Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Í meira enn 20 ár hevur verið kjakast um eina kommunala nýskipan í Føroyum. Frá at hava 51 kommunur eru vit komin niður á 30, men hetta talið er alt ov høgt, skulu vit hava ein effektivan rakstur av almennu uppgávunum, siga serfrøðingar. Talan um kommunu­ sam­an­leggingar tagnaði tó brátt, tá fyrrverandi inn­ lendis­málaráðharri, Kári P. Højgaard, skrivaði út eina fólkaatkvøðu um kom­ munu­samanleggingar í maj 2012. Valluttøkan var 32 % og meirilutin av hes­um 32 % atkvøddu ímóti kom­munu­ samanleggingum. Síðani hevur orðið kom­munu­sam­ an­legging ikki verið talað, og ætlan­in er slept. Men tær 30 kommunurnar í Føroyum eru alt ov lítlar og dýrar. Tær eru ein forðing fyri, at landspolitikarar kunnu føra ein fíggjarpolitikk í Føroyum yvirhøvur, og tær eru ein forðing fyri, at tær nýskipanir, sum eru neyðugar innan eldraøkið og fólkaskúlan, kunnu gerast á ein skynsaman hátt. Tað sigur bú­skap­ar­frøð­ ingur og fyrrverandi lands­ stýris­maður fyri Sambands­ flokk­in, Magni Laksafoss. Hann heldur, at tað besta hevði verið, um Føroyar var eitt øki – tað vil siga, at ongar komm­un­ur vóru yvirhøvur. - Fyri tað fyrsta standa kommun­ur­nar fyri einum so stórum parti av útreiðslunum í hesum sam­ felag­num, at tað er ógjørligt hjá landstýrinum at føra ein fíggjarpolitikk. Tað vil siga, at hóast at okkara fólka­ valdu ynskja at eitt nú halda aftur, tí tekin eru um ein ovur­upp­hitaðan búskap, so hava teir ikki møguleika fyri tí. Kommunurnar um­sita størsta partin av út­reiðslu­ num, og tær kunnu gera sum teim­um lystir, sigur Magni Laksa­foss. Í Danmark eru kom­mun­ ur­nar undirlagdar fólka­ tingi­num og kunnu sraffast, um tær ikki gera, sum sagt verð­ur, men hetta er ikki gald­andi í Føroyum, leggur hann aftrat. Ein kommuna Um tað var upp til Magna Laksa­foss var Føroyar ein kommu­na – og harvið áttu kom­mun­ur­nar heilt at verið av­tikn­ar. - Hevur tú eina kommunu er eingin grund til at tosa um kommunur, so í roynd og veru átti alt, sum liggur undir kommununum at ligið undir ein­um Innlendismálaráði. Før­oy­ar er so lítið, at skalt tú reka so stórar skúlar og so stór ellisheim, at tey verða nóg bílig í rakstri, skulu tað nógv størri eindir til enn tær nígg­ju kommunurnar, sum tos­að hevur verið um, sigur hann. Eitt ellisheim eigur at hava eini 150 búpláss, og tað hevði verið skilagott at bygt vard­ar íbúðir nærhendis, so tær kundu nýtt sama køk og vaskarí og so framvegis. So­statt eiga eini 400 fólk at kun­na gangnýta somu út­ gerð og serkunleika á sama staði, heldur hann. Í dag er ógjørligt at gera al­mennu tænasturnar nóg bílig­ar, tí kommunurnar, sum skulu skipa eldraøkið og eitt nú leggja skúlar saman, eru so lítlar, at tað ikki ber til at at skapa effektivar eindir, sig­ur Magni Laksafoss. Hann samanber Føroyar við Grønland og Bornholm. Grøn­land er farið frá at vera býtt sundur í 18 kommunur til at hava fýra kommunur og Bornholm, sum er sum Før­oy­ar til støddar, er ein kommu­na. Magni Laksafoss trýr tó ikki, at politiska skipanin fer at góð­taka, at kommunurnar verða sleptar heilt, men held­ ur, at tað í so fall í mesta lagi eiga at vera fýra kommunur í Føroyum, um tær skulu kun­ na lyfta tær uppgávur, sum tær fáa í framtíðini. Føroyar stórar avbjóðingar Búskaparliga eru Føroyar á eini vandakós. Landskassin hev­ur eitt sonevnt struktur­ elt hall. Tað merkir, at vit hava ov nógvar út­reiðsl­ur samanborið við inn­tøk­ur. Fyri at bøta um hetta mugu broytingar gerast, um vit vilja tað ella ei, sigur Mag­ni Laksafoss. - Vit fáa munandi færri børn, tí skulu vit hava færri skúlar, og vit fáa fleiri eldri, tí eiga ellis- og røktarheim at verða nógv meira effektiv. Tað krevur, at skúlarnir verða lagdir saman, og tað sama er galdandi fyri ellisheimini, sigur Magni Laksafoss. Men heldur enn at byggja stór ellis­heim, halda vit fram við at byggja smá ellisheim. - Okkara skipan er s­o­ leiðis, at tú fær pengar fyri hvønn brúkara, men hvørt heim skal gjalda fyri sín køk, sítt vaskarí og so framvegis. Rætta loysnin hevði verið tí­ skil at bygt størri ellisheim – soleiðis gera tey alla aðra stað­ni, tað er ikki nakað eg havi funnið upp á leggur hann aftrat. Annika Olsen, land­stýris­ kvinna sigur seg ganga inn fyri kom­munu­saman­ leggingum, men er ikki samd í, at ellisheim skulu vera ov stór. - Eg haldi ikki, at vit bara skulu hugsa um effek­tivi­ ser­ingar og stórrakstur. Eg haldi, at tað er hugaligari hjá teimum gomlu at búgva í smærri eindum, so hasum taki eg ikki undir við, sigur hon. Hugalig smá heim, er tó ikki nógv verd, um tey ikki hava ráð til ta tænastu, sum tørvur er á, sigur Magni Laksa­foss, og sipar til, at tey ikki hava ráð til heitan mat í viku­skiftinum á Hamragarði. - Vit mugu tryggja okkum, at vit hava ráð til at taka okk­ um av teimum gomlu – eisini um 20 ár. Hetta er okkara for­ eldur, vit tosa um, og eg vil ikki annað enn, at tey skulu hava tað gott, sigur hann. Kostnaðurin fyri tæn­ast­ ur veittar til eldrarøkt fara at veksa komandi árini og fer at trýfaldast um 25 ár, sam­ stundis við, at arbeiðs­ork­an minkar. Kommunurnar skulu burtur Kommunurnar eru ein forðing fyri at føra fíggjarpolitikk sum heild, og tær eru ein forðing fyri, at neyðugar nýskipanir innan eldraøkið og skúlaverkið kunnu gerast, sigur Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur. Hann heldur, at Føroyar eiga at vera ein kommuna Føroyar hava serliga stórar avbjóðingar, tá tað kemur til samanseting af fólkinum. Hetta merkir, at nýskipan av skúlum, ellisheimum og sjúkrahúsum eru enn meira átroðkandi enn í okkara grannalondum. Tað ber tó ikki til at gera hesar nýskipanir, tí kommunurnar eru ov lítlar til at gera effektivar stovnar við bíligum rakstri, sigur Magni Laksafoss kommunusaman­legging