mikudagur 23. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 117 - 23. juni 2004
Nr. 117 - 23. juni 2004
9
Heðin Mortensen,
sum setti útoyggja-
stevnuna í Hesti leyg-
ardagin, segði, at næst
eftir jarðarbrúki, hev-
ur bygdin livað av út-
róðri, og í hesum
sambandi hava menn
miðvíst og stigvíst út-
bygt havnalagið. Í
nýggjari tíð hava
hestmenn eisini verið
við til at byggja eina
góða ferjulegu til
Teistan, sum bindir
oynna saman við
meginøkinum og
grannaoynni, Sand-
oynni
ÚTOYGGJASTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var útoyggjaumboðið í
Hesti, Sanna Silvurstein,
sum beyð vælkomin til
stevnu í Hesti leygardagin.
Stigtakarar av stevnuni
hesaferð, vóru fólk í Hesti
og Koltri, og ein týðandi
leiklut í øllum tí praktiska
hevur
ungmannafelagið,
Randarsól, havt.
Bygdarfólkið hevði gjørt
ein fittan røðarapall við
ovara enda av einum ný-
renoveraðum, gomlum hús-
um, har tvey stór føroysk
fløgg hingu á flaggstong
niðan úr húsunum og niðan
í túnið.
Sanna fegnaðist um, at so
nógv fólk høvdu leitað sær
út í Hest, og hon fegnaðist
eisini um, at veðrið var til
vildar hendan dagin.
Hon vísti á, at tað júst í ár
eru liðin sjeyti ár, síðan hin
stóri fólkafundurin varð
hildin í Hesti.
– Fundurin varð hildin
uppi á oynni, norðruri á
Møl, og gudstænasta varð
hildin her í túninum, har
prósturin,
Jákup
Dahl,
prædikaði.
Sanna vísti til greina-
savnið, Hugbirtingar hjá
Peturi Háberg, har hesin
kallar hendan minniliga
dagin, »Heiti dagurin í
Hesti«.
– Petur skrivar, at tað
vóru eini 1500 fólk í Hesti
summardagin, 10. juni í
1934, og hetta var heitasti
dagur, sum mong vistu um
at siga.
Útoyggjaumboðið segði,
at Jákup Dahl eisini hevur
skrivað eina søgu um túrin,
sum hann nevnir, »Vegurin
niðan á oyggj«.
Sanna takkaði annars øll-
um, sum hava verið við í
fyrireikingunum til stevn-
una, tí eitt slíkt tiltak kann
tykjast rættiliga møtumik-
ið, tá ið so fá fólk eru á
staðnum.
– Men tað má eg siga. Øll
hava víst hesum stóran
áhuga, bæði fólk her í
bygdini og onnur, sum hava
tilknýti til bygdina. Mong
eru tey, sum hava gjørt sítt
til, at vit í dag kunnu halda
stevnu her úti.
Hon takkaði eisini bygda-
ráðnum og øllum teimum,
sum hava stuðlað tiltak-
inum peningaliga.
Sanna gloymdi heldur
ikki at takka ungmanna-
felagnum í bygdini, Rand-
arsól, sum hevur havt
høvuðsábyrgdina av øllum
tí praktiska.
– Hesi hava gjørt eitt sera
gott arbeiði, segði hon.
Útoyggjaumboðið segði
seg vóna, at stevnudagurin í
Hesti fer at festa seg í
minnið hjá teimum, sum
vitja oynna, eins og minni-
ligi dagurin fyri sjeyti árum
síðan gjørdi tað.
Tá ið Sanna vegna fólkið
í Hesti og Koltri hevði boð-
ið øllum at vera hjartaliga
vælkomnum, gav hon Heð-
ini Mortensen, býráðslimi í
Havn, orðið til at seta
stevnuna.
Heðin vísti á, at Út-
oyggjafelagið er ein felags-
skapur, sum skal virka fyri
betri umstøðum á øllum
økjum hjá teimum, sum
búgva á útoyggj. Í hesum
arbeiði skulu sereyðkennini
og ynskini hjá fólkinum í
hvørjari einstakari oyggj
hava ein týðandi leiklut.
Soleiðis stendur skrivað í
viðtøkum felagsins, sum
samtyktar vórðu á stovn-
andi aðalfundinum, 13.
desember 2001.
Hann vísti á, at tær
oyggjar, sum hoyra uppí
bólkin,
útoyggjar,
eru:
Fugloy, Svínoy, Kalsoy,
Mykines, Koltur, Hestur,
Skúvoy og Stóra Dímun.
