Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 88 · 8. august 2014 8 VIKUSKIFTI í køkinum á Zarepta Mong eru pørini, har fyrsti neisti er tendraður vesturi á Zarepta. Soleiðis er tað eisini hjá Jastrud og Peturi, sum leygardagin verða gift. – Alt byrjaði í køkinum á Zarepta fyri tveimum árum síðan, tá eg stóð og gjørdi mat, og hon kom inn við einum kassa við 200 bollum. Hóast tey nú skulu giftast, hava Jastrud og Petur ongantíð búð í sama landi, meðan tey hava verið par. Giftast Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Fyri tveimum árum síðani kendust Jas­ trud Hanusardóttir Joensen úr Klaksvík og Petur Mohr úr Fuglafirði ikki hvørt ann­að. Men ein lega á Zarepta broytti hetta, og skulu Jastrud og Petur gift­ast leygardagin, 9. august, í Siloa í Fugla­ firði. – Hvar skal eg seta bollarnar? – Vit eru tvær ferðirnar møtst á Zarepta. Fyrru ferð vistu vit bara ikki av tí, tí vit kendu ikki hvørt annað. Á eini gamlari Zar­epta mynd frá 2000, sum vit hava funn­ið eftirfylgjandi, sita vit við síðuna av hvør øðrum sum 11 ára gomul og smíla til myndamannin, sigur Petur, sum hevur lisið niðri til skipsførara síð­an 2011. Nú siglir hann fyri at fáa sigl­ingstíð, áðrenn hann byrjar upp á sína bacheloruppgávu í januar. – So møttust vit aftur á 11 ára leg­ uni á Zarepta fyri tveimum árum síðan. Fyri at vera heilt nágreinilig møttust vit í køkinum á Zarepta tann 9. august 2012, sigur Jastrud, sum til dagligt er hjálp­arfólk á Sambýlinum á Heygum í Klaksvík. Petur hjálpti til í køkinum hesa leg­ una, og Jastrud var farin ein túr vestur at vitja mammu og systir sína, sum báð­ar hjálptu til. Men tað var nakað av eini tilvild, at Petur yvirhøvur endaði á Zar­epta hesa vikuna. - Eg hevði verið til skips frá februar til juli, so eg hevði ongar ætlanir sum so at fara vestur. Nakrar dagar áðrenn leg­an byrjaði, var eg á floti við eini vin­konu og manni henn­ara, har hon lokk­aði meg at koma vest­ur at hjálpa til í køk­inum. Eg skuldi onki annað, so eg hugs­aði, at tað var gam­an í. Fyrstu ferð Jas­trud og Petur møtt­ust í nýggjari tíð, hevði Jastrud hend­ur­nar fullar við boll­um. – Mamma og systir mín vóru á leg­ uni, og eg fór ein biltúr vestur hósdag, sum er næstsíðsti dagur á leguni. Við mær hevði eg ein kassa fullan við boll­ um, sum Zarepta skuldi hava. Hetta var á leið kl. 10 um morgunin, og fyrsta per­sónin, eg sá í køkinum, var Petur. Synd at siga, at tað var ein romantisk løta, tí eg spurdi, hvar eg skuldi seta boll­arnar, og hann bað meg turrisliga seta bollarnar á borðið, sigur Jastrud flenn­andi. Tað gjørdist ikki meira prát teirra mill­um júst tá. Jastrud hevði verið til arbeiðis alla náttina á bakarínum í Klaksvík og fór upp í eitt kamar at leggja seg, meðan Petur fór at gera døg­ urða til svongu leguluttakararnar. Tosaðu rygg móti ryggi Sama kvøld aftaná nátturða fór Jas­trud inn aftur í køkin at fáa sær ein drekka­ munn. Petur hevði sett seg niður at lesa bløð­ini, sum hann hevði keypt fyrr um dag­in. – Eg sat í køk­in­um og hvíldi meg aft­aná nátturðan og las í Sosialinum. Jas­trud kom síðani inn­ar og setti seg á ein krakk aftan fyri meg. – Eg minnist, at Pet­ur sat og grenjaði um, at føroyingar bara skrivaðu um makrel. Vit byrjaðu síð­ani at tosa eitt sind­ur, men tað var ikki nógv annað enn, hvussu vit itu, búðu, arbeiddu og so framvegis. Ongar kensl­ur vóru vaktar enn, sigur Jastrud. – Tað var nokk so stuttligt, tí vit tos­ aðu saman rygg móti ryggi. Sum vit tos­aðu, snaraði Jastrud sær meira og meira móti mær, sigur Petur flennandi. Dagin eftir, fríggjadag, byrjaði Petur at fáa eyguni upp fyri Jastrud. Men tað skuldi eitt vatnkríggj til áðrenn. – Áður nevnda vinkonan hjá mær, sum eisini var í køkinum, og eg vóru far­in ein túr í Bónus at keypa nøkur ting, sum manglaðu. Vit eru eitt sindur kúlla­lig, so vit keyptu eisini einar átta lítl­ar vatnrevolvarar. Aftaná døgurðan byrj­aðu vit at sproyta eftir hvør øðrum, og fólk komu skjótt upp í okkara lítla vatn­kríggj, sigur Petur. – Nøkur okkara høvdu læst okkum inni í matgoymsluni. Eg fekk ein rev­ olv­ara, fór so út í køkin at sproyta eft­ir Peturi og øðrum. Vit spældu øll ímóti øllum, og onkuntíð gentur móti dreingjum, men fyri tað mesta sproyt­ aði man bara eftir tí, sum man sá, sigur Jas­trud. Aftaná vatnkríggið var Petur farin at hugsa, at Jastrud tyktist nokk so fitt, og byrjaði hann at føla fyri henni. Men Jas­trud hevði enn ongar kenslur fyri Peturi. Seinni um kvøldið gjørdu Jas­ trud og Petur nakrar lagkøkur saman til øll liðini, men tað var ikki fyrr enn beint áðrenn songartíð, at kenslurnar hjá Jastrud eisini vórðu vaktar. – Á leið klokkan 23 sótu vit trý, Pet­ ur, vinkona hansara og eg í gongini og slapp­aðu av og prátaðu um leyst og fast. Eg legði merki til, at hann hugdi nógv eftir mær, og tá eg hugdi eftir hon­um, hugdi hann burtur. Tá rakti tað meg, at eg helt hann vera nokk so fitt­ an, og eyguni fyri honum vórðu latin upp, sigur Jastrud. Vónaði, at Petur skrivaði Leygarmorgunin tá legan á Zarepta end­aði, gjørdi Petur nakað, sum rørdi Jas­trud. Møttust VIT SKULU GIFTAST tema í summarvikuskiftinum