Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 117 - 23. juni 2004 Nr. 117 - 23. juni 2004 7 Felagið sær stórar møguleikar í sínum 9 ára loyvi. Verður boringin í Cambo- feltinum hinumegin markið væleydnað metir felagið, at tað kann fáa stóran týdn- ing fyri 005 loyvið á føroyska landgrunn- inum OLJA Jan Müller jan@sosialurin.fo Áðrenn løgtingið fór í summarfrí samtykti tað at farast kann undir eina nýggja útbjóðing av økjum til oljuleiting á føroyska landgrunninum. Síðani hevur Oljufyrisitingin boð- að frá, at latið verður upp fyri hesi útbjóðing eftir summarfrítíðina, soleiðis at loyvi kunnu latast um árs- skiftið ella fyrst í komandi ári. Eitt av feløgunum, sum ætlar sær at vera við í eini komandi útbjóðing er Før- oya Kolvetni/Faroe Petrole- um. Tað kom so eisini til sjóndar at oljuráðstevnu í Havn herfyri og kemur tað fram í ársfrágreiðingini fyri í fjør, sum kom út herfyri. Millum luttakarar á sein- astu oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum her- fyri vóru eisini fleiri gamlir kenningar frá tíðini, tá ar- beitt varð við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum, teirra millum Patrick Whit- ley, ið starvaðist hjá Cono- co við føroyaøkinum frá 1996 til 2002, sum saman við Texaco royndi at fáa leitiloyvi. Hetta eydnaðist ikki, tí kappingin var sera hørð. Í dag er Patrick Whitley jarðfrøðiligur ráðgevi hjá Faroe Petroleum, sum er móðurfelagið hjá Føroya Kolvetni í Bretlandi. Patrick Whitley sigur við Sosialin, at føroyaøkið framvegis er eitt áhugavert leitiøki og ætlar Faroe Petroleum sær at leggja stóran dent á leiting á øllum Atlantsmótinum í framtíð- ini eisini. – Vit hava ætlanir at vera við í bæði 22. út- bjóðing í Bretlandi og 2. út- bjóðing við Føroyar sigur Patrick Whitley, sum tekur sær av hesum uppgávunum saman við øðrum fakfólki. Felagið er so eisini við í tveimum loyvum við Før- oyar saman við ENI. Patrick Whitley sigur, at teir vóru við til at nominera øki á føroyska landgrunn- inum herfyri, og tað borgar so helst fyri, at teir fara at søkja eisini. Helst verða teir ikki einsamallir men partur av øðrum samtaki. Tað er so nakað, sum teir í løtuni samráðast um. Tað skilst, at Føroya Kol- vetni eisini roynir at koma uppí loyvi vestan fyri Het- land, eitt nú Suilven og Laggan, sum kunnu gerast lønandi fund. – Vit kanna møguleikan at finna olju og gass í báð- um hesum loyvum og halda, at her eru møguleik- ar sigur hann. Men til tess at kunna vera við í leiting krevst kapital- ur. Felagið hevur útvegað ein kapital uppá 270 mió. kr. Sambart roknskapinum hjá felagnum hevur Føroya Kolvetni brúkt einar 100 mio kr. í føroyska økinum higartil. Hetta m.a. til bor- ingina í fjør saman við ENI. Nú um dagarnar kom út frágreiðing um roknskapin og um virksemi hjá Faroe Petroleum við heitinum »Exploration – unlocking value in the Atlantic marg- in«, t.e. leiting, sum skal lata upp fyri virðum á Atlantsmótinum. Víst verð- ur á, at leiting á Atlants- mótinum er á einum týð- andi vegamóti og Faroe Petroleum er væl útgjørt til at hava ein týðandi leiklut. Verandi Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum sigur, at felagið er komið fyri at verða, og at tað hevur eitt lið av vælútbúnum fakfólki til at arbeiða við framtíðar avbjóðingum. Í fjør gjørdi felagið av at økja sín lut í loyvunum 002 og 005 á før- oyska økinum úr 7% upp í 25%, og fór samtíðis undir at samráðast við ENI um at keypa seg inn í tvey loyvi í bretskum øki, har fund longu eru gjørd, nevniliga Suilven og Laggan. Av ymsum orsøkin skilst er hetta ikki komið endaliga uppá pláss enn. Fyri Faroe Petroleum var 2003 eitt ár við framburði stendur í ársfrágreiðingini. Felagið varð, sum tað fyrsta føroyska, skrásett á virðis- brævamarknaðinum í Lon- don, har 150 mio. kr. vórðu fingnar til vega. Úrslitið av boringini á loyvi 002 á sumri 2003 var eitt vónbrot, men tó eru áhugin og vónir- nar góðar á føroyaøkinum. Graham Stewart sigur víðari, at sum eitt framfýsið leitingarfelag, miðjar Faroe Petroleum ímóti at økja um virði felagsins við fram- haldandi leiting á Atlants- mótinum. Felagið er væl fyri fíggjarliga, hevur eina góða leiðslu, frálík leiti- loyvi og góð útlit eru fyri vøkstri. Ein spennandi framtíð við stórum