hósdagur 7. august 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landskendi havsvimjarin í
Vestmanna, Maria Humme
land á Heygum, vanliga rópt
Mia, fer um níti ára hvarvið
í
vikuskiftinum.
Rættari
sunnudagin. Hon var borin
í heim hin 10. august 1924.
Yngsta dóttir teirra, Háldan
Haldansen úr Vestmanna
og Mariu H. Haldansen, fødd
Hummeland, ið var slekt
að úr Stavanger í Noreg. Í
Sálmunum fáa vit at vita,
at: “Sjúti ár er æviskeið várt,
og um mikil er megin áttati
ár, og teirra dýrd er bert sút
og møði, tí tíðin renn-ur, og
vit fljúgva avstað.” Onkurs
vegna tykist Mia vera ein
andsøgn til hesa bíbilsku pro
klamatiónina, tí tað kennist
sum bítur tíð og aldur ikki á
henni, nú hon er farin 10 ár
um vanligan kempualdur.
Hóast dramatisku byrjanina
í lívinum, mamman doyði tá
hon bert var 10 dagar gomul,
so
hevur
hon
umframt
íbornu sjálvsmegina, likam
liga og sálarliga, gjørt tey
røttu valini, ið hava flutt
hana fram ígjøgnum tíðina
sum eitt at kalla tíðarleyst
fenomen.
Vit eiga ikki nógva fjøl
skyldu í Vestmanna, hon
er so langt burturi í slekt
ini, at kennskapurin hevur
verið lítil. Kortini visti eg,
at langomma mín í Heið
unum,
Kristina,
slektað
av Oyrareingjum, og kona
mikla framtaksmannin Ólav
bónda á Heygum, ið bar sama
navnið, Kristina, vóru systk
inabørn. Annars kendi man
bara so hissini javnaldrar
nar í hesi bygdini, frá hond
bóltsdystum á Kongsteigum,
á gamla vøllinum omanfyri
skúlan, og øvut á vøllinum í
Heimistovubønum omanfyri
skúlan á Glyvrum. Um hesa
tíðina fyri 42 árum síðani
hendi so tað, at eg á fyrsta
sinni umframt mangar aðrar
ungdómar úr øllum Føroyum
hitti ein vestmenning í tún
inum í Hoydølum, har bráð
pannan
í
gymnasialari
kenslu var og er. Bjørn á
Heygum var komin alla ta
longu leiðina í Hoydalar á
prutli, eg á sama hátt innan
av Skálafjørðinum við mjólk
arbátinum, og soleiðis flætt
aðust okkara lív saman í
ein lívslangan vinskap, har
vit at kalla hava verið sum
húsfólk hjá hvørjum øðrum.
Eitt hálvt ár í ófrælsinum á
Kostdeildini var ikki okkara
koppur av te, og haðani
fluttu vit oman í nakrar
kjallaraklivar undir Varða,
har vit seinri komu at búgva
í tí sum mest av øllum líktist
einum kollektivi, saman við
floksfeløgunum
Ásmundi
Guðjónssyni
og
Sámali
Ravnsfjall.
Soleiðis kom eg at kenna
havfrúnna úr Vestmanna -
Miu. Haldi meg ikki gera ov
nógv av, tá eg sigi, at eisini
vit bæði við tíðini gjørdust
vinfólk, og tað hevur altíð
verið fragd og sálarkveiking
at hitt hesa óvanliga frynt
ligu madammuna á máli,
í
høvuðsstaðnum
ella
í
hugnaliga heimi hennara í
Vestmanna, har ból eisini
hevur verið reitt okkum, tá
eitthvørt hevur verið á vási
har norðuri.
Hóast skakandi lívsbyrj
anina sum móðurloysingur
eftir tíggju sólarringar, vann
hon seg væl fram. Seinra
kona abba hennara, Marin
Elisabeth Hummeland, inni
á Fitjum í Vestmanna, tók
hana til fosturs. Morbróðurin
Gunnar Hummeland var eis
ini í húsinum, og sigast kann
sostatt, at hon vaks upp inni
á Fitjum.
