hósdagur 7. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Vit
fáa
ongantíð
eina
effektiva eldrarøkt við teim
um kommununum, sum vit
hava í dag. Tað sigur Magni
Laksafoss, nú tankin um at
kommunusamanleggingar
er jarðaður, og eldraøkið er
lagt út til kommunurnar.
Men landsstýriskvinnan
í almannamálum, Annika
Olsen
sigur,
at
tað
er
óhugsandi at broyta komm
unuskipanina nú, tí komm
unurnar hava úr at gera við
at fáa samstarv í lag í sam
bandi við eldraøkið.
-
Tað
hevði
veri
óðamannaverk, at fari at
byrða kommunurnar við
tí nú. Tær arbeiða hart við
eldraøkinum og at fáa eitt
samstarv at koyra. Eitt sam
starv, sum tær eiga stórt rós
uppiborið fyri, leggur hon
aftrat.
Kommunurnar eru ov
lítlar til at lyfta tað stóru
uppgávuna, sum tað er, at
yvirtaka eldraøkið, og fyri
at bøta um hetta, gjørdi
landsstýriskvinnan
ikki
mætari enn at lóggeva um
samstarvseindir. Eitt nú
eru tær sjey kommunurnar
í Suðuroynni eitt samstarv
søki, og hetta er á ein hátt
ein tvungin samanlegging
sigur Sirið Stenberg.
- Eg haldi, at tað hevði
verið betur, um landsstýris
kvinnan hevði lagt eina lóg
um kommunusamanlegging
fram fyri løgtingið, um tað
er tað, sum hon vil hava. Á
hendan hátt fáa vit jú ikki
viðgjørt málið, sigur Sirið
Stenberg.
Hóast at hon heldur,
at
samstarvið
millum
kommurnar
í
stóran
mun
er
væleydnað,
so
eru
samstarvseindirnar
ikki
ein
loysn
upp
á
vantandi kommunusaman
leggingarnar.
Hetta er nakað rót
Kommunurnar, sum skulu
samstarva fáa størri fólka
grundarlag at arbeiða útfrá,
men nógv praktisk viður
skifti gerast nakað rótut,
heldur Sirið Stenberg.
- Kommunurnar hava
ymisk
skattaprosent
og
ymiskar mentanir. Summi
hava bygt ellisheim og hava
skuld, onnur ikki. Nú skulu
allir brúkarar hava somu
atgongd til umstøðurnar og
tað verður rótut, sigur hon.
Hon sipar til, at man í
sunnaru
kommununum
í Suðuroynni hevur bygt
Harmagarð, og kommun
urnar hava skuld í sam
bandi við hetta. Í norðari
helvt hava tey ikki bygt
nakað ellisheim, so tá tey
koma inn á eitt nú Hamra
garð, fær kommunan eina
rokning. Trupulleikin er
ikki óloysiligur, men tað er
roksut og førur nógva um
siting við sær.
Lættari gerst tað ikki, tá
hugsað verður um, at nøkur
heilt onnur samstørv gera
seg galdandi, tá tað kemur
til barnavernd og skúlar.
Samstarvið
hevur
verið
gott, og tað kann hugsast, at
summar kommunur leggja
saman av sínum eintingum,
men hetta fer ikki at vera
galdandi yvir ein kamb.
- Skattaprosentið í eitt
nú Suðuroynni er sera
ymiskt. Onkur hevur 17
% onkur hevur 23% Hvør
politikari hevur hug til at
áleggja sínum borgarum,
at skula gjalda meira í skatt
við at leggja saman við ein
ari aðrari kommunu? Spyr
Sirið Stenberg.
Skapar sosialan
ójavnvág
Hon heldur sum heild, at
tað fer at skapa ójavna í
samfelagnum, at kommun
urnar fara at taka sær av
stórt sæð øllum vælferðar
tænastum.
- Tað er sera ymiskt,
hvussu væl kommunur eru
fyri.
Kommunurnar
eru
verri fyri í útjaðaranum,
har fólk hava eina nógv
lægri miðalinntøku, og tí
verða
skattainntøkurnar
nógv lægri. Haraftrat hava
vit lutfalsliga fleiri eldri,
og framyvir fara tey ikki
at hava eina skattainntøku
við sær, tí pensiónirnar eru
forskattaðar, og teir peng
arnir eru brúktir, sigur Sirið
Stenberg. Hon ivast ikki í, at
kommunurnar fara fúsar til
verka, og at tær fara at gera
sítt besta, men tað verður
trupult í framtíðini, heldur
hon.
- Eg dugi ikki at síggja,
hvussu vit skulu gjalda
hetta um 20 ár. Vit hava ong
ar inntøkur til hetta í kom
mununi. Kommunan hev
ur bara skattakrónur sum
inntøku, og nú skulu kom
munurnar eisini lata ein
skattalætta. Hesin skatta
lættin til tey lág- og miðal
løntu er givin upp á nakkan
á teimum sjálvum, tí hetta
fer at merkja brúkaragjald,
sigur Sirið Stenberg.
Hon heldur, at føroyskur
politikkur sum heild er
merktur av, at tað verður
hugsað ov stutt.
- Hetta er eittsindur
”hovsa-kent” og er eitt tekin
um, at vit hugsa alt ov stutt
í Føroyum. Eg haldi Magni
Laksafoss segði tað sera
væl í kjakinum í Degi &
Viku, har hann lýsta okkara
fangaramentalitet.
Tað
gongur fínt beint nú, og tí
gera vit so og so. Men vit
hyggja ikki eftir, um tað er
haldbart í longdini, sigur
Sirið Stenberg.
Burturvið at leggja
eldraøkið út uttan
kommununýskipan
At leggja eldraøkið út til
kommunurnar uttan at
hava gjøgnumført tær
neyðugu broytingarnar innan
kommunuskipanina er heilt
burturvið, heldur Magni Laksafoss
kommunusamanlegging
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og býráðslimur í Vágs Kommunu, heldur, at tað er
høpisleyst at lata kommunurnar standa fyri øllum teimum tungu uppgávunum, og at tað fer
at merkja størri sosialan ójavnvág, tí tað er ymiskt hvussu kommunurnar eru fyri
Arbeiðsorkan verður minni og vit verða
fleiri eldri. Kelda: Magni Laksafoss