avbjóð- ingum og møguleikum liggur fyri framman leggur stjórin í felagnum, Graham Stewart aftrat. Í ársfrágreiðingini hjá Faroe Petroleum verður eis- ini mett um møguleikarnar at gera framstig í oljuleit- ingini á Atlantsmótinum. Víst verður m.a. á, at verð- ur boringin í Laggafeltinum vestan fyri Heland væl- eydnað, kann tað enda við tí fyrstu gassfamleiðsluni á Atlantsmótinum. Hetta kann so fáa týdning fyri menn- ingina av øðrum gassfund- um og møguligum fram- tíðar fundum við Føroyar eisini. Faroe Petroleum er eisini við at gera fleiri nýggjar kanningar av økinum eitt nú við at kortleggja møgu- liga framhaldið av Marjun- feltinum í loyvi 001 inn í syðra partin av loyvi 002, sum Eni og Faroe Petrole- um standa fyri. Góðar vónir Nomið verður eisini við 9 ára loyvið 005, sum ENI og Faroe Petroleum standa fyri. Góðar vónir eru eisini fyri hesum loyvinum og verður sagt, at »it contains at least two extremely large structural prospect«. T.v.s. at tað inniheldur tvey sera stór prospekt. Hesi eru eis- ini øðrvísi enn tey, sum man higartil er farin eftir á føroyska økinum. Í frágreiðingini verður eisini víst á spennandi brunnin Cambo, sum liggur beint hinumegin markið. Har eru Amaerada Hess og onnur feløg í løtuni við at bora ein avmarkingar- brunn. Brunnurin varð fyrstu ferð boraður í 2002 . Um avmarkingarbrunnin, sum verður boraður í skriv- andi stund, stendur í frá- greiðingini, at hann kann: »confirming what the directors believe to be a positive outcome of the initial exploration well.« Víst verður á, at endurskoð- að seismiskt tilfar frá loyv- inum 005 (loyvið hjá Eni og Faroe Petroleum í før- oyska økinum) bindur Cambo strukturin í eitt av teimum stóru prospekt- unum í loyvi 005. Tí metir leiðslan í Faroe Petroleum eisini, at teirra 9 ára loyvi 005 í føroyska økinum »is particulary exiting with potential to hold significant commerci- al quantities of hydrocarb- ons.« At tað »er serstakliga áhugavert við møguleika fyri stórum oljugoymsl- um.« Í hesum sambandi fer Faroe Petroleum tí at ar- beiða víðari við at skilja alt hetta økið betri. Roynt verður í í hesum árinum at vita, um tað ber til at fara undir at bora ein brunn í hesum økinum 005. Tann avgerðin skal so takast í seinasta lagi í januar 2006. Faroe Petroleum plc er móðurfelag hjá Føroya Kol- vetni P/F. Enskt skrásetta Faroe Petrolum varð stovnað í 2002 fyri at fáa atgongd til váðafúsa fígging á altjóða kapitalmarknaðinum í London. Henda fígging er neyðug fyri framhaldandi olju- og gassleiting á før- oyska landgrunninum, men er ikki tøk í nóg stóran mun í Føroyum. Felagið hevur skrivstovur í Tórshavn og Aberdeen. Meginparturin av starvsfólkinum eru føroyingar. Fakta Patrick Whitley, ráðgevi hjá Faroe Petroelum, her stæddur í Norðurlandahúsinum á oljuráð- stevnu saman við Richard Hardmann, ráðgeva hjá Atlantic Petrolum Mynd: Jan Müller Leiðslan í Faroe Petroleum. Aftast frá vinstru, Niels Sørensen, Graham Stewart, Meinhard Jacobsen og Joseph Darby Kelda Faroe Petroleum. Vit síggja loyvini hjá Faroe Petroleum á landgrunninum 002 og 005. Verður úrslitið gott av eini boring, (krossur, Cambo) beint himumegin markið eystan fyri 005, sum verður boraður í løtuni, kann tað vera sera positivt fyri 005-loyvið, har tey hjá Faroe Petroleum siga seg síggja stórar strukturar í undirgrundini Kelda Faroe Petroleum Føroya Kolvetni við í 2. útbjóðing Atlantsflog er farið undir at flúgva russ- iskar sjómenn til Mur- mansk. Fyrsti túrurin varð gjørdur mána- dagin við 80 sjómon- num við hvønn vegin FLOGFERÐIR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Eitt nýtt stig hjá Atlantsflog er nú at flúgva russiskar sjómenn til Murmansk. Hetta er fingið í lag í sam- starvi við Skipafelagið og Árna Dam, sum sigur, at ar- beitt hevur verið við hesum ætlanum í fleiri ár. Mánamorgunin varð so flogið fyrsta túrin til Mur- mansk við 80 sjómonnum við hvønn vegin. Talan var um manningaskifti umborð á einum russiskum skipi, sum hevur ligið í Føroyum. Reiðaríið er russiska Mur- mansk Trawl Fliet. – Tað ber til hjá russisku reiðarunum at spara eina rúgvu av tíð og peningi við hesum, sigur Árni Dam, russiskur konsul. Hann leggur afturat, at tað er við vælvild frá øllum myndug- leikum, at hetta