Eftir
skúlagongdina
í
heimbygdini, sum tá í tíðini
var vanligi fólkaskúlin, tókst
hon við ymisk fyrifallandi
arbeiði. Eitt nú ansaði hon
børnum, var í fiskaarbeiði og
eisini var hon ekspeditrica
í handli. Sum tannáringur,
undir seinru heimsstyrjøldini,
fer hon til Tórshavnar á
húsarhaldsskúla. Fastir mín
Jenny, sum var gift við Chr.
Eli Lamhauge og mostir
mín Petra, gift við gamla út
varpsstjóranum Niels Juel
Arge, gingu á hesum sama
skeiði, soleiðis komu tær
eisini at berast við hvørja
aðra, komnar úr hvør sínum
heraðshorni
í
Føroyum.
Tað sum eftir var av stríðs
árunum var hon arbeiðs
genta – í húsi, sum tað eisini
róptist - hjá kenda apotekar
anum Juul.
Eftir kríggið vendir hon
heimaftur, og somikið hevði
hon sogið í seg av royndum
hesi árini í høvuðsstaðnum,
og so dygt var viðførið, at
hon átók sær at standa fyri
Klædnabúðini, krambúðini
hjá Jóhan Jacobsen, tann
seinri so kendi útgerðar
maðurin á fyrsta hekku
togaranum í Føroyum, Kap
Farvel. Hon gavst í hesum
starvi í 1953, árið, sum í allar
mátar gerst eitt markamót
í lívi hennara. Hon hevði
hitt og lagt ástir saman við
bygdarmannin Brynjolf á
Heygum. Sonur Ólav bónda.
Brynjolfur var ikki hvør sum
helst, originalur í hini mest
positivu
merkingini,
ein
karismatisk
persónligheit,
sum vestmenningar tíðum
taka til, tí hann var stór
skemtari,
sjónleikari
av
Guðs góðu náði, og dugdi
sum ongin at vinkla sínar
dagsaktuellu viðmerkingar
á ein slíkan hátt, at tær bitu
seg fastar hjá honum, sum
sat undir. Tað sæst aftur í
kálvføðingini, eitt nú skal
Katrin
Thomassen
hava
sagt, at Bjørn var tann næm
ingurin av øllum, hon hevði
frálært, sum hevði tað skil
vísastu søgufatanina. Vest
menningar siga, at stundum
fekk Mia ikki døgverðapottin
á køksborðið, tí at Brynjolfur
brúkti bestikk og borðiskar
til tað at sjónliggera fyri
soninum, hvussu herliðini
stóðu
andvegis
hvørjum
øðrum á hermótunum undir
eitt nú seinra heimsstríði,
ein innlæring í strategiskan
og eisini taktiskan militeran
hugsanarhátt. Umframt alt
hetta hevði hann egið virki í
Vestmanna.
Í Vestmanna er hundurin
hjá Brynjolfi, Bibs róptur,
líka
legendariskur
sum
kendu hundarnir í klassisku
bókmentunum.
Søgurnar
eru ótaldar um hann, og ein
av nógvum er um ta ferðina
Bjørn við nýfingnum koyri
korti, við Akseli Dahl-Olsen
sum fyrstahonds vitni, í
einum samanstoyti við eina
trivaliga geldær hevði skam
ferað bilin hjá pápanum til
ókenniligheit. Spurnir gingu
vestmenningar á Brynjolf
fyri at frætta, hvussu illa
akfarið var farið, og fyri at
fáa hansara niðurstøðu um
málið at vita. Han gav seg
til endans og segði teimum,
at umframt sundursorlaða
bilin var sjálv nummarplátan
so illa farin, at sjálvt Bibs
megnaði ikki at lesa seg fram
til, um vrakið var hansara
gamli bilur ella ikki.
Mia og Brynjolfur giftust
í 1953. Árið eftir fáa tey hin
frumborna sonin, ið tey
róptu Bjørn. Tey flestu vita
um hann at siga, hann er ein
av fáum akademikarum í
landinum, sum hættir sær at
hava eina almenna meining
um viðkvom samfelagslig
mál. Seks ár seinri fær hann
eina systir, Rúnu, sum síðani
gjørdist ein tann størsti
songfuglurin í landinum.