– Hetta er triðji aðalfund-
ur felagsins, og miðjað
verður eftir, at útoyggjarnar
skiftast um at skipa fyri
aðalfundi.
Heðin vísti á, at tað er
ivasamt, nær hugtakið, »út-
oyggj«, er uppfunnið, men
valla er tað serliga gamalt.
Heldur ikki er full semja
um, hvat hugtakið merkir.
– Sambært Fróðskapar-
felagnum merkir útoyggj
fjarskotin oyggj, sum liggur
uttarlaga í oyggjalandi.
Hann helt, at hetta hóskar
illa til Hest, tí oyggin liggur
meira miðskeiðis í land-
inum.
– Meira hóskandi tykist
nýggjari definitiónin at
vera, at útoyggj er oyggj,
sum tú bara sleppur til sjó-
vegis ella við tyrlu. Hetta
merkir, at talan er um eina
oyggj, sum hvørki hevur
tunnilssamband ella annað
fast samband.
Heðin vísti á, at tað er
ikki bara Hestur, sum ligg-
ur miðskeiðis í landinum.
– Hyggja vit at søguni,
tykist oyggin at hava verið
roknað sum partur av sjálv-
um miðøkinum.
Hann segði, at Niels
Winther skrivar í fornsøgu
Føroya um bygdirnar.
– Her er áhugavert at
síggja,
at
hann
býtir
Streymoynna í tveir partar
longu frá Tróndar tíð í
Gøtu. Norðurstreymoy var
ein partur fyri seg, og
Suðurstreymoy somuleiðis
ein partur fyri seg.
Heðin segði, at í dag
verður nógv tosað um
kommunusamanleggingar,
og fólk í Hesti og Koltri
hava einmælt samtykt at
leggja saman við Tórshavn-
ar kommunu.
– So, stuttligt er at síggja,
at hesar oyggjar longu í
fornari tíð vóru ein náttúr-
ligur partur av hesum mið-
øki, og mugu vit tí endiliga
ikki halda, at »samanlegg-
ingar« ella »miðøki« eru
nýggjari fyribrigdi.
Býráðslimurin
nevndi
eisini stóra fólkafundin,
sum var í Hesti í 1934, sum
Føroya
Ungmannafelag
skipaði fyri.
– Ikki kunnu føroyingar
tá hava mett oynna sum
nakra útoyggj í týdning-
inum av, at hon lá serliga
langt burtur, tí sambært
søguni, vitjaðu hendan dag-
in eini 1500 fólk í Hesti.
Hvussu hestsfólk hava tikið
sær av so nógvum gestum,
er ikki lætt at vita, men
fólkið her á staðnum er til-
tikið fyri sítt gestablídni.
Heðin nevndi eisini guds-
tænastuna, sum Jákup Dahl,
próstur, helt á móðurmál-
inum á pallinum, sum stóð
á køksgrundini framman-
fyri húsini í Kovanum.
– Sagt verður, at veðrið
var so gott og stilt, at eldri
fólk, sum ikki orkaðu at
ragga sær til gudstænast-
una, kundu sita fyri opnum
gluggum og hoyra og upp-
liva, at móðurmálið var við
at festa røtur innan kirkju-
gátt.
Hann vísti á eina frá-
greiðing úr Hests Søgu,
sum Jóan Christian Poulsen
hevur skrivað:
– Einaferð, tá ið Magnus
Heinason var hjá kongi,
vísti kongur honum hestar
sínar og helt fyri, at so
prúðar hestar høvdu teir
ikki í Føroyum. Tá svaraði
Magnus: »Jú, at har var ein
hestur, sum kundi borið
allar kongsins hestar. Hetta
var oyggj okkara, Hestur,
hann meinti við«.
Og Heðin helt fram:
– Jú, oyggin er søgurík,
og nú svimjihylurin aftur er
vorðin samrøðuevni, rann
mær eisini til hugs søguna
um koltursdreingin, Magn-
us, sum svam í Hest at
fríggja, men læt lív, tá ið
hann royndi at svimja aftur
í Koltur. Úr hesi søgn, sum
gongur aftur í 1600-talið,
spurdist almikil mentan,
bæði sangur og sjónleikur.
Býráðslimurin
vendi
aftur til søguna um svimji-
hylin, sum Jóhan Niclasen,
sáli, saman við bygdarfólk-
inum tók stig til at byggja.
– Hesin stóð í gerð í eini
10 ár, og mest sum alt ar-
beiðið varð gjørt ókeypis.
Mong vóru tiltøkini hesi ár-
ini fyri at útvega pening til
svimjihylin.