í dag letur seg gera. Eftir tørvi Flogið verður eftir tørvi og samstundis eisini soleiðis so at tað hóskar til tíðina hjá Atlantsflog. Nú verður arbeitt uppá at menna hetta samstarvið uppaftur meira, og Skipa- felagið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá øðrum reiðaríum, sum eru áhugað í hesum samstarvi. Fyrr eru russisku sjó- menninir farnir av føroyska feltinum og yvir til Bergen fyri at skifta fólk. Tá tað nú vónandi fer at vera møgu- ligt at flúgva manningina beinleiðis til Russlands, verður tað bæði bíligari og lættari. – Fyribils verður bara tal- an um flutning av sjófólki, sigur Árni Dam, sum fegn- ast um nýggju møguleikar- nar. Talan verður ikki um nakra fasta rutu til Russ- lands, men er russiski konsulin vísur í, at hetta kann gerast til ein góðan vinnuveg hjá øllum pørt- um. Flogferðin til Murmansk úr Vágunum tekur annars beint undir tríggjar tímar. Eitt lágtrýst, sum hevur ligið suðuri við Noreg, er stóri synd- arin í føroyska veðr- inum VEÐURLAG Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað munnu vera fleiri, sum eftirlýsa góðum føroyskum summarveðrið. Enn hevur illa borið til at taka grillina við út í garðin ella at leita sær ein túr oman á ein sand. Einstakir sóldagar hava verið í mai mánað, men av- fallið hevur verið væl yvir miðal seinastu tveir mánað- irnar. Sambært Peturi Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi, so er tað eitt lágtrýst, sum liggur suðuri við Noregi, ið er orsøkin til, at føroyska veðrið í seinastuni hevur verið so keðiligt. – Lágtrýstið ger, at vit hava fingið áhaldandi høg- ætt í Føroyum, og tað hevur givið okkum kalt veður, sigur Petur Skeel Jacobsen. Av tí, at hetta lágtrýstið liggur so nær við Føroyar, so hevur tað eisini havt nógv avfall við sær. Mai mánaður hevði meira avfall enn vanligt, og í juni hevur eisini longu verið meira av- fall enn tað plagar. Óvist Tað hevur verið lýtt alt árið ígjøgnum og bæði mai og juni hava verið lýggari enn vanligt. Men hvussu verður við restina av sumrinum, dugir Petur Skeel Jacobsen ikki at spáa. – Vit kunnu bara vóna, at juli mánaður verður fræg- ari, men tað ber ikki til at siga nakað enn, sigur Petur Skeel Jacobsen. Hann veit tó at siga, at um vikuskiftið kemur hann lágt. Tað hevur lýggjari veður við sær, men suður- oyingar kunnu ikki vænta sær nakað gott jóansøku- veður. Lágtrýst forðar summarveðrinum Ein reiðari er ákærdur fyri fimm brot á útlendinga- lógina, umframt brot á revsilógina LÓGARBROT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Kári Hansen, reiðari, er ákærdur fyri fimm brot á útlendingalógina. Talan er um ein litava, sum hevur verið mynstraður umborð á skip hansara uttan arbeiðsloyvi. Við Dimmalætting sig- ur Kári Hansen, at ar- beiðsloyvið var á veg, og talan var bert um ein formligan spurning. Grovt lógarbrot Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at hetta verður sætt, sum eitt grovt lóg- arbrot. Litavin varð í desember 2002 útvístur úr Føroyum og misti inn- fararaloyvið í eitt ár. Av tí, at reiðarin sjálv- ur varð mynstraður um- borð og litavin ikki varð mynstraður, er reiðarin tí eisini ákærdur fyri brot á §162 í revsilógini. Talan er um ein línu- bát, og verjin sigur, at bát- urin hevur ikki mynstr- ingarskyldu. Í løtuni er ákæruvaldið í holt við at kanna teir túrararnar, litavin var við á, og hvussu leingi bátur- in var burtur teir túrarnar. Tí um báturin hevur ver- ið burtur í meira enn tvey døgn, so er mynstringar- skylda. Málið verður nú kann- að víðari, og tað verður væntandi tikið uppaftur í rættinum einaferð í aug- ust. Eitt lágtrýst, sum hevur ligið suðuri við Noregi, hevur havt við sær, at higartil hava føroyingar ikki fingið teir stóru sólglottarnar í summar, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur Savnsmynd Atlantsflog flýgur russarar til Murmansk Atlantsflog er nú farið undir at flúgva russiskar sjómenn beinleiðis til Murmansk í Russlandi. Fyrsti túrurin varð flogin mánadagin í sambandi við manninga- skiftið umborð á hesum russiska trolaranum, sum hevur ligið á Sundi Mynd: Jens Kr. Vang Mánamorgunin fleyg Atlantic fyrsta túrin til Mur- mansk við 80 sjómonnum við hvønn vegin Savnsmynd Ákærdur fyri brot á útlendingalógina C M Y K 7 6