hósdagur 7. august 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Annika Olsen, Fólkaflokk
urin, og Sirið Stenberg,
Tjóðveldi, sita ofta hvør
sínu megin borðið – ikki
minst tá talan fellur á
eldraøkið, sum verður lagt
út til kommunurnar tann 1.
januar 2015.
Men tær eru á einum
málið um, at Kári P. Høj
gaard steðgaði allari til
gongd til eitt 20 ára langt
kjak um samanlegging av
kommunum, og at hetta var
betri ógjørt.
Kjakið um kommunu
samanleggingar
tykist
ógjørligt at fáa lív í aftur.
Tað varð lagt í grøvina
med alla, tá ein meiriluti
av teimum 32 % føroying
unum, sum ómakaðu sær
at luttaka í fólkaatkvøðuni
í 2012 søgdu nei til kommu
nusamanleggingar.
Búskaparfrøðingurin
Magni Laksafoss heldur
ikki, at tað ber til at finna
haldgóðar
búskaparligar
loysnir við verandi 30 kom
munum.
Tungar uppgávur
Í Degi og Viku mándadagin
týsdagin 5. august greiddi
hann frá, at arbeiðsorkan
fer at minka niður í 20.000
samstundis við, at talið av
eldri borgarum fer at vaksa
tilsvarandi.
Føroyska
samfelagið
megnar ikki at ganga
framtíðar
avbjóðingum
á møti við so smáum
kommunum,
bæði
tí
tær eru dýrar at umsita,
og tí at tað samstundis
verða lagdar sera tung
ar uppgávur út til kom
munurnar, sum tær als
ikki megna at lyfta.
Hóast ætlanin um at
leggja kommunurnar sam
an kollsilgdi í 2012, hevur
samgongan nemliga hildið
fast um tær ætlanir, sum
vóru tengdar at hesum: At
leggja eldraøkið og barna
verndarøkið út til kom
munurnar. Haraftrat skulu
skúlarnir leggjast út sam
bært stevnuskránni hjá sit
andi samgongu, men hetta
er ikki gjørt enn.
Umframt hesar upp
gávur hava kommunurnar
longu fingið barnagarðs
økið at røkja, og tískil fara
allar tær tungu vælferðar
uppgávurnar hjá samfelag
num at liggja undir kom
mununum framyvir.
Dýrt hjá kommunum
At taka yvir barnagarðs
økið var sera dýrt hjá
kommununum, men tað
verður øðrvísi við eldraøki
num, sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna. Pengar
nir fylgja við hesu ferð, og tí
er tað bert ein spurningur
um, hvør skal gera tað.
Hesum er Sirið Stenberg
ikki samd í.
- Við forskatting av pen
siónum
tók
landsstýrið
samstundis tann partin av
skattinum, sum skuldi fara
til kommunurnar, tá fólk
fáa pensiónina útgoldnað.
Hetta svarar til meira enn
100 milliónir krónur, sum
landsstýrið hevur tikið frá
kommununum, og tískil er
talan ikki um pening, sum
kommunurnar fáa tilførd
ar, sigur hon.
Forskattingin av pen
siónum merkir somuleiðis,
at eldri brúkarar av teimum
vælferðartænastum, sum
kommunurnar skulu veita,
onga skattainntøkur hava
við sær í framtíðini, og tað
er sostatt ikki møguligt
at síggja, hvar pengarnir
skulu koma frá, sigur hon.
Annika Olsen er ósamd,
og sigur, at landið sjálvsagt
skal gjalda fyri vælferðar
tænasturnar til eldri og at
veitingin til ommunurnar
fara at vaksa tilsvarandi.
Skulu leggja
saman sjálvboði
Í verðandi lóg kunnu kom
munurnar leggja saman,
men tað skal vera sjálv
boðið. Soleiðis er tað eisini
eydnast at koma niður á 30
kommunur, men hetta er
bara ikki nokk, sigur Magni
Laksafoss.
Í
sambandi
við,
at
eldraøkið
er
lagt
út,
gjørdi
landstýriskvinnan
í almannamálum lóg um
samstarvseindir,
sum
áleggur ávísum kommun
um at samstarva um eldra
økið.
Hetta
samstarvið
er gingið sera gott, og
hon vónar, at nakrar av
kommununum av sínum
eintingum velja at føra
samstarvið víðari og at
leggja kommunurnar sam
an.
Sirið Stenberg, ið er
býráðslimur í Vágs Kom
munu umframt at vera løg
tingskvinna fyri Tjóðveldi
er samd í at samstarvið
gongur gott. Hon sigur, at
tíðin vil vísa um summar
kommunur fara at leggja
saman av sínum eintingum.
Bumbað 100 ár
aftur í tíðina
Fólkaatkvøðan hjá Kára P. Højgaard bumbaði okkum 100 ár
aftur í tíðina, hvat viðvíkur kommununýskipanina, sigur Annika
Olsen landsstýriskvinna. Ein kommununýskipan er neyðug, men
eingin politikari fer at nerta tað nú, tá ein meiriluti segði nei í
2012, vilja bæði Sirið Stenberg og Annika Olsen vera við
Kommunuútreiðslur í Suðuroy
Hvalba
Borgarstjórin .......................................................... 237.079
Bygdarráðið ............................................................ 262.969
Fyrisiting ................................................................. 833.443
Tilsamans
1.333.491
Sumba
Borgarstjórin .......................................................... 172.625
Varaborgarstjórin......................................................15.005
Bygdarráð ..................................................................48.480
fundir og skeið ..........................................................73.472
fyrisiting .................................................................. 448.714
Tilsamans
758.296
Porkeri
Borgarstjórin .......................................................... 179.920
Bygdarráðið ...............................................................60.440
Fyrisiting ................................................................ 357.734
Tilsamans
598.094
Hov
Borgarstjórin .......................................................... 124.643
Bygdarráðið ...............................................................87.560
Fyrisiting ....................................................................60.000
Tilsamans
272.203
Tvøroyri
Borgarstjórin .......................................................... 631.254
Býráðið .................................................................... 586.746
Vørur og tænastur ................................................. 108.000
Fyrisiting annars
5.690.000
Tilsamans
7.016.000
Vágur
Borgarstjórin ......................................................... 603.000
Býráðið .................................................................... 606.000
Fyrisiting annars ................................................4.036.000
Tilsamans
5.245.000
Fámjin
Borgarstjórin .............................................................92.734
Bygdaráðslimir ..........................................................56.033
Fyrisiting annars .................................................... 209.578
Tilsamans
358.345
Borgarstjóraløn tilsam.
2.041.255
Alt tilsamans
15.581.429
Kostar
15,6 milliónir
at umsita
Suðuroynna
Tað
er
upp
til
kommunurnar sjálvar, um
tær velja at leggja saman
við øðrum kommunum,
og hóast ein kanning í
2003 vísti, at meira enn 80
prosent av suðuroyingum
tá
gingu
inn
fyri
kommunusamanlegginum,
eru enn sjey kommunur í
Suðuroynni.
Í 2012 kostaði tað 15,6
milliónir krónur at umsita
Suðuroynna
og
meira
enn tvær milliónir krónur
fóru til borgarstjóralønir,
vísir ein uppgerð, sum
Sosialurin gjørdi í oktober
2012. Umsitingin verður
munandi dýrari framyvir, tí
kommunurnar eisini hava
fingið eldraøkið at umsita
kommunusamanlegging