hósdagur 7. august 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 88 · 8. august 2014
9
– Síðsta morgunin ger man reint,
áðrenn øll eru farin avstað. Eg gjørdi
reint í kamarinum, sum eg hevði sovið
í, og brádliga kemur Petur inn. Tá vísti
tað seg, at hann hevði leitað á øllum
Zarepta bara fyri at siga mær farvæl.
Tað helt eg vera ordiliga fitt, og var
eg nú fallin fyri honum, sigur Jastrud.
Heimkomin til ávikavist Klaksvíkar
og Fuglafjarðar helt dagligdagurin
fram. Tíbetur finnast sosialir miðlar í
dag, har avstandurin millum fólk ikki
noyðist at vera so stórur.
– Eg addaði bara Jastrud á Facebook.
Tað sá eg ikki so stórt í, tí tað er rættiliga
vanligt at adda fólk.
– Eg varð ordiliga glað, tá eg sá, at
Petur hevði sent mær vinarumbøn, og
profilurin varð oftað tjekkaður at vita,
um hann eisini hevði skrivað til mín.
Men eg tordi ikki sjálv at skriva, sigur
Jastrud.
Tað gingu eisini nakrir dagar, áðr
enn Petur skrivaði til Jastrud.
– Satt at siga visti eg ikki heilt, hvat
eg skuldi skriva. Eg hevði nokk so
nógvar nervar, men aftaná tveir dagar
tók eg meg so saman og skrivaði til
hennara, har eg takkaði fyri seinast.
Men vegna arbeiði høvu vit heilt ym
iskar døgnrútmur, og tí var okkara sam
skifti ógvuliga forskotið. Upp á tveir
dagar – mánadag og týsdag – skrivaðu
vit fýra boð í alt, tí eg arbeiddi um dag
in og hon um náttina, sigur Petur.
– Tá Petur skrivaði til mín, varð eg
so glað, og fortaldi eg tað fyri mammu
og lítlusystrini hjá mær næstan í sama
sekundi. Mikukvøldið kjattaðu vit aftur,
og hesa ferð var tað meira ordiligt. Vit
avtalaðu at møtast í Klaksvík kvøldið
eftir, hóskvøld, sigur Jastrud.
Date’in sum hvarv
Jastrud og Petur avtalaðu at møtast til
eitt ungdómsmøti í Betesda hóskvøldið
– júst eina viku aftaná tey høvdu møtt
hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð. Men
alt gekk ikki heilt sum ætlað
– Vit høvdu gloymt, at ungdóms
møtini vóru farin í summarferiu, so
tann date’in fór eitt sindur soleiðis
í vaskið. Men eg vildi ikki lata hetta
koma upp á tvørs, so eg setti meg í bilin
hóast tað og koyrdi norður til Klaksvík
ar, uttan at Jastrud visti av tí. Komin til
Klaksvíkar skrivaði eg til hennara, at
nú var eg í Klaksvík, og um hon hevði
áhuga í at møtast.
– Júst tá eg fekk boðini frá honum,
koyrdi eg biltúr við systir míni. Eg ivað
ist eitt sindur, men systir mín segði, at
sjálvandi skuldi eg møtast við honum.
Jastrud fekk sær mót og valdi at
møtast við Peturi. Men tey sóust bara
í eina lítla løtu.
– Eg skuldi arbeiða ta náttina, so vit
fingu ikki meira enn ein hálvan tíma
saman, áðrenn Petur koyrdi meg til
arbeiðis. Tá vistu vit bæði, hvat klokk
an var sligin, at bæði høvdu áhuga í
hvørjum øðrum, sigur Jastrud.
– Kallaði ein spaka
fyri ein spaka
Dagin eftir, fríggjadag, tók Jastrud stig
til at møtast.
