Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 88 · 8. august 2014 7 At fótbóltslið hitta lið úr øðrum tjóðum er ikki nýtt. Og føroyingar hava eisini góð úrslit at vísa á, um vit bakka mong ár aftur í fótbóltssøguni. Úrvalslið vann landslið Ein slík søga hendi í 1959. Tann 1. august 2014 vóru 55 ár liðin, síðani eitt úrvalslið úr Suðuroynni vann á íslendska landsliðnum. Hetta var eitt satt bragd, ið fótbóltsleikararnir úr Suðuroynni framdu, tí íslendsku leikararnir vunnu annars á føroyska landsliðnum. Og teir spældu javnt móti danska landsliðnum. Størstu mótstøðuna fingu íslendsku leikararnir sostatt frá suðuroyingum. Ùrvalsliðið vann 1-0 á íslendska landsliðnum. Íslendska landsliðið vann 5-2 á føroyska landsliðnum. Spælt varð á Sevmýri. Eftir enn Enn eru tríggir av leikarunum á úrvalsliðnum úr Suðuroynni, sum gjørdi bragd í 1959, eftir á lívi. Teir eru vágbingarnir Henry Hansen, ið átti føroyska málið, og Eyðun Johansen, og tvøramaðurin Pauli Nolsøe, ið er búsitandi í Danmark. Lagt til rættis: Dagfinn Olsen myndir: Eyðun Johansen Fótbóltssøga Tann 1. august í ár vóru 55 ár síðani, at eitt úrvalslið úr Suðuroynni vann á íslendska landsliðnum. Úrvals- lið vann á íslendska landsliðnum