Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 88 · 8. august 2014 4 VIKUSKIFTI Slóðari í støðugari menning Amariel Norðoy, listamaður, er framvegis í menning, og málningar hansara eru í dag øðrvísi, enn fyri eini 10 árum síðani. Maðurin, ið er farin um vanligan penjsónsaldur, var fyrsti føroyingur, ið fekst við steinprent. Men tað lá ikki í kortunum, at hann skuldi fara á Kunstakademiið í Keypmannahavn, men slóðarar innan føroyska list eggjaðu skipstimbraranum at royna. LIST Orð og myndir: Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað er mánakvøld í Havn fyrst í aug­ust. Mjørkin liggur sera tungur um Havn­ ina, og úti á Landavegnum sæst valla fram til næsta gøtuljós. Tað eydnaðst tó at finna Lambagerði, har listamaðurin Amariel Norðoy bjóð­ ar innar í húsini, ið bæði eru heim, og í kjallaranum listaskemma og Gallarí Foc­us, ið konan Marianna rekur. Men allarfyrst bjóðar listamaðurin inn­ar, livandi og skemtandi sum altíð, og fyrst skal kaffi bryggjast, meðan nýggj­asta bluesfløgan skal hoyrast í nakr­ar minuttir í djúpari andakt. Og so eru tað myndirnar. Ikki máln­ ing­ar, men myndir av familju, systrini, ið andaðist fyri stuttum. Myndir frá ferð­um úti og heima, og so myndir av skemtiliga felagsskapinum, sum Amari­el tók stig til. – Vit eru kúllar, hetta eru Kúllarnir, greið­ir Amariel skemtiliga frá, meðan hann vísiur myndir av litríkum vin­ monn­um í góðum felagsskapi. List á vegginum Men beinanvegin leggur ein til merkis, at húsið er á tremur við málningalist. Ikki bert hanga málningar eftir Amariel á veggunum, men eisini eftir mong av kend­astu listafólkum landsins. Og ein freist­ast at siga, at tað er líka við, at tey her í húsinum kundu spart sær at koyrt tapet á veggirnar, tí her er nærum hvør blettur nýttur til list, hvørt talan so er um køk, stovu, gongd, kamar ella bæði­rúm. Og áhugavert er at fáa rundferðina, har Amariel greiðir frá um ymsu verk­ ini. Og í einum skápi eru modelskip, og hvørt hevur sína søgu, og okkurt teirra minn­ir um eyðkenda bátin, sum er við í so mongum málningi eftir Amariel Norð­oy. Mongu ferðirnar í útlondum fáa vit eis­ini práta um, og eitt nú ferðin í Kina og París fylla nógv. Alt í einum Húsini eru bæði heim, og listaskemma og gallarí. Vit fara niður trappurnar. Kona Amariel, Marianna, rekur Gall­arí Focus, sum nú heldur til í kjall­ ar­anum í Lambagerði. Har er í løt­uni fram­sýning við verkum eftir Amari­el Amariel Norðoy