Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 17 fótbóltur Jóannes Hansen Í gjárkvøldið fór ársins summ­arfestivalur av bakka­ stokki. Tá eru tað nógvir klaks­víkingar og onnur eis­ ini, sum leggja nógv fyri at vera har, sum tað gongur fyri seg. Soleiðis er tað ikki hjá marg­falda meistaraliðnum í kvinnu­fótbólti. Klokkan hálvgum seks gjára­morgunin fór KÍ ferða­ lag­ið úr Klaksvík. Saman við spæl­arunum og venjarunum eru eini tíggju áskoðarar við í ferðalagnum. Umvegis Keyp­mannahavn vóru tær í Litava um nátturðatíð í gjár­k­vøldið, og í dag venja tær, áðrenn tær í morgin fara í europeiska eldin. Mót­ støðu­liðini hesa ferð eru úr Al­bania, Kypros og Litava. Besta og næstbesta liðið í kapp­ingini kvalifisera seg til næsta umfarið, og tær úr Klaksvík halda, at tað er møgu­leiki fyri, at tað hesa ferð skal eydnast teimum at spæla seg víðari í kappingini. Fleiri av KÍ kvinn­un­ um hava nógvar roynd­ir í europeisku meist­ara­kapp­ ing­ini, og tí vita tær, hvat tær tosa um. KÍ hevur vunn­ ið FM á hvørjum ári síð­ ani 2000. Harvið hava tær luttikið í europeisku meist­ ara­kappingini á hvørjum ári síð­ani 2001. Hetta var fyrsta ár­ið yvirhøvur, at UEFA skip­ aði fyri hesi kappingini. Einki ann­að lið í Europa hevur ver­ ið meistari øll árini síðani 2000. Tí hevur einki annað lið luttikið í kappingini so ofta sum KÍ. At liðið hevur luttikið á hvørj­um ári sigur ikki, at tær úr Klaksvík hava spælt flest dyst­ir. Tær hava ikki higartil megn­að at vinna seg víðari úr fyrsta bólkaspælinum. Tí hava onkrar aðrar, sum ikki hava verið við á hvørjum ári, men sum viðhvørt hava spælt seg víðari í kappingini, spælt fleiri dystir enn tær roynd­astu hjá KÍ. Tvær úr KÍ hava verið við øll árini. Tað eru Rann­ vá B. Andreasen og Malena Jos­ephsen. Rannvá var leik­ bannað ein dyst. Ma­lena hevur spælt allar kapp­ing­ ar­nar á tamb. Í trettan ár og tríggj­ar dystir hvørt árið ella 39 dystir íalt. Leygardagin skal KÍ spæla ímóti KF Vllaznia úr Al­bania, mánadagin ímóti Gintra úr Litava og hósdagin ímóti Apollon Ladies FC av Kypros. – Kypriotiska liðið er nógv tað besta. Vit taptu 7-0 ímóti teimum á Kypros fyri tveimum árum síðani, og aftur hesa ferð fer tað at verða ógvuliga tungt ímóti teim­um. Í fyrraárið vunnu vit 11-1 ímóti albanska lið­ num, og hóast tær hava fing­ ið styrk aðra staðni frá, so rokna vit okkum framvegis at hava góðan møguleika ímóti teimum. Ímóti litaviska lið­num hava vit áður megnað 0-0 og 2-2. So tað kann verða sera tætt í kappingini um næstfremsta plássið og harvið kvalifikatión til næsta umfarið, heldur Ma­ lena Josephsen. Stór avbjóðing Í alt summar hava Aleks­ and­ar Djordjevic og Erik Niel­sen vant við KÍ liðnum. Í landskappingini hevur ging­ið væl. KÍ hevur 35 stig, og EBS/Skála er næstfremst við 24 stigum. Hóast einki er avgjørt, so hevur KÍ kós ímóti fimtanda FM heitinum á rað og harvið nýggjum eur­ op­e­iskum meti. Malena heldur, at spæl­ar­ ar­nir eru spentar og gleða seg til europeisku kappingina: – Hetta er vorðið aftur­ vend­andi avbjóðing fyri okk­ um. Vit eru seytjan spælarar. Fleiri hava verið við í nógv ár, og aðrar hava longu ver­ið í nøkur ár, hóast tær fram­veg­ is eru ungar. Onkrar eru við fyri fyrstu ferð. Tær eru ikki so ofta millum tær fyrstu ellivu, men tað hevur týdn­ ing, at tær eru við og so við og við verða slúsaðar inn á liðið. Vit eru ikki tyngdar av nervum, men vit eru ógvu­ liga spentar. Líkjast fyrireikingarnar und­anfarnu árunum? – Hetta kann ikki sam­ met­ast við tey fyrstu ár­ ini. Tá arbeiddu vit í nógv­ ar mánaðir fyri at fáa fígg­ingina upp á pláss. Nú rind­ar UEFA fyri uppihaldið, og FSF rindar ferðaseðlarnar hjá spælarunum. Men vit venja nógv, og vit halda okk­ um at vera væl fyri. Spælararnir eru Mon­ ika Biskopstø, Randi Wardum, Malena Jos­ eph­sen, Sigrid Jacobsen, Katr­ina Akursmørk, Bára S. Klakstein, Laila Pæt­ ursdóttir, Annika Ragna Petersen, Gudny Jo­hanne­ sen, Sigrun Sirdal, Lisa Jo­ensen, Hervør Olsen, Kris­tina Rasmussen, Olga Kris­tina Hansen, Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klak­ stein og Maria Klakstein Thom­sen. Møggur spæla saman Tað vekir eisini ans aðra staðni, at móðir og dóttur aft­ur í ár eru á KÍ liðnum. Tal­an er um 18 ára gomlu Eyð­vør Klakstein og 41 ára gomlu Báru S. Klakstein, sum sein­astu árini báðar hava ver­ið og framvegis eru á KÍ lið­num. – Eitt er at vera venjari hjá dóttrini og harvið at hava ábyrgd av henni og at hava myndugleikan at siga henni, hvussu tað skal ganga fyri seg. At vit eru liðfelagar kenni eg sum stóran forrætt. Vit eru á sama støði, og tað haldi eg vera fantastiskt, at eg enn eina ferð skal fáa loyvi at vera við til tað, sigur Bára S. Klakstein. Tá ið vit fregnast fyri at vita, um Bára er elsti spælarin í hesum bólkaspælinum, so held­ur hon seg vita, at ein av litavisku spælarunum er aldursforseti í bólka­spæl­ in­um, sum verður í Litava leyg­ardagin, mánadagin og hós­dagin. Fótbóltskvinnurnar úr Klaksvík eru nú í Litava, har tær næstu vikuna fyri 14. ferð fara at taka lut í eurpoeisku meistarakappingini. So ofta hevur einki annað lið luttikið, og hesa ferð halda tær úr Klaksvík, at tað er møguleiki fyri at spæla seg víðari í kappingini KÍ kvinnurnar eru á mettúri í Litava