Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 88 · 8. august 2014 6 VIKUSKIFTI gamli unglingin við at gera seg leysari frá kendu myndevnunum. - Hygg her!, sigur Amariel, og peikar á eitt eldri verk, ið myndar blómur. Og júst blómur eru myndevni í nøkr­um av nýggjaru verkunum, ið sum heild eisini eru vorðin litríkari, enn fyri eini 10 árum síðani, tá serliga blátt og svart var eyðkendt fyri verkini. Nú eru gult og reytt í størri mun við til at gera verkini ljósri og livandi, og sum heild tykist lsitamaðurin nøgdur og glaður. Kanska komin á pláss, bæði so og so. Ljósa sinnið speglast í livandi frá­søgnunum, og veipandi ørmunum, og ikki minst tykjast málningarnir bera boð um lív og ljós, hvørt myndevnið so er bátur og landslag, ella blómur. – Jú, her fleiri litir og fólk komin fram í myndunum, ásannar Amariel Norð­oy. Eisini niðri í kjallaranum eru mong verk. Eitt teirra myndar útisetaprestin Pet­ur A. Petersen og listamannin Miki­ nes, ið sita í íbúðini hjá Amariel og Mari­onnu, tá tey búðu á Solbakken í Keyp­mannahavn. – Teir komu og vitjan, ,en eg kendi onki Mikines. Men eg játtaði, tá Petur A. Petersen segði, at teir komu framvið, og eg ætlaði at bjóða teimum knettir. Men so setti Mikines tað krav, at so skuldi smørsós vera afturvið. Eg dugdi ikki at gera smørsós, so eg ringdi til Berg Dam, og fann útav, at hetta var ikki annað enn tað, ið vit í Klaksvík van­liga nevndu smelt, flennir Amariel, ið hevur eina søgu til hvønn av teim mongu málningunum. Í menning Í listaskemmuni, ateleriinum, sæst boð um, at her arbeiðir ein listamaður, ið hevur ferð, hjarta og sum livandi og veip­andi fer undir síni listaverk. Amariel setur seg við málning, sum hann er í gongd við, og á vegginum aft­ an­fyri síggjast málingablettir og sprutt, ið bera boð um, at hetta er ikki ein lista­ maður, ið setur seg á ein stól, fyri síð­ani at taka lítla pensilin fram, og við bleyt­ um strokum kela fyri myndunum. Her er hinvegin nakað, ið vil út! – Eg haldi, at eg enn eri í menning, sig­ur Amariel, tá eg spyrji, hvussu hann met­ir gongdina vera. Og broytingin í litum og mynd­evn­ um hjá listamanninum, ið hevur verið sera eyðkendur at ávísum myndevni, nevni­liga Miladali og bátinum, ber boð um, at hann stendur ikki í stað. Og hann stendur sum heild als ikki í stað, hesin livandi maðurin, sum blíð­ ur fylgir út á trappuna og mjørkan og kvøld­ið, ið er so staðiliga í andsøgn við ljósið, og gulu og reyðu litirnar í lista­ skemm­uni í Lambagerði. myndir: dagfinn Olsen Amariel Norðoy Føddur í Klaksvík 1945 Útbúgvin skipasmiðjur Gekk á Det Kongelige Danske Kunstakademi í Keypmannahavn frá 1977 – 1983. Grafiskt skeið í Finnlandi 1984. Málari og grafikari. Hevur sýnt fram ymsastaðni í Evropa, USA og Japan. Hevur m.a. Prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð í Tórshavn, Samuelskirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt tíðarrit og bøkur. Afturvendandi myndevni eru skiftandi ljós, báturin og útróðrarbørn, Mikladalur og Kalsoyarfjørður. Fakta