– Eg spurdi Petur, um hann hevði
tímað at komið norður at spælt Partners
við mær og tveimum systrum. Tað
tímdi hann væl, men tað, sum eg ikki
var fyrireikað uppá, var, at øll familjan
hevði valt at verið inni. So Petur slapp
at møta allari familjuni, sigur Jastrud
flennandi.
– Tað tók eg als ikki so tungt. Part
nersspælið varð liggjandi í skuffuni,
og í staðin fóru vit í handilin at keypa
frukt, skúmfidusar og annað, sum vit
øll sótu og hugnaðu okkum við. Seinni
um kvøldið fóru vit biltúr einsamøll og
koyrdu runt, meðan vit prátaðu.
Petur setti aftur Jastrud av við bak
aríið, har hon skuldi arbeiða, og skuldi
hann aftur til Fuglafirðar. Men í høvd
inum á Peturi fuku tankarnir aftur og
fram, at hann fekk seg ikki at koyra
heim. Eisini tí hann skuldi niður um
tveir dagar.
– Eg visti, at eg hevði avmarkaða tíð.
Komin til rundkoyringini áðrenn und
irsjóvartunnilin koyrdi eg tríggjar ferð
ir runt, áðrenn eg vendi við og koyrdi
niðan aftur til bakaríið. Nú skuldi eg
kalla ein spaka fyri ein spaka, og eg bað
Jastrud um at koma út. Eg segði so, sum
var, og legði kortini á borðið, at eg var
forelskaður í henni, og at eg ynskti at
vera í parlagi við henni.
– Tá eg sá bilin hjá Peturi uttanfyri,
visti eg, at okkurt alvorligt fór at henda.
Eg bleiv sjálvsagt ógvuliga glað, tá
hann segði, hvussu var, og eg hevði júst
somu tankar og kenslur. Frá tí degi vóru
vit par, sigur Jastrud.
Ongin romantikkur
í fríggjarínum
Petur fór niður tveir dagar aftaná at
halda fram við lesnaðin, meðan Jastrud
var eftir í Føroyum. So tey sluppu longu
at royna seg frá fyrsta degi av.
– Tað hevur gingið fínt. Vit hava tos
að ella skrivað, meðan vit hava verið
í hvør sínum landi, og annars havi eg
brúkt allar feriur í Føroyum. Harafturat
verði eg sjómaður, so hetta lívið fer
altíð at vera hjá okkum, sigur Petur,
sum í summar flutti aftur til Føroya.
Hetta er fyrstu ferð, at Jastrud og Petur
hava búð í sama landi sum par.
Jastrud og Petur byrjaðu tíðliga at
tosa um at giftast. Tí kom spurningurin
ikki heilt óvart á Jastrud.
– Vit sótu inni hjá okkum og prát
aðu, og so knappliga sigur Petur ”Skulu
vit ikki bara giftast?”. Eg visti ikki, um
hann tvætlaði, men tað gjørdi hann
ikki, og sjálvsagt segði eg ja, sigur Jas
trud, sum morgunin eftir fór við Peturi
í gullhandilin at keypa ringarnar.
Jastrud og Petur giftast leygardagin
9. august í Siloa í Fuglafirði, og veitslan
verður í Mentanarhúsinum.
– Aftaná brúdleypið flyta vit til
Klaksvíkar í hús hjá abba mínum, sum
vit leiga, inntil okkara egnu hús standa
klár um eini trý ár, sigur Jastrud.
– Eg fekk eitt got ráð frá einum sjó
manni einaferð, at sum sjómaður skuldi
eg lata konuna avgera, hvar vit skulu
búgva. Hon verður hóast alt heima alla
tíðina, meðan eg eri burtur helvtina av
árinum, sigur Petur avgjørdur.
Jastrud sleppur longu um tvær vikur
at royna seg sum sjómanskonu, tá Pet
ur fer til skips. Men áðrenn tað skulu
Jastrud og Petur njóta sólina og hvønn
annan á brúðarferð til Spaniu á fimm
stjørnaðum hotelli.
myndir: sigmar mørkøre