Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 88 · 8. august 2014 11 nýggja skipið, sum koma skuldi, og hetta fylti nógv í bløðunum hesa tíðina. Tjaldrið skuldi koma á Havnina sunnu­ morg­un kl. 10 tann 1. februar, men orsakað av ringa veðrinum kom tað ikki fyrr enn kl. 19. Tað var ein stór mannfjøld, sum tók ímóti, tá ið Tjaldrið ljósprýtt legði at. Hópur av fólki kom eisini umborð, og manningin royndi at vísa blíðskap hóast hon var útlúgvað av ill­ veðr­inum, tey høvdu havt. Tað var sjálvandi spennandi at kunna sigla við hesum nýggja flaggskipi hjá før­oy­ing­um. Út í Mykines Eg sigldi tvey ár við Tjaldrinum. Ein dagin hitti eg Olaf Samuelsen, sonur tann kenda konga­liga loðsin Theodor Samuelsen. Hann arb­eiddi sum vitapassari á Mykineshólmi, men nú skuldi hann flyta til Borðuna. Hann bleiv tí seinni kallaður Olaf á Borðuni. Vit kendust væl, tí vit høvdu gingið á mask­in­ meist­araskúla saman. Kona Olaf, Julianna, og Poula, kona mín, kendust eisini væl. Tær høvdu verið arbeiðsgentur í Havn sam­stund­ is. Vit hava kenst væl alla okkara tíð. Olaf doyði fyri nøkrum árum síðani. Nú í vikuni hendi tað syrgiliga, at dóttir teirra, Jonna, knapp­liga doyði, bert 62 ára gomul. Hon búði eis­ini í Mykinesi saman við foreldrunum. Olaf helt fyri, at arbeiðið á Mykineshólmi kanska var nakað fyri meg. Tað helt eg kanska eisini, so tá ið eg kom niður aft­ur við Tjaldrinum fór eg at tosa við vita­mynd­ug­leik­ arnar í Keypmannahavn um hetta. Tað end­aði so við, at eg fekk arbeiðið. Í fyrsta umfari fór eg einsamallur vestur við Thorshavn hjá Ríkisumboðnum. Hús hoyrdu til starvið. Tá ið eg kom vestur har var ísakalt, so byrjanin var ikki so hugalig. Her mátti eg so í fyrsta umfari klára meg sjálv­an. Eg mátti biðja konu fýrmeistaran um at læra meg at baka breyð. Hetta gekk illa í fyrsta umfari, men skjótt kom eg eftir tí og koma at duga so væl at bakað breyð sum nak­ar. Eg kom so eisini at matgera fyri mær sjálv­um hesa tíðina. Eg fór vestur 15. januar 1955, og Poula kom vestur tað summarið við døtrunum Mal­ uni og Hansinu. Uppgávan var fyrst og fremst at passa vit­ an. Men tað skuldi eisini haldast útkikk eft­ir skipum, sum sigldu fram við. Til hetta enda­ mál­ið varð ein fjórði maður settur, men hann kom at ganga vakt saman við okkum øðrum. Hetta heystið fór Tjaldur til Grønlands eft­ir útróðrarmonnum og grønlendskum tub­erkla­sjúklingum, sum skuldu til viðgerðar í Dan­ mark. Á heimleiðini sigldu teir framvið Myki­neshólm. Teir vistu, at eg var har, so tað bleiv floytað væl og leingi. Okkum dámdu væl í Mykinesi. Vita­ meist­arin var Elias Lið. Undan honum hevði tað verið Jákup Niel­sen úr Nólsoy. Son­ur hansara, Olaf, var framvegis har eitt tíð­ar­skeið, og vit gjørd­ ust sera væl. Mykineshólmur var sum ein lítil bygd. Her vóru tríggj­ar fam­ilj­ur í hvør sínum húsi. Her var trøð, og hvørt hús hevði kúgv. Ein trupulleiki á hólminum er, at har er einki vatn. Tí má vatnið útvegast við at savna regnvatn. Tað rann av takinum í ein