týsdagur 15. juli 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80
ítróttur
fótbóltur
Víkingur hevur ein møguleika
Hóskvøldið spælir Víkingur fyrra dystin í Europa League kappingini
móti norska liðnum Tromsø IL á Svangaskarði
André Olsen
Víkingur vann seg í seinastu
viku víðari í fyrstu rundu
av Europa League, eftir at
Víkingur slóð lettiska liðnum
FC Daugava Daugavpils út úr
kappingini.
Hetta er annað árið á rað
at Víkingur vinnur seg víðari
í Europa League, tí í fjør basti
Vìkingur finska liðnum FC
Inter Turku í fyrstu rundu.
Tá trekti Víkingur rumenska
liðið
Petrolul
Ploiesti
í
seinnu rundu. Eitt lið, ið
var munandi sterkari enn
Víkingur.
Yvirkomilig mótstøða
Hesaferð er talan tó um eitt
heldur heppið lutakast fyri
Víking, tí mótstøðuliðið úr
Noregi leikar til dagliga í
næstbestu norsku deildini,
har Tromsø IL liggur numm
ar tvey. Tromsø IL flutti í
fjør úr bestu norsku deildini,
niður í næstbestu deildina.
Orsøkin til at Tromsø IL nú
leikar í Europa League er tí
at teir vunnu tann sokallaða
fair play prísin í Noregi í fjør.
Hóast teir í fjør fluttu niður,
megnaðu teir allíkavæl at
leika seg í bólkaspælið í
Europa League kappingini
seinasta kappingarár, har
teir millum annað vóru
í bólki við enska liðnum
Tottenham.
Tromsø IL slerdi í fyrstu
rundu estlenska liðnum FC
Santos Tartu út úr kapping
ini, við at vinna 13-1 saman
lagt. FC Santos Tartu leik
ar til dagliga í triðbestu
estlendsku deildini.
Formaðurin
bjartskygdur
Í Víkingi eru tey spent til
dystin hósdagin og tað at
mótstøðuliðið leikar í næst
bestu deildini, ger vónirnar
í Víkinga leguni eitt sindur
bjartari.
Brandur Jacobsen, for
maður í Víkingi ætlar at
Víkingur enn einaferð ætlar
at skriva føroyska fótbólts
søgu.
– Vit ætla okkum at
klára tað, ið eingin annar
hevur megnað, nevnliga at
leika okkum víðari í Europa
League einaferð enn.
Formaðurin
í
Víkingi
heldur eisini at tað hevur
stóran týdning fyri før
oyskan fótbólt, at Víkingur
nú hevur leikt seg víðari í
Europa League annað árið á
rað.
– Tað hevur ótrúliga stór
an týdning fyri Víking og
fyri føroyskan fótbólt sum
heild, at tvey lið í fjør og tvey
lið í ár, hava leikt seg víðari
í evropeiskum avbjóðingum.
Tað er við til at gera vart við
føroyskan fótbólt og tað
styrkir okkara sjálvsálit.
Søguligur
Víkinga venjari
Víkinga venjarin, Sigfríður
Clementsen sigur í stuttari
viðmerking, at so gott sum
allir leikarar eru tøkir til
dystin hóskvøldið.
– Vit eru fullmannaðir til
dystin hóskvøldið og fara
undir dystin við góðum
treysti. Vit fara enn einaferð
eftir at fáa eitt gott útgangs
støðið í fyrra dystinum.
Sigfríður
Clementsen
skrivaði í seinastu viku før
oyska fótbóltssøgu, tá hann
fyri fjórðu ferð kom víðari
í evropeiskum fótbólti við
einum føroyskum felag. Tað
er meira, enn nakar annar
føroyskur
venjari
hevur
megnað.
Dysturin millum Víking
og Tromsø IL verður leiktur
á Svangaskarði hóskvøldið
klokkan 19:00.
andre@sosialurin.fo
Magnus Andersen hevur skotið 9 mál í Evropa fyri Tromsø IL
Mynd: www.til.no
Mynd: Sigmar Mørkøre