hósdagur 7. august 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 88 · 8. august 2014
5
Norðoy, men eisini eru verk hjá træ
listamanninum Joel Cole.
Vit fara víðari inn í
arbeiðsrúmið.
Amariel er útlærdur skipstimbrari,
og sveinabrævið hongur á vegginum,
milllum málningar og prent.
- Eg ætlaði ongantíð inn á Det Kgl.
Danske Kunstakademi. Men tá konan
fór niður, so mátti eg finna uppá okkurt.
Men veitst tú hvør eggjaði mær til? Tað
vóru Ingálvur av Reyni og Janus Kamb
an! Ingálvur segði, at eg skuldi roynt,
men eg segði nei. Men so kom Janus, og
setti alt annað ljós. Hann segði: Veitst
tú hvat hendir, um tú roynir? Tú fært
antin eitt ja ella eitt nei! Og hatta sat
so væl, at eg royndi og kom inn, greiðir
Amariel Norðoy læandi frá.
Amariel gekk á Det Kgl. Danske
Kunstakademi frá 1977 til 1984, og var
á grafiskum skeiði í Finnlandi í 1984.
Fyrstur við steinprenti
– Vit skulu eisini tosa eitt sindur um
steinprent, sigur Amariel, meðan vit
ganga og hyggja at gomlum og nýggj
um verkum.
– Eg var fyrsti føroyingur, ið fekst
við steinprent. Kampmann og Havsten
Mikkelsen arbeiddu við tí, men eg var
fyrsti føroyski listamaðurin, ið arbeiddi
við hesum. Árini í Keypmannahavn
arbeiddi eg nógv á donskum grafiskum
verkstøðum, sigur Amariel.
– Tað kom seg av, at ein dagin í 1978,
eg hevði framsýning á Gl. Kongevej,
komu William Heinsen og Scherfig inn
ar. Teir høvdu, minnist meg rætt, verið
á fundi hjá forlagnum Gyldendal. Teir
eggjaðu og slóðaðu fyri, at eg slapp á
verkstaðið UM Grafik at royna meg
við litografi, greiðir Amariel frá, sum
seinni hevur arbeitt nógv á Steinprent
og á donskum verkstøðum.
Unglingi
Meðan vit ganga í kjallaranum við
listaskemmu og framsýningarhøli,
kann ein ikki annað, enn hugsa, at hes
in listamaðurin er sum ein unglingi, har
hann soleiðis aftur minnir á alskin til
bluestónleikin, tá hann eina stund tekur
ein el-guitara upp, og slær nakrar tónar,
fyri síðani aftur at greiða frá við frá
søgugleði og skemti, meðan hann válar
aftur og fram millum litríku verkini.
Amariel hevur verið kendur fyri, at
afturvendandi evni í verkum hansara
eru skiftandi ljós, báturin, Mikladalur
og Kalsoyarfjørður. Men tó hava aðrar
staðsetingar verið at sæð, eittnú Tinga
nes, men báturin hevur verið rættiliga
gjøgnumgangandi.
Bergur Jacobsen skrivar í samband
við eina framsýning hjá Amariel Norð
oy: ...vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var
størri enn lívið,og tað er hann onkurs
vegna enn!?
Leysur listamaður við
góðum søgum
Men tað tykist, sum er brátt 69 ára