Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 19 Jac­obsen, sum er aftur í Runa­vík eftir at hava verið burt­uri í trý ár. Tá ið B36 vann FM í 2011 tapti árstalsfelagið fyrstu ferð í 17. umfari. B36 er topplið og greiður FM fav­ or­ittur, og aftur í ár tapti lið­ið fyrstu ferð í 17. umfari. Hetta var fyrsta B36 tapið síð­ani á mikkjalsmessu í fjør. 29. september í 2013 vann NSÍ 4-0 á heimavølli ímóti B36. Tá lá væl fyri hjá NSÍ at vinna ímóti teimum størstu, tí tríggjar vikur seinni vann NSÍ 4-2 á meistarunum í HB! – Eg harmist um úrslitið. Men hóast vit taptu 1-0 við Marg­áir, so kann eg ikki seta fingurin á avrikið. Vit spældu væl, og spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avtalað, staðfesti B36 venjarin Sámal Erik Hentze sunnudagin. Síðani er Adrian Cieslewicz farin av landinum. Hann var tó ong­antíð fastur maður á B36 lið­num. Pauli hevur fingið um endan Skála-HB Petur Reinert sunnudagin kl. 17.00 Skála er framvegis undir nið­urflytingarstrikuni, men støð­an er ikki so vónleys nú, sum hon var fyrr í ár. Tøl­ ini siga, at verjuparturin er vorðin munandi betri. Fýra tær seinastu ferðirnar er bara eitt mál farið ígjøgn­ um hjá Skála. Pauli Poul­sen hevur fingið skil á verju­spæl­ ið. Spurningurin er so, hvussu tað fer at ganga, tá ið HB sunnudagin fer at vitja á Skála. Hjá HB gekk tað rætti­liga illa at spæla seg til upp­lagdar málmøguleikar sunnu­dagin, hóast leikliga yvir­vágin ímóti AB var stór. – Hetta er ein framúr kensla. Verjuparturin er væl skipaður, og vit trúgva upp á tað, steðfesti Skála mál­ skjútt­in og liðformaðurin Pæt­ur Dam Jacobsen. – Okkara lið er viðhvørt ikki nóg gott. Nú fokusera vit á avbjóðingina á Skála. Ímóti AB varð staðfest, at um vit ikki spæla betri og skapa fleiri málmøguleikar og geva teimum so lætt spæl í borðunum, so tapa vit, sigur HB venjarin Heðin Ask­ham, sum fegnast um, at liðformaðurin Fróði Ben­ja­ min­sen er tøkur aftur eftir leik­bann. AB hyggur uppeftir AB-ÍF Ransin N. Djurhuus sunnudagin kl. 15.00 Á Argjum er fótbóltslagið gott eftir sigurin á HB í Gunda­dali. – Hetta var ein øgiliga týdn­ingarmikil sigur. Vit hyggja uppeftir, og um vit megna at vinna ímóti ÍF, so eru vit bara eitt stig aftanfyri teir, og tá kann tað verða so skjótt, at vit flyta okkum longri upp, sigur Jógvan Skeel Nolsøe, sum var eyð­ sýnd­ur ímóti HB. Fyri AB hev­ur tað stóran týdning, at Sor­in Anghel er tøkur aftur eft­ir leikbann. ÍF var yvirmannað ímóti Vík­ingi í ein tíma. Kortini var tað ikki fyrrenn ímóti dyst­arenda, at tað eydnaðist fugl­firðingum at javna til 2-2. – Tað er torført hjá okk­ um, og bóltspælið er ikki so gott, sum tað var í fjør. Men eg fegnist um, at vit arbeiða nógv og væl. Vit rokna framvegis við møgu­ leik­anum at røkka fjórða pláss­inum, sigur ÍF venjarin Al­bert Ellefsen. EB/Streymur hevur fingið um endan Vík-EB/Str Jani Laaksonen úr Finnlandi mánadagin kl. 19.00 Sunnudagin vann EB/ Streym­ur 1-0 á heimavølli ímóti B36. Mánakvøldið fara sundalagsmenn til Gøtu. Tá hava teir møguleikan at vinna seg fram á bronsu­ pláss­ið. Víkingur hevur 27 stig, og EB/Streymur hevur 26 stig. Atli Gregersen sá reytt ímóti ÍF. Hann er leik­bann­að­ ur tvær tær næstu ferðirnar, og tað er smeitur. Ikki fyrr­ enn mánadagin verður tað greitt, hvørjar Sigfríður Clem­entsen hevur tøkar eft­ ir ferðina til Kroatia. – Spælið gongur ikki so væl. So er tað týdn­ing­ar­ mikið at stríðast, og tað rigg­ aði væl ímóti B36, so vit hava gott mót. Higartil hevur tað ofta verið upp og niður, men vón­andi verður tað meiri støð­ugt nú. Um tað eydnast, so kunnu vit røkka langt, sig­ur Arnbjørn Hansen, sum skoraði sigursmálið ímóti B36. Hann er ofta skaða­plág­ að­ur, men í løtuni er hann væl fyri. Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 17 12 4 1 37 16 +21 40 2 HB 17 9 6 2 38 16 +22 33 3 Víkingur 16 7 6 3 31 18 +13 27 4 EB/Streymur 17 7 5 5 29 22 +7 26 5 NSÍ 16 6 4 6 33 21 +12 22 6 KÍ 17 6 3 8 29 30 -1 21 7 ÍF 17 5 6 6 26 32 -6 21 8 AB 17 4 5 8 20 39 -19 17 9 Skála 17 2 6 9 10 33 -23 12 10 B68 17 2 3 12 15 41 -26 9