Røddin í sanginum “Á Ferð í
Dreymalandi” á legendarisku
LP-plátuni hjá Terja og Føstu
fressum er hennara. Stemm
an
rúmar
øllum
hinum
musiska
universinum
og
kensluspælinum, og ongin
hevði kunnað sungið hendan
frábæra sangin betri enn
Rúna. Hon hevur ikki stungið
høvdið so langt fram sum
onkur annar, men talentið
og potentialið er øgiligt.
Hevði rokkið hægstu tindar
um ambitiónirnar vóru til
júst tað.
Føðingardagsbarnið
er
landskend
sum
svimjari,
sum havsvimjari. Hon hevur
svomið hvønn einasta dag,
tað hevur viðrað bara so
nøkulunda, síðani 26. februar
1961. Meini at hon segði mær,
at eitthvørt órógv í húðini
var orsøkin til, at ein komm
unulækni hevði givið henni
ráðini at svimja í sjógvi, og
hetta var heilivágur við lít.
Hon svimur við sama lag,
líka íðin, og er í grundini
íspinnarin og katalysatorurin
til tað landsumfatandi bran
dið, har annað hvørt menn
iskja dagliga stoytir seg útav
brúgvum,
lendingum
og
seiðabergum. Í frálíku doku
mentar-kykmyndini,
sum
hin evnaríki ommusonurin
Heiðrikur gevur snikkað til
um ommuna og svimjingina,
er hon forævigað sum slóðari
á hesum øki.
Nú kundi man hugsað at
ein einsamallur havsvimjari
í meiri enn hálva øld, var
so
individualiseraður,
at
hann ikki skoytti øðrum ein
tanka. Mia hugsar øðrvísi.
Hon var við til at stovna
Vestmanna Svimjifelag mið
skeiðis í seksti-árunum í
hinari øldini, og stóð fyri og
skipaði svimjingina hjá vest
mannabørnum um kvøld
arnar í samfull fýrati ár. Tá
børnini meiri ella minni vóru
komin undan, vendi Mia
aftur til arbeiðsmarknaðin. Í
seinru helvt av sjeytiárunum
fór hon til verka á Vestmanna
Fiskavirki, og har var hon
haðartil bygdarinnar virki,
sum so mangt annað kring
landið alt, bráðsteðgaði av
stóru
búskaparkreppuni
fyrst í nítiárunum. Sam
stundis hevur hon verið sera
virkin í felagslívinum í Vest
manna og luttikið í ymsum
skeiðsvirksemi og felags
tiltøkum, tá høvi hevur verið
til tað.
Hennara
innara
megi
er dyggari enn hjá teimum
flestu, men ivaleyst er viljin,
treiskni og hugurin til dag
ligu havsvimjingina eisini
ein orsøkin til, at visti tú
ikki betri, so metti tú hana í
hvussu er at vera heilt væl
yngri enn hagtølini siga tær.
Umframt
havfrúgvalívið
gongur hon íðin langar túrar
í natúruni, sum geva henni
ein væl yngri motorikk enn
hjá teimum flestu, ið røkka
90-ára hvarvinum.
Fjølskylda
hennnara
sigur, at Maria Hummeland
á Heygum heldur sín 90 ára
føðingardag í nýggja missi
ónshúsinum í Vestmanna
leygardagin hin 9. august. Tey
sum ynskja at heilsa uppá
Mariu á 90 ára føðingardegi
hennara eru vælkomin at
hitta hana í nýggja missións
húsinum ímillum kl. 16:00 –
20:00.
Sjálvur fari eg við hesum
fáu og fátæku orðum at
ynskja Miu hjartaliga til
lukku
við
teimum
níti
árunum, og hóast sólin er
komin nakað vesturum á
himmalloftinum, ein dygg
an gerandisdag í tíðini fram
eftir, í sama tempo og vigøri
sjálvandi. Tað hevur verið
ein framíhjárættur at kent
tygum øll hesi árini, tað
flógva lyndið, opna sinnið og
breiði favnurin, sum rúmaði
øllum sum komu um tínar
ræsur, hava verið mongum
til fyrimunar og ugga.
tórbjørn jacobsen
Havfrúgvin 90 ár