Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 18 upptakt fótbóltur B36 skal reisa seg eftir fyrsta tapið síðani á mikkjalsmessu í fjør, og í botninum er tað avgerandi fyri B68 á summarfestivalinum at endurtaka avrikið og sigurin á KÍ, sum toftamenn vunnu fyrr í ár Jóannes Hansen 18. umfar er á skránni hesa ferð. Tað verður spælt í kvøld, sunnu­dagin og mánakvøldið. Vík­ingur kemur í dag til hús aft­ur úr Kroatia, eftir at punkt­um í gjárkvøldið varð sett fyri føroysku luttøkuni í europeisku kappingunum. At Víkingur er burtur er or­ søk­in til, at síðsti dysturin í hesum umfarinum ikki verð­ ur spældur fyrrenn mána­ kvøld­ið, tá ið EB/Streymur fer at vitja í Sarpugerði. Aldursforsetin aftur í fremstu røð Mikukvøldið varð tað enda­ liga staðfest, sum hevur ver­ið á veg mest sum alt kapp­ingarárið, og sum longu síðsta leygardag í veru­leik­ anum varð avgjørt. Nú er greitt at tað í 2015 aftur verð­ ur sunnudagsfótbóltur við Stórá í Trongisvági. Steðg­ur­ in í næstbestu deildini í hes­ um umfarinum verður bara eitt ár. TB helt frí mikukvøldið. Næst­besta liðið hjá HB, sum alt árið hevur verið í vanda fyri at flyta niður, er væl betri mannað nú, enn tað var und­an summarsteðginum. Tað sæst aftur á úrslitunum. Miku­kvøldið vann HB 2-1 á úti­vølli í Sandavági ímóti 07Vestur, sum kappast við FC Suðuroy um at vinna upp­flyting. Sigursmálið hjá HB skor­ aði Poul Ingason. Hann er upp­vaksin í TB, har hann í fjør spældi 25 dystir og skor­aði 7 mál. Nú er hann í HB, har hann sunnudagin skor­aði málið, tá ið HB á heima­vølli tapti 2-1 ímóti AB. Mikukvøldið var hann á næst­besta liðnum, og stutt eft­ir steðgin legði hann HB fram­um 2-1. Tað vísti seg at vera sigursmálið. Fyri HB bar sigurin við sær, at liðið lyfti seg upp um nið­ur­flyt­ ing­arstrikuna. 07Vestur tapið bar við sær, at vágaliðið ikki hevur møgu­leika at fáa TB aftur. Har­við er tað teoretiskt stað­fest, at TB er flutt upp, hó­ast tað eru átta umfør eft­ir at spæla. Seinnapartin leyg­ardagin fær TB vitjan av teim­um næstbestu hjá B36, og tá fara viðhaldsfólkini at fegnast saman við spæl­ar­un­ um og leiðsluni í felagnum um uppflytingina. TB er longu farið undir at fyrireika seg til næsta kappingarár. Sátt­máli er skrivaður við hol­ lendska Albert Adu. Færri mál Tvey umfør eru avgreidd síð­ ani stutta summarsteðgin. Hesi umførini hava ikki verið mál­rík. Síðsta vikuskifti vórðu ellivu mál skorað. Í ólav­søkuumfarinum vóru eis­ini ellivu mál skorað. Tá eig­ur at verða lagt aftrat, at dysturin millum NSÍ og Vík­ing varð útsettur. Hann verð­ur ikki spældur fyrrenn miku­dagin 17. september. Ellivu mál er tað lægsta, sum tað higartil í hesum kapp­ingarárinum eru skorað í einum umfari. Umframt í 17. og 16. umfari vórðu ellivu mál skorað í 15. umfarinum, sum var tað síðsta undan summ­arsteðginum, og eisini í sjeynda og fyrsta umfari. Hægsta máltalið í einum um­fari higartil er 22. So mong vóru málini í 11. umfari, tá ið Víkingur vann 4-2 í Klaks­vík, ÍF og HB spældu 2-2 í Fuglafirði, NSÍ vann 6-1 á heimavølli ímóti Skála, EB/ Streym­ur vann 3-0 á B68, og granna­uppgerðin á Argjum mill­um AB og B36 endaði 1-1. B68 eigur góð minni móti KÍ KÍ-B68 Petur Reinert fríggjadagin kl. 18.00 Leygarkvøldið tapti B68 1-0 á Skála. Harvið eru toftamenn isol­er­aðir í botninum. Tað eru átta stig fram til AB, sum er aftasta liðið omanfyri strik­una. 18. mai vann B68 á heima­ vølli 5-3 ímóti KÍ. Úrslitið var óvæntað tá, men síð­ ani hevur tað víst seg, at KÍ hevur havt torført at vinna fulla úrtøku ímóti botn­lið­ unum. KÍ tapti undan summ­ ar­steðginum á Skála, og á Argj­um endaði tað 1-1. Sunnudagin vóru klaks­ vík­ingar vónbrotnir, eftir at NSÍ tríggjar minuttir undan dyst­arenda hevði javnað til 2-2 í Klaksvík. – Javnleikirnir geva bara eitt stig, og tað er ov lítið, tá ið vit ætla okkum at vera við í kappingini um europe­isku plássini, staðfesti vet­er­an­ur­ in Hjalgrím Elttør. Hjá KÍ eru fýra spælarar tøk­ir nú, sum ikki vóru tøk­ir ímóti NSÍ. Harvið er tað positivur trupulleiki hjá Eyðuni Klakstein at seta liðið, sum skal spæla í kvøld. Ein spurningur er, um Ísak Simonsen framvegis skal vera miðverji, nú Jon­ as Flindt Rasmussen er komin fyri seg eftir lang­an skaðasteðg, og nú Sør­mund­ ur Kalsø er tøkur aftur eftir leik­bann. Ísak spældi væl bæði á ólavsøku og ímóti NSÍ. Á Toftum hava tey bíðað eft­ir, at arbeiðsloyvið hjá Ibra­him Camara skuldi koma upp á pláss. Hann verð­ur roknaður sum stórur styrk­ur í álopinum, og tað er kærkomið sambært mið­ vallaran Jóhan Dávur Høj­ gaard: – Ímóti Skála megnaðu vit einki frameftir. Um vit skulu hugsa um at vinna, so er neyðugt at arbeiða meiri við at spæla okkum til málmøguleikar og at fáa úr­ tøku. B36 skal reisa seg B36-NSÍ Lars Müller sunnudagin kl. 17.15 Stóru FM favorittarnir í B36 fáa vitjan av NSÍ. Gestirnir bíða framvegis eftir, at tað skal eydnast at vinna ímóti øðr­um enn teimum trimum nið­astu. Ímóti KÍ løgdu teir seg framum, men inntil tað rest­aðu tríggir minuttir var tap í hendi: – Vit løgdu væl fyri, og vit kundu havt skorað fleiri mál, so vit trúgva framvegis upp á tað, segði Christian Høgni Longri millum málini eftir summarsteðgin Longri