tað er so at siga ógjørligt at fáa lagt inn nýgg­ja vitan, samstundis sum ein hevur trupult við at fáa tað út, ið liggur inni á HIPPO­CAM­P­US. Roykir ein cannabis, fer “bóka­vørðurin” í feriu, og ger ein tað um vikuskiftið, so minnist ein nógv minni, tá ein skal brúka heilan aft­ u­r mánadag. So einfalt kann tað sigast av teimum serkønu! IG fellur – sjúkur Roykir ein cannabis dagliga, so siga granskarar, ið hava fylgt 1000 persónum í fleiri ár, at ein verður býtt­ ari, ein fær onga menn­ ing ella útbúgving, tí at viðkomandi fellur út av allari skúlaskipan, ein dump­ar rætt og slætt, tí at røtt vitan vanliga hvørki fer inn ella út av heilanum. Tann ið arbeiðir, missir sum oft­ast tað. Dupultvandi er eisini fyri sjúk­um, og sálafrøðingar vita sjálvsagt langt betur enn eg um tær líðingar, ið fylg­ja við cannabisnýtslu, men tað, ið undraði meg, tá eg setti meg inn í evnið var, at cannabisroyking økir ógvu­s­liga um heilsuvandan, sum til dømis KOLS. Bilvanlukkur Hvør tíggjunda bilvanlukka í Noregi í dag hongur saman við cannabisroyking. Hvørt ár doyggja 25 per­ són­ar, ið eru ávirkaðir av canna­bis í ferðsluni. Teir serkønu meta, at hvønn dag koyrast 10.000 biltúr­ar í Noregi, har bil­ stjór­in hevur cannabis í blóðinum. Tað eru fleiri, ið koyra við cannabis í blóðinum, enn tey ið ávirkaði eru av rús­drekka. Afturat øllum hesum koma eisini tey, ið eru offur fyri hesari vitleysu koyring. Ein sannur sorgarleikur fyri mangar ósekar familjur! Eg ynski ikki eftir at tað verður soleiðis í Før­oy­ um, ein hevur nóg mik­ið at stríðast við rús­drekka­ koyring. SKAÐAR AV CANNABISROYKING: 1. Minnið fer. 2. At koyra ein bil skal ein ikki, tí vandi er fyri ólukku. 3. Tá heilin ikki fær menn­ ing, steðgar skúlagongdin/ út­búgv­ingin, ella ein missir arbeiði. 4. Óttakenslur og sálar­sjúk­ ur koma títt. LANGTÍÐARNÝTSLA 1. Verður bundin av nýtsluni. 2. Menningin av heilanum steðgar. 3. Tá heilin ikki fær menn­ ing, steðgar skúla­gongd­in/ út­búgvingin, ella ein missir arbeiði. 4. Kroniskar lungasjúkur og sálarsjúkur koma. Baklandið Hjá mær eru tað bert git­ ingar, men eg skilji at tubbak­sídnaðurin selur min­ni, nú ikki er loyvt at roykja í tí almenna rúmi­ num í fleiri londum. Tí leita teir sær eftir nýggj­um møguleikum og hava óivað ávirkan á ta politisku skipanina í fleiri londum. Møguligt at tað eru teir, ið nú leita sær eftir nýggj­um mark­nað­ar­møgu­ leik­um, men hetta eru bert git­ingar. Tað tekur ikki langa tíð at broyta tubbaksplantasjur til cannabisplantasjur, um fleiri lond nú geva skarvin yvir og fylgja statinum Wash­ing­ton eftir. At enda hetta: Vóni at tá tú hevur lisið hesa greinin, at tú tá betur skil­ir yvirskriftina. Nú byrjar hetta vitleysa at henda í USA, men eg vóni inni­liga, at tað ikki hendir um okkara leiðir. Henda frálíka summar­ dag siti eg í døp­urhuga her í Oslo og hugsi um tær mon­ gu familjur eg kenni, ið eru farnar til grundar og í upp­ loysn av hesum. Óttafullur hugsi eg um alt tað vitleysa, ið er hent, tað nívur meg dagliga, og eg biði góðan Gud um at hjálpa okk­um øllum og serstakliga teim­um, ið umsita politisk mál og lógir landsins. Vitleysa í hásæti – vónsvikin! Njál Mackay Djurhuus kjak Tænastusamskipari til Elding í Havn Elding er størsti hvítvøru- og elektronik- handil í Føroyum við handlum í Havn og Klaksvík. Um starvið: Samskipa umvæling og tænastur í hesum sambandi innan hesi økir: • Hvítvørur • Sjónvørp og teldur • Smá-eltól Ábyrgd av sølu og tænastu innan smá eltól økið í Elding handlinum í Havn. Tín profilur: Helst handilsútbúgving ella líknandi útbúgving, tó ikki ein treyt Jaligan hugburð, virkisfús/-ur, ábyrdarfull/-ur, málrættað/-ur, sjálvstøðug/-ur Sølu- og tænastusinnað/-ur Góðar samstarvs- og samskiftisførleikar Rímuliga góðan telduførleika Vit bjóða: Eitt gott og avbjóðandi starv við góðum menningarmøguleikum framyvir Løn sambært avtalu og royndum Umsóknarfreist: Freistin at søkja starvið er 1. august 2014. Starvið verður sett skjótast gjørligt Meira kunning: Ert tú áhugað/-ur at søkja starvið og ynskir at hoyra meira ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andrias Winther á fart. 529000, ella við at senda teldupost til: mwinther@elding.fo. Elding | Hoyvíksvegur 65 | Tel 359000 | Faks: 359001 | mwinther@elding.fo | www.elding.fo Elding søkir eftir einum dugnaligum tænastu­ samskipara til okkara vaksandi virksemi. www.grafikmaster.fo Sosialurin 341800 fyrst og fremst