hósdagur 7. august 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Kommunufelagið
Heðin Mortensen
Formaður
Kommunufelagið
Í sambandi við umrøðuna av
løgmansrøðuni í løgtinginum
seinastu tveir dagarnar, hevur
løgmaður, og fleiri tingfólk
við honum, róð framundir, at
tað eru kommunurnar, sum
skulu geva teimum lágløntu
skattalætta. Men veruleikin
er, at sama løgting als einki
hevur gjørt fyri at skapa
kommununum møguleikar
fyri at geva skattalætta, held
ur tvørtur ímóti.
Tað
er
hugstoytt
hjá
kommununum
áhaldandi
at hoyra, at tað eru komm
unurnar, sum taka skattin frá
teimum lágløntu, pensjón
istum, støkum uppihaldarum
v.m., og at tað tískil er komm
urnar uppgáva, at veita lág
lønarbólkum ein lætta.
Veruleikin er at komm
unurnar heldur enn fegnar
vildu latið hendan lætta, men
tað er landið sum má skapa
kommununum
neyðugu
fyritreytirnar. Hetta hava
landsins myndugleikar als
ikki roynt ella sýnt vilja til.
Heldur
hinvegin,
verður
frá landsins síðu áhaldandi
máað burtur av fíggjarliga
tilverugrundarlagum
hjá
kommununum.
Bert viljin var til staðar
Í 2012 var munandi skattalætti
latin í landsskattinum. Fígg
ingin
av
skattalættanum
var fingin til vega við eini
kollveltandi broyting í skatt
ingini av pensjónum. Frá at
skatta pensjónir við útgjald
var farið yvir til at skatta
pensjónir
við
inngjaldi.
Hetta gav landinum eina
meirinntøku á omanfyri 200
mió. kr. sum áleið svaraði
til kostnaðin av skattalætt
anum. Fyri landið var skatta
lættin
sostatt
útreiðslu
neutralur.
Men
samstundis
fór
eisini fram ein grundleggj
andi broyting í mun til inn
tøkubýtið av pensjónsskatt-
inum. Higartil var skatturin
av pensjónum javnt býttur
millum land og kommunur,
men í sambandi við for-
skattingina av pensjónum,
var politisk avgerð tikin um,
at øll inntøkan skuldi fella í
landskassan, ímeðan einki
kom í kommunukassarnar.
Hevði politiski viljin verið,
at
kommunurnar
kundu
latið ein skattalætta, so hevði
man bert skula hildið áfram
við at býtt inntøkurnar javnt
millum land og kommunur.
So
høvdu
kommunurnar
kunna latið ein skattalætta á
omanfyri 100 mió. kr.
Seinni
hevur
landið
skaffað sær sjálvum mun
andi inntøkur bæði frá ali
vinnuni og frá silda- og
makrel
fiskiskapinum.
Hevði politiski viljin verið, at
kommunurnar kundu latið
ein lætta, so hevði man sjálv
sagt bert skulað latið komm
ununum ein part av hesum
inntøkum, men so var ikki.
Politiski viljin var, at allar
inntøkurnar skuldu koma
landskassanum til góðar,
hóast tað eru kommunurnar,
sum í samband við t.d. ali
vinnuna
skulu
liva
upp
til strong krøv um útlát í
firðir, góða vatngóðsku v.m.
Við øðrum orðum eru tað
kommunurnar, sum skulu
skapa og fíggja karmarnar,
ímeðan landið tekur sær
inntøkurnar.
Samstundis
hava
ser
skattaskipanir av ymiskum
slag havt við sær, at alsamt
færri gjalda kommunuskatt.
Vánaligar skattaavtalur við
onnur lond hava við sær, at
inntøkugrundarlagið hjá
kommununum er viknandi.
Alt viðurskifti sum komm
unurnar ikki hava møguleika
fyri at ávirka sjálvar.
Hetta er bert einstøk
dømi úr rúgvuni, sum vísa,
at landið í sínum fíggjarpoli
tikki als ikki tekur hædd fyri
kommunalum áhugamálum,
men bert sættar sær sjálv
um.
Í kommununum er
viljin til staðar
Kommunurnar vildu heldur
enn fegnar latið sínum borg
arum ein lætta, men komm
unurnar hava bert eittans
bein at standa á, nevniliga
kommunuskattin.
Tá
ið
landsins politikarar sam
stundis við síni kassahugsan
bert
røkja
áhugamálini
hjá landskassanum, so er
lætt at forfjóna fíggjarliga
ábyrgdarbýtið millum land
og
kommunur,
og
billa
almenninginum inn, at tað
eru kommunurnar, sum við
beráddum huga taka pening
frá teimum lægstløntu.
