Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 ítróttur tað í veruleikanum tann við hægra handikappinum, sum vinnur. Tí kunnu fólk við ymiskari styrki saktans spæla ímóti hvørjum øðrum, tí handi­kappið syrgir fyri, at styrki­lutfallið er í lagi. Tað vil siga tað sama, sum at eg í prin­sippinum spæli eg ongan­tíð ímóti øðrum enn mær sjálvum. Krevur nógva tíð Sum sagt, so byrjaði Jógvan Amonsson sjálvur at spæla golf í 2005, og hann var millum annað við før­oyska ferða­lag­num, sum tað summarið var til Oyggja­ leikir­nar í Hetlandi, har hann fór við, tí hann fegin vildi spæla golf sjálvur á onkrum av golf­vøllunum, sum eru har. – Hetta bleiv ein túrur, har eg fekk eitt sindur av Oyggjaleikunum við, tí eg var og hugdi at flogbólti, svimj­ing, frælsum ítrótti og øðrum, men brúkti eis­ini nógva tíð uppá at spæla golf. Har fekk eg tó onga undir­ vísing, men tað havi eg so fingið seinni á Himmerland í Danmark, har fór við konuni og teimum báðum yngstu syn­unum, tí eg fegin vildi gera tey áhugað fyri golf eis­ ini, sigur Jógvan. – Golf kann vera nokk so tíðarkrevjandi, so tí var tað gott, um eg fekk serliga konuna við eisini, og tað eydn­aðist. Hon er við nú sum oftast, og vit hava fyri kortum verið niðri í Dan­ mark ein túr, umframt at vit í næstum fara til Íslands, har ein kapping á hvørjum ári er á Akureyri beint eftir ólav­søku. Sjálvir geri eg nógv við at spæla golf, tí eg royni spæla, tá tað er spælandi, og eg hugsi, at eg spæli golf í miðal einar tríggjar ferðir um vikuna. Tórshavnar Golffelag, sum áður kallaðist Tórs­ havnar Golfklubbur, fylti fyri kortum 25 ár, og í tí sam­ bandi hava eini 16 fólk, harav 10 spældu golf og hini seks vóru við sum makar, verið á vitjan í eysturenska býnum Colchester, ið sigst vera elsti býur í Bretlandi. – Nógvir møguleikar eru fyri at spæla golf í bæði Onglandi og Skotlandi, men tíverri eru ikki so góðir ferða­ møguleikar at ferðast tann vegin úr Føroyum. Hinvegin ber til at fara til Íslands og Danmarkar við Norrönu, so tað ber altíð til at finna okk­ urt stað, har spælast kann, sigur Jógvan. – Tað eru eisini fleiri, ið fara av landinum at spæla, so skjótt møguleiki er fyri tí, tí allastaðni finnur tú um­ støður, sum eru frægari enn tær, vit hava á Glyvursnesi. Vit hava einki golfhús sum so, men bara tveir skúrar, sum vit keyptu fyri einum fýra ella fimm árum síðani úr Skotlandi. Har kunnu so nøkur fólk sita inni, og er veðrið gott, ber eisini til at sita úti á terassuni. Vøllurin á Glyvursnesi er eisini bara níggju hol, sum bara er ein hálvur vøllur eftir altjóða máti og tí, ið finst alla aðrastaðni. Men akkurát tað heldur Jógvan ikki vera so avgerandi, tí aðrastaðni eru tey byrjað upp á sama máta. – Sum dømi kann eg nevna Whalsey í Hetlandi, har teir fyri nógvum árum síðani fóru undir at gera ein golfvøll úti á einum nesi. Hann er 18 hol nú, men er byrj­aður upp á sama máta sum hjá okkum. Og verður­ lík­ind­ini er heldur ikki nakað, ið skal halda okkum aftur, tí vindur er allastaðni. Tað sóu vit nú um dagarnar, tá teir spældu Scotland Open, at vindurin er bara ein partur av spælinum, sigur hann. Spæla golf niðri Tá prátið kemur inn á at fáa ein nýggjan golfvøll bygdan í Føroyum, dylur Jógvan Amonsson ikki fyri, at hetta kann hava sera nógv at siga fyri golf í Føroyum, og hann nevnir tað sum eitt tað týdningarmesta ítróttar­ fram­brot her á landi. – Vit skulu minnast til, at golf mennist nokk so skjótt og hevur gjørt tað í fleiri ár. Nógvir undir føroyingar, sum lesa niðri, spæla golf har, og eg veit um fleiri av teimum, sum búgva á Oyrar­ sundi, ið spæla golf úti á Amager. Tá vit tosa um at fáa tey ungu heimaftur, so skulu vit jú eisini hava nak­að til teirra at fara til, og har er golf so eitt tilboð, ið eg haldi, at vit eiga at kunna geva teim­um, tá tey koma heim­ aftur, sigur hann. – Í ferðavinnuhøpi kann golf eisini vera eitt sera gott íkast, tí tað eru nógv fólk, sum ferðast runt fyri at spæla golf, og kunnu tey spæla golf í Føroyum, so er eisini ein møguleiki fyri, at tey kunnu koma hendavegin. Golft­urisman vindur sera nógv upp á seg, so har eiga vit sjálv­andi at fara eftir at fáa tað, sum vit kunnu fáa burtur úr tí. Men hinvegin vil eg siga, at ein golfvøllur altíð eigur at verða grundaður á tey lokalu, sum skulu brúka vøllin í gerandis­degnum. Tá tosað verður um golf í ferðavinnuhøpi, so heldur Jógvan Amonsson tað vera nærliggjandi fyrst at fáa tey ferðafólk at spæla golf, sum koma hendavegin við teimum mongu ferða­vinnu­ skipunum, tí hetta eru so ferða­fólk, ið longu koma henda­vegin. – Høvdu vit eina lítla kei, so smábátar kundu siglt út við fólk, kundu vit í fyrsta um­fari satsað upp á hesi ferða­fólkini, sum komu við skipunum. Men tað eru eisini longu nú nógv fólk, sum koma til Føroya, sum handils­reisandi ella fólk í summar­frí, sum kundu hugsað sær at sloppið at spælt golf, og tá kundi verið gott at fingið víst teimum á um­støður og karmar, har tað eitt nú bar til at leita sær eitt golfsett. Men tað krevur umstøður, og tær hava vit ikki ordiliga í dag. Sjálvt ein ordiligur vegur út á Glyvurs­ nes hevði gjørt mun rætta vegin, sigur hann. Eingin ivi er um, at for­ maðurin í Tórshavnar Golf­ felag hevur tað soleiðis, at um ein nýggjur golfvøllur var í eygsjón, hevði tað verið bæði hugaligari og stuttligari at verið við, umframt at tað vildi givið felagnum eitt fram­brot, tí óivað vildu fleiri blivið limir, vóru um­støður­ nar betri. – Tey, sum hava verið á Glyvursnesi, hava verið glað fyri umhvørvið og út­sýnið, umframt at har eru nógv kríatúr, bæði seyður, harur, fuglur og onkuntíð kanska onkur kópur. So kring­um­ støðurnar hava vit so góðar sum nakar, tí her eru veru­ liga møguleikar at ganga í tí frísku luftini og síggja tey ymsu fyribrigdi, sum eru í náttúr­uni, sigur Jógvan Amonsson. hilmarjan@sosialurin.fo profilurin Mynd: Álvur Haraldsen – Ja, hetta er øgiliga stutt­ligt og fangandi, og eg kann bara viðmæla øllum at fara í gongd. Tað er ongantíð ov seint at byrja, tí í golf kunnu øll vera við., sigur Jógvan Amonsson