hósdagur 7. august 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 88 · 8. august 2014
10
Siðsøga
við Óla Jacobsen
Frá Tjaldrinum
til Mykinesar
Jógvan kom at hava eina fjølbroytta virkisleið bæði á sjógvi og landi. Hann
var við trolarum, hvalaskipi og Tjaldrinum. Bleiv so vitapassari í Mykinesi
S
einasti partur endaði við, at Jógvan
sum smiðjumaður var við at taka
ímóti Fuglberg tann kenda túrin í
1946, tá ið hann fór runt í sjónum,
og hann heldur áfram:
Eftir at eg var útlærdur á smiðjuni hjá Samson
í Klaksvík, fór eg á maskinmeistaraskúla, har
eg fekk prógv í 1947. Hesin skúli vardi í 13
mánaðir. Hann var ein partur av navigati
ónsskúlanum, har Jens Pauli í Dali var stjóri.
Vit vóru níggju næmingar, og allir kláraðu
tað, men tað var neyðugt at dríva á. Próv
dómarar vóru Vilhelm Nielsen úr Havn og
Johan í Grótinum úr Klaksvík.
Við trolarum
Hesa tíðina var nógv brúk fyri maskinmonn
um í Føroyum. Beint eftir kríggið keyptu før
oyingar ein hóp av trolarum úr Bretlandi. Teir
vóru sum so framkomnir tøkniliga, men teir
vóru gamlir og ikki altíð so væl í standi. Tað
var tískil ein avbjóðing at koma við hesum
trolarum.
Eg var fyrst við Vesturvarða úr Sørvági.
Skipari á honum var Hans Petur Højgaard av
Toftur. Hann var vanliga kallaður Hans Petur
Sjey, tí til skiparapróvtøkuna fekk hann bara
sjeytøl, sum var tann hægsti karakterurin.
Annars var Hans Petur mest kendur sum
línumaður.
Aftaná fór eg við Tróndi í Gøtu, ið sum
navnið sigur, hoyrdi heima í Gøtu. Hetta var
eisini ein av hesum gomlu trolarunum. Skip
ari var Richard Jacobsen úr Klaksvík.
Har kom eg at sigla nógv saman við
gøtumonnum. Teir dámdi mær væl.Stýri
maðurin var Reinhold Thomsen úr Norðra
gøtu. Hann minnist eg eisini sum ein sera
fittan mann. Hann gjørdist eisini skipari
seinni á Tróndi. Seinni átti og førdi hann
sluppina Fimm Systkin. Reinhold var eisini
fleiri tíðarskeið varamaður á tingi fyri
Sambandsflokkin.
Maskinan var kolfýrd. Her vóru umstøður,
sum vit illa kunnu hugsa okkum í dag. Tá
ið skipini fóru avstað, var lastin nærum full
av koli. Tað var bara ein krubba tóm, sum
fiskur kundi koyrast í, tá ið túrurin byrjaði.
Ein gongd var aftur í maskinrúmið. So var
tað uppgávan hjá manningini at koyra kol
ið í eini trillubøru aftur í maskinrúmið, har
kyndararnir høvdu til uppgávu at lempa kolið
í fýrin. Eitt arbeiði var eisini at fáa øskuna
fyri borð.
Kol var ikki bara kol. Tað kundi vera ógvu
liga ymist. Vit kundu fáa polskt kol, sum var
brúnt á liti, og sum brendi illa. Í Noregi kundu
vit fáa Svalbaldskol, sum brendi væl. Men tað
var so smátt, so tað var ódrúgt. Men tað besta
kolið var tað enska. Trolararnir tóku eisini kol
i Bretlandi, tá ið høvi var til tess.
Hinvegin var tað eitt sera stórt framstig,
tá ið kolið varð avloyst av oljuni.
Vit royndu eystanfyri á saltfiskaveiðu.
Tað var nógvur fiskur at fáa. Men hann var
so smáur, at ein stórur partur varð koyrdur
út aftur, so havið fleyt í smáfiski frá teimum
mongu trolarunum. Tað kann ikki hava verið
skynsom stovnsrøkt.
Á stórhvalaveiðu
Aftaná kríggið vóru eisini aðrir vinnumøgu
leikar. Ein av teimum var stórhvalaveiðan,
sum annars hevði verið í Føroyum síðan alda
skiftið. Ein av teimum stóru fyritøkunum var
p/f Sperm, sum hevði hvalastøðina við Áir.
