hósdagur 7. august 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jóannes Hansen
Tað er nógv talvvirksemi í
Tromsø í hesum døgum. Síð
ani síðsta leygardag hava telv
arar kring allan heimin sett
dám á norska býin. Samlaða
talið er væl omanfyri fimt
an hundrað. Í opna bólkin
um eru 882 tilmeldaði, og í
kvinnukappingini er luttak
aratalið 673.
Fyrsta OL kappingin var
í London í 1927. Føroyar lut
tóku fyrstu ferð í 1970, tá ið
19. kappingin var í Siegen í
Vesturtýsklandi. Síðani hava
føroyingar verið við í øllum
kappingunum, og í hesum
døgum er 41. kappingin.
Føroyska liðið var hesa
ferð styrkismett sum numm
ar 73 av 177 liðum. Tað er
hægri styrkismeting, enn Før
oyar áður hava havt. Tað vil
siga, at styrkistølini hjá før
oysku telvarunum eru í miðal
hægri, enn tey plaga at vera.
Tað kemst fyrst og fremst av,
at Helgi Dam Ziska er rokkin
væl longri fram á listanum,
enn nakar føroyskur telvari
áður hevur verið. Styrkistalið
hjá
Helga
var
undan
kappingarbyrjan 2507. Hann
er fyrsti føroyski telvarin, sum
hevur rokkið so høgt.
Helgi Dam Ziska er besti
føroyski telvarin nakrantíð,
men tølini siga, at tað eru
nógvir
telvarar,
sum
á
pappírinum eru betri enn
hann. Helgi er nummar 223
av teimum 882, sum luttaka
í opnu kappingini í Tromsø.
John Rødgaard er nummar
362 við styrkistalinum 2361,
John Arni Nilssen er nummar
395 við styrkistalinum 2322,
Olaf Berg er nummar 398 við
styrkistalinum 2320 og Høgni
Egilstoft Nielsen er nummar
450 við styrkistalinum 2256.
Helgi og Høgni
Í gjár var frídagur, og í dag er
grannauppgerð, tá ið Ísland
og Føroyar bresta saman.
Undan hesum umfarinum er
Ísland nummar 45, og Føroyar
eru á 53. plássi. Merkisvert er
tað, at fleiri onnur norður
lond eru aftanfyri Føroyar:
Svøríki er nummar 54, Finn
land nummar 76, og Danmark
er á 98. plássi!
Flóvin þór Næs var før
oyameistari í 2000. Umframt
at telva í Føroyum hevur
hann seinnu árini telvað í
Danmark og eisini í Íslandi,
har hann á hvørjum ári lut
tekur í hvussu so er í einum
umfari í liðkappingini. Hann
heldur, at íslendingar eru ikki
so fegnir um, at føroyingarnir
sita hinumegin borðið í dag:
– Íslendingarnir kenna
seg at hava alt at tapa, tá ið
teir telva ímóti Føroyum,
sigur Flóvin þór Næs á síni
facebook vangamynd.
Undan frændadystinum
eru tað serliga tveir av før
oysku telvarunum, sum hava
staðið seg væl.
Annar er Helgi Dam Ziska,
sum burturúr fýra teimum
fyrstu umførunum vann 3
½ stig. Hann helt frí í fimta
umfari. Um tað framvegis
fer at ganga væl hjá Helga í
hesi kappingini, so er góður
møguleiki
fyri,
at
hann
verður fyrsti føroyski GM í
talvi. Hann hevur ognað sær
tveir IM. Fyri at verða GM
skal hann lúka tvær treytir.
Aðra – at vinna styrkistal
oman fyri 2500 – hevur hann
rokkið. Hin – at vinna tríggjar
IM – hevur hann møguleika
at røkka í hesi kappingini.
Hin telvarin, sum hevur
staðið seg væl, er 17 ára gamli
Høgni Egilstoft Nielsen, sum
er við í talv OL fyri fyrstu
ferð. Fyrr í ár vann hann
FM fyri lið við Sandavágs
Talvfelag, og síðani vann
hann FM fyri einstaklingar.
Hann var við í fimm teimum
fyrstu umførunum, og burt
ur úr teimum vann hann 3
½ stig. Tað hevur víst seg,
at Høgni ofta stendur seg
væl fram ímóti endanum
á kappingum. Tí kann tað
væl hugsast, at hann fer at
gera eitt skarvslop á styrkis
listanum, tá ið henda kapp
ingin verður av.
Politikkurin
Aftur hesa ferð er Finnbjørn
Vang ferðaleiðari hjá føroyska
talvlandsliðnum. Tað hevur
hann verið fleiri ferðir áður.
Á ferðini í Tromsø er eis
ini annað á dagsskrá hjá
Finnbirni enn at taka sær av
føroysku telvarunum. Tað
man ikki vera so torfør upp
gáva, tí burtursæð frá Høgna
Egilstoft Nielsen, so hava teir
allir fleiri ferðir áður luttikið
í talv OL, og tískil vita teir,
hvat tað snýr seg um.
Mánadagin fer europeiska
talvsamgongan, ECU, á aðal
fundi at velja nýggja nevnd.
Valið er skipað á tann hátt, at
fimm limir verða valdir á ein
um og sama lista, og so verða
tríggir einstaklingar valdir
aftrat. Tveir listar og nakrir
einstaklingar bjóða seg fram.
Finnbjørn Vang hevur
góðar vónir um, at tað skal
eydnast listanum, har hann
er á, at vinna teir fimm sess
irnar í ECU:
– Tað er nógv prát um valið
her í Tromsø. Høvuðsmaður
á okkara lista er Zurab
Azmaiparashvili,
sum
er
forseti í talvsambandinum í
Georgia. Vit stilla upp ímóti
sitandi forsetanum, sum er
Silvio Danailov úr Bulgaria.
Tað verður mett, at vit hava
undirtøku frá fleiri enn
hin listin, men nú fáa vit at
síggja. Okkara aðalmál er,
at europeisk telving aftur
skal verða umsitin og stýrd
av europearum og ikki av al
tjóða talvsamgonguni FIDE.
Hvussu ber tað til, at ein
føroyingur er uppstillaður?
– Tað kemst av, at teir feg
nir vildu hava ein á listan
sum umboðar smáu talv
tjóðirnar. Vit eru tíggju smá
ar talvtjóðir í Europa, sigur
Finnbjørn Vang úr Tromsø.
Føroyar í altjóða
talvfamiljuni
Finnbjørn Vang er í uppskoti at verða varaformaður í europeisku talvsamgonguni,
og Helgi Dam Ziska er á veg at verða fyrsti føroyski GM í talvi
Helgi Dam Ziska er besti føroyski telvarin nakrantíð
Finnbjørn Vang