Hjá kommununum skort
ar ikki vilji at lata lágløntum
skattalætta, men viljin at
skapa kommununum neyð
ugu fyritreytirnar tykjast
snøgt sagt ikki verða til
staðar.
Føroyafobi og politiskir konubukarar
Annita á
Fríðriksmørk
Vit hava eina samgongu, sum
tilvitað hevur niðurlagað
teir stovnar og skipanir, sum
minna um føroyska tjóðar
bygging:
•
Búskapargrunn Føroya
tømdu tey
•
Landsbanka Føroya
løgdu tey niður
•
Virðisbrævamarknað
Føroya avtóku tey,
•
Persónligu
upplýsingarnar sendu
tey av landinum, og
•
Tjóðarflogfelag okkara,
Atlantsflog, góvu tey ein
undir vangan.
Tað, sum minnir um føroyska
servitan, frøði og eigaraskap
skal niðurlagast. Føroyafobi
kanst tú av røttum kalla
hetta, táið man soleiðis ræð
ist, at vitan og serfrøði og
tjóðarbygging fær fastatøkur
her á landi.
Tá
so
Fólkaflokkurin
nú krýpur til krossin og
viðgongur síni mistøk og
biðjur um umbering, minnir
tað um konubukaran, sum
biðjur bukaðu konuna um
umbering og bønar hana um
at koma aftur, við lyfti um, at
hann skal ongantíð gera tað
aftur! Tað tragiska er bara, at
bukaða konan verður svikin
- aftur og aftur!
“Vit mugu hava okkurt,
sum vit kunnu trúgva uppá”,
“eina tjóðaskapargongd eftir
miðlinjuni”, sigur Fólkaflokk
urin.
Spurningurin er bara, hvar
miðjan er millum fullveldi,
øðrumegin og føroyafobiini
hinumegin?
Spurningurin er eisini,
hvussu somu fólk, sum við
ídni og spenningi stýrdu
omanfyrinevndu niðurlag
ing, nú kunnu vilja tað mót
satta.
Kommunurnar vilja fegnar lata lágløntum skattalætta
Til Tjóðveldi
Eldra Tjóðveldið
4. august 2014
Eldrað
Tjóðveldið
óttast
øktu skuldarbindingina av
føroyska landskassanum við
heili fimmti prosentum yvir
tíggju ár, samstundis sum
lands- og kommunukassarnir
hava tikið eina helvt meiri
inn frá fólki í skattum og
avgjøldum hesa somu tíð.
Hesin peningurin hevði
ligið munandi betur í lumm
unum hjá løntakarunum,
sum tá høvdu fingið eina
hylling á, um tað nú mundi
loysað seg at arbeiða ella
ikki.
Tað undrar almikið, at
tann búskaparvøkstur, ið
so at siga svimur upp á
land av sær sjálvum, verður
inntøkuførdur sum skilvísur
politikkur, samstundis sum
politisku
inntrivini
við
árligum landskassahalli, ið
økja um skuldarbindingina,
verða tagd burtur.
Hildið verður, at føroyska
samfelagið lættliga fær ein
álvarsaman skelk, um bú
skaparliga flóðaldan uttan
eftir broytist nevnivert.
Eldra Tjóðveldið heldur,
at almennu Føroyar alt ov
ofta loypa um, har garðurin
er lægstur.
Hetta sást ma., tá tey eldru
ikki skuldu fáa ov dýran
mat, eitt nú grind at eta,
samstundis sum skipaðar
ólógligar atsóknir uttaneftir
ongan almennan politiskan
áhuga tykjast hava.
Tað er ikki at skilja, at
útlendskir
yvirgangsfe
lagsskapir sleppa at liva
og láta sum teimum lystir,
samstundis sum føroyingar
í Føroyum verða kriminali
seraðir við avlurtingarskip
anum av alskyns slagi.
Sama atgerðarloysið sæst
eisini aftur í, at almennu
Føroyar
ikki
enn
hava
havt eina meining um, at
størsti
einstaki
keyparin
av føroyskum útflutningi
hevur ábyrgdina av, at eitt
ferðafólkaflogfar, har sløk
300 fólka hava latið lív, er
skotið niður.
Roknað verður við, at vit
fara at síggja klassamun í
eldrarøktini kring landið,
nú alt orðaskiftið og øll
kunning hesum viðvíkjandi
bráðtagnaði, nú landsstýrið
ikki megnaði uppgávuna og
tveitti ábyrgdina frá sær yvir
á kommunurnar.