Eg fór so við Sirra sum 2. meistari. Sirra
var roknaður fyri at vera ein av teimum góðu
hvalabátunum. Skipari, tá eg var við, var
Hans Petur Thomassen á Langasandi.
Har var eg tvey ár , og tað gekk væl. Vit
fingu 50 hvalir fyrra árið og 60 tað seinna.
Men tað gekk skjótt niður á bakka, og tað
vardi ikki leingi til henda vinnan fór á húsa
gang.
Tað var eisini ein serlig avbjóðing at
vera maskinmaður við Sirra. Tað vísti seg,
at hvalur var sera viðkvæmur fyri óljóði.
Sirra hevði verið í bretsku marinuni undir
krígnum, har hann hevði verið bumbaður.
Tað var okkurt hent við fundamentinum, og
maskinmeistararnir høvdu tað øgiliga trupult
við at halda leiðini í ordan. Vóru leiðini ikki
í ordan larmaði aksilin illa. Tá máttu vit
javnan taka leiðini av, skava og fílað tey, so
larmurin gjørdist minni. Róðurstamman var
eisini slitin, hetta gav eisini nógv stríð hjá
maskimonnunum. Mangan mátti arbeiðast
um náttina millum túrar.
Manningin á einum slíkum hvalabáti var
um 10 mans. Av hesum vóru fýra í mask
inrúminum, tveir meistarar og tveir kyndar
ar. Maskinurnar vóru tá oljufýrdar mótsatt
teimum flestu av trolarunum.
Lønin var ein føst samsýning umframt
eina upphædd fyri hvønn hvalin. Hetta kundi
geva nokk so fitt av sær. Fyrra árið gav um
kr. 12.000, og hetta var gott tá í tíðini. Seinna
árið skuldi givið tað sama. Men tá var tað, at
fyritøkan fór á húsagang, og eg misti helvtina.
Tað var ein, sum einki misti. Tá ið tað fór
at sansa at, fór hann inn á skrivstovuna og
segði, at hann fór ikki út aftur fyrr enn hann
hevði fingið allan sín ágóða. Hetta eydnaðist.
Við nýggja Tjaldrinum
Eg var við tí nýggja Tjaldrinum, sum varð
bygt í 1953. Hetta skip avloysti tað Tjaldrið,
sum Skipafelagið hevði keypt í 1947. Eg fór
niður seinasta túrin við gamla Tjaldrinum, og
eg fór umborð á tað nýggja.
Hetta nýggja Tjaldrið var eftir tátíðina eitt
framúr skip. Tað varð bygt á Aalborg Værft
sum nýbygningur nr. 110. Tað var 88,6 metur
langt og var 2.661 tons til støddar. Longdin
var umleið helvtin av Norrønu, so tað sigur
nakað um støddina.
Tað vóru koyggjur til 300 fólk, men við
deksferðafólki kundi tey vera 400. Umframt
hetta var manningin um 50.
Størsta framstigið var, at siglingartíðin
millum Havn og Keypmannahavn varð stytt
úr trý samdøgur í 2 samdøgur.
Nýbygda Tjaldrið kom úr Ålborg til
Keypmannahavnar 21. januar 1953. Her
vóru móttøkur, og allir føroyingar, búsettir
í Keypmannahavn, vórðu bodnir umborð at
síggja hetta stásiliga far.
Tann 29. januar legði Tjaldrið úr Keyp
mannahavn á síni fyrstu ferð til Føroya við
um 100 ferðafólkum umborð.
Men hetta gjørdist ein sera buldrasligur
túrur. Tá ið komið var upp móti Hetlandi
brast hann á við einum rættiligum illveðri,
og vindmegin var upp til 11, sum svarar til
um 30 metur um sekundið. Okkurt brotnaði
umborð, men kortini ikki nakað álvarsligt.
Tað vísti seg, at skipið var óvanligt sjógott.
Reiðarin var sjálvur við, og honum dámdi
sjálvandi einki, at skipið varð seinkað. Tí varð
kanska lagt meira fyri enn ráðiligt var.
Í Føroyum var stórur spenningur um hetta
Jógvan Christiansen · 3. partur
Hetta er tær tríggjar familjurnar, sum búðu í Mykineshólmi. V.f. Elias Lið, Malan, Fía Lið, Jógvan við Kristinu í
fanginum, Meiken í fanginum hjá Ábraham Joensen og Herdis, kona Abraham situr undir dóttrini Sigrun. Poula
hevur verið ófør at taka myndir í Mykinesi. Hesar kunnu okkara lesarar fáa gleði av, eisini í komandi parti.