Í 1983 var hylurin tikin í
nýtslu á fyrsta sinni.
– Hetta var ein stór løta
fyri bygdina, og ikki gekk
long tíð, til svimjifelag varð
stovnað.
Svimjifelagið,
sum fekk navnið, »Magn-
us«, eftir áðurnevnda kolt-
ursdreingi, hevur uppalt
nógvar og góðar svimjarar.
Onkur teirra hevur luttikið
á svimjilandsliðnum og
hevur har skrivað søgu við
at hava sett met, sum enn í
dag ikki eru tikin. Tað má
sigast at vera óvanliga gott.
Heðin vísti á, at seinastu
tíðina hevur svimjifelagið
tó ikki verið virkið, og hyl-
urin hevur bert verið opin
ein part av árinum.
– Hetta er eitt av mál-
unum, sum samanleggingin
við Havnina fer at bøta um.
Býráðslimurin
nevndi
eisini aðrar fyrimunir við
samanleggingini, eitt nú
innan
umhvørvisrøkt,
eldrarøkt, skúlarøkt – og tá
tøk skulu takast, sum fíggj-
arliga eru ov møtumikil at
avgreiða í eini handavend
hjá smáum hálvthundrað
fólkum.
– Sjálvandi eru ávísir
trupulleikar av at búgva av-
skorin frá hentleikum, sum
bert størri økini hava at
bjóða, segði hann.
Hann nevndi, at trupul-
leikarnir kunnu snúgva seg
um flutning, sjúkrahúshálp
– ella fíggjarliga at megna
tað, sum skal til fyri at lyfta
livistøðið á einum smá-
plássi uppá meðalin fyri
restina av økinum.
– Men eisini her eru
glottar at hóma, nú tit ein-
mælt hava samtykt at gerast
partur av tí stóru miðstaðar-
eindini.
Heðin vísti á, at Hests
kommuna ikki kom uppí
stóru eindina av neyð, tí her
hevur verið húsast væl og
trinið varð inn í eindina
uttan skuld og við peningi á
bók.
Býráðslimurin segði, at
45 fólk eru skrásett sum
fastbúgvandi í Hesti, og í
blaðnum hjá Útoyggja-
felagnum, Glóðini, hevur
hann lisið, at serliga konu-
fólkini eru fáment.
– Men hetta nýtist tó ikki
at vera nøkur skandala,
segði hann skemtandi og
legði aftrat:
– Tað ber til hjá monnum
at finna sær okkurt sprund í
aðrari oyggj, um teir kortini
ikki, sum Magnus á sinni,
leggja á fjørðin at svimja!
Heðin visti at siga, at
hestsfólk seinastu tíðna
hava málað og snøggað,
bæði úti og inni, og nú
stevnan verður sett, er
bygdin klødd í veitslubúna.
– Tað er nakað serligt við
at stevna inn í havnina í
Hesti. Tú gerst bergtikin av
at síggja tað vælaarbeiði,
sum menn upp ígjøgnum
tíðirnar hava lagt í við at
laga upp framvið havnalag-
num við malagróti.
Hann segði, at næst eftir
jarðarbrúki, hevur bygdin
livað av útróðri, og til hetta
hava menn miðvíst og stig-
víst útbygt havnalagið.
– Í nýggjari tíð hava hest-
menn verið við til at byggja
eina góða ferjulegu til
Teistan, sum bindir oynna
saman við meginøkinum og
grannaoynni, Sandoynni,
segði Heðin Mortensen,
sum at enda ynskti bygdini
og Útoyggjafelagnum blíð-
an byr, samstundis sum
hann segði seg vóna, at út-
oyggjarnar framvegis fara
at standa saman og arbeiða
víðari við at menna oyggj-
arnar – sjálvt, um tær verða
samanlagdar
við
størri
kommunur.
Eftir setanarrøðuna, sang
Sólarmagnkórið av Velba-
stað og Kirkjubø nakrar
sangir,
og
síðan
varð
felagssangur.
Hests kommuna kom ikki uppí stóru eindina av neyð
Eftir setanarrøðuna, sang Sólarmagnkórið av Velbastað og Kirkjubø nakrar vakrar sangir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað var Sanna Silvurstein, útoyggjaumboð í Hesti, sum beyð øllum at vera
hjartaliga vælkomin á stevnu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógv fólk var til setanina av útoyggjastevnuni í Hesti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, setti sjálva
útoyggjastevnuna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Norðlýsið sigldi millum Gomlurætt og Hest allan leygardagin og til langt út á kvøldið
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8