Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin Hilmar Jan Hansen Herfyri gjørdist greitt, at Føroyar ikki allíkavæl bjóða seg fram at hýsa Oyggja­leikunum í 2019, tí einki røkist fyri, at nakar nýggjur golfvøllur verður klárur á Glyvursnesi til ta tíð. Tað hevur annars ligið í kort­unum, at golf skuldi verða tólvta ítróttar­greinin, Føroyar bjóða seg fram við, men tá lands­myndug­leik­ arnir ikki komu á mál og hildu lovaðu tíðarfreistirnar, noydd­ust Føroyar at taka sítt boð aftur. Í staðin verða leikirnir í 2019 á Menorca, sum annars ikki ætlaði at hýsa teimum fyrr enn í 2021. Tórshavnar Golffelag, ið telur hálvtannaðhundrað meira og minni virknar limir, er sum so ikki partur av mál­inum um golfvøllin á Glyvurs­nesi, tí tað málið skal av­greiðast av kommunalu myndug­leik­unum, lands­ myndug­leik­unum og av­ varð­andi festara. Men for­maðurin í Tórshavnar Golffelag, Jógvan Amonsson, dylur ikki fyri, at nýggjar og tíðar­hóskandi umstøður til golf á Glyvurs­nesi er størsta ynski hjá felagnum. – Tað, sum Tórshavnar kommuna hevur samtykt, er at gera ein golfvøll við 18 holum, umframt at hann eis­ini skal hava venjingar­ um­støður. Sambært gjørda prosjektið, kostar hesin golfvøllur nakrar og hálv­ trýss milliónir krónur at gera, men tað er ikki nakað, vit sum felag hava nakað bein­leiðis við at gera. Vit hava fingið eina avtalu við bóndan um, at vit sleppa at spæla har, og tað er undir ávísum treytum, sjálvandi, sigur Jógvan. – Men í okkara verð hevði tað verið fínt, um talan kundi verið um samstarv millum fleiri ítróttargreinar, tí um vit taka grótbrotið harúti og gera tað til »driving range«, har bæði stutt og long sløg kunnu venjast, er eisini pláss fyri øðrum. Eg síggi fyri mær, at bogaskjúttarnir saktans kundu vant har eisini, um­ framt at ójavna lands­lagi væl ger tað upp­lagt til fjalla­ súkkl­ing eisini. Tað hevði væl borið til at havt ítrótt á Glyvurs­nesi upp á sama máta sum eitt nú í Gunda­ dali, tí har kundi pláss verið fyri fleiri av teimum ítróttar­ greinunum, sum ikki hava so nógv við bólt at gera. Ongantíð ov seint Jógvan Amonsson, sum mong helst munnu kenna frá al­menna rúminum sum semings­maður ella grann­ skoð­ari, hevur annars sjálvur spælt golf síðstu níggju árini, tí hann byrjaði spakuliga afturi í 2005 at sveiggja køll­ unum. – Mín áhugi fyri golf botnar einamest í tí, at hetta er ein ítróttur, sum tú kanst fara í holt við, tá tú ert farin um tey bestu árini, tí tað ber saktans til at vera við. Og hetta árið, tá eg byrjaði, var golf­felagið júst flutt av Vatna­skørðum í Hoyvíks­ haga­num og út á Glyvursnes. Vit vóru tveir, ið byrjaðu saman, men vit hættaðu okkum ikki at vera millum »tey pro­fessio­nellu«, so vit gingu í grótbrotinum og royndum at læra okkum at sláa, sigur Jógvan, ið sjálvur er 60 ára gamal, men bara iðrar seg um, at hann ikki fór í gongd eitt sindur fyrr. – Ja, hetta er øgiliga stutt­ ligt og fangandi, og eg kann bara viðmæla øllum at fara í gongd. Tað er ongantíð ov seint at byrja, tí í golf kunnu øll vera við. Og so er tað fyri mín part eisini nokk so hugtakandi, at í golf bjóðar tú í veruleikanum tær sjálvum av, heldur enn nøkrum øðrum. Men allíka­ væl spælir tú ímóti øðrum, men út frá tínum for­treyt­ um. Hetta við sínum egnu fortreytum snýr seg um ta styrkimeting, ið verður brúkt í golfi, tí har eru trý sløg av holum, sum eru par 3, par 4 og par 5, sum merkir, at ein góður golfspælari klárar eitt par 3 hol við trimum sløg­ um, eitt par 4 hol við fýra sløgum og so framvegis. Ein spælari, sum ikki er so góður, brúkar fleiri sløg, og tey sløgini, hann brúkar meira, verða roknað sum hansara handikapp. – Ein golfvøllur hevur van­liga 18 hol, og klárar ein spælari at koma ígjøgnum øll 18 holini við 18 sløgum meira enn ein góður spælari, hevur hann í miðal eitt slag meira á hvørjum hol. Tað vil siga, at hann hevur eitt handikapp upp á 18, greiðir Jógvan frá. – Og her koma vit so aftur til tað við at spæla ímóti sær sjálvum, tí um ein spælari við høgum handikappi megn­ar at vera eitt slag undir sítt handikapp, meðan tann góði spælarin er beint á sínum handikappi, so er – Golf er øgiliga stuttligt og fangandi, og eg kann bara viðmæla øllum at fara í gongd. Tað er ongantíð ov seint at byrja, tí í golf kunnu øll vera við. Og so er tað fyri mín part eisini nokk so hugtakandi, at í golf bjóðar tú í veruleikanum tær sjálvum av, heldur enn nøkrum øðrum, sigur formaðurin í Tórshavnar Golffelag, Jógvan Amonsson, ið sjálvur byrjaði fyri níggju árum síðani Jógvan Amonsson: Ongantíð ov seint at byrja Mynd: Álvur Haraldsen