brunn, og so mátti húsast sum frægast við tí vatni sum var. Vit komu ongantíð í vatntrot. Onnur, sum hava búð á hólminum, hava greitt frá, at tey máttu vaska gólv við mjólk, men tað var ikki neyð­ugt hjá okkum. Lívið á hólminum var nakað nógv øðrvísi enn í bygdini. Vit høvdu ravmagn, og tað høvdu tey upprunaliga ikki í bygdini. Ein annar munur var, at vit nýttu kol, með­ an tey í bygdini skóru torv. Eina ferð um árið kom skip út í hólmin við koli. Tað bleiv við handamakt hálað niðan til húsini í vognum. Tað vóru tríggir handlar í Mykinesi, vit keyptu mest í einum teirra. Eg fekk gjørt mær ein leyp at bera vøruna í. Fyrr hevur jarðarmóður verið í Mykinesi. Men í okkara tíð fóru konurnar av oynni, tá ið tær skuldu eiga. Poula fór til Kollafjarðar, hað­ani hon var ættað. Vit vóru eisini ein partur av bygd­ar­sam­fe­ lag­num í Mykinesi og gingu til dømis á fjall sam­an við teimum. Vit hjálptu teimum eisini at skera torv. Viðurskiftini millum okkum á hólminum og tey í bygdini vóru altíð góð. Vit kendu tey og tey kendu okkum. Poula gekk í bindiklubb í bygdini, eins og konurnar úr bygdini komu út í hólmin í bindi­klubb. Tá var eisini skúli í bygdini. Lærararnir vóru rættuliga skiftandi. Eina tíð var bygda­ mað­ur mín, Peter Jacob Sigvardssen, lær­ari. Vanlukkur Mykines hevur verið nógv rakt av vanlukkum gjøgn­um tíðirnar heilt fram til nýggjari tíð. Størsta vanlukkan var við Neptun í 1934, tá ið 8 mans úr oynni gingu burtur. Minnisvarði varð í 1939 reistur í Mykinesi. Longu tá vóru ikki færri enn 22 nøvn á hon­ um, fleiri eru komin afturat seinni. Tað hava eisini verið vanlukkur á landi, og tvær ferðir havi eg verið við til at bera menn til húsa, sum eru omandotnir. Annar teirra var Jákup í Handanástovu. Teir høvdu verið á fjalli. Har var sera bratt. Teir vóru tveir sum leiddu hvønn sín seyð. Av eini ella aðrari orsøk kom buktin hjá hin­um manninum um beinið á Jákupi. Hann snáv­ aði og datt, og har var eingin bøn. Tað var so farið at leita, og eg var ein teirra sum var við til at bera hann til húsa. Hin var keypmaðurin Eli Jacobsen. Teir vóru farnir at taka veðragjólingar. Tað hevði verið frost, men tað var farið at tiðna. Tá dettur eitt glerpetti úr berginum á Eli, og hann fer útav. Tað var farið við báti at leita, og hann varð funnin dagin eftir. Tá var eg eis­ini við at bera líkið heim. Slíkar vanlukkur settu sjálvandi ein óhugna­ligan dám á bygdina. Komandi partur: Ì komandi og seinasta parti fer Jógvan úr Mykinesi og út at sigla. Hann endar sína starvstíð hjá Landsverkfrøðinginum. Eisini hevur Poula sína serligu søgu sum “Golda Meir” í Kollafirði. Vitin á Mykineshólmi, har Jógvan arbeiddi Bygdin í Mykineshólmi. Myndaeigari: Julianna Samuelsen Frá vinstru: Jenny, sum nú er 92 ár, Malan, Poula, Olivia (ættað úr Nólsoy, mamma Oskar, sum býr í Mykinesi), Herdis ("har heimii" - tann í bygdini - drotningin í Mykinesi) , Herrid (ættað úr Kvívík - býr í Vágum), Fía (Lið), Elisa Marianna (Lisamarianna) og Hanna. Jógvan fór í 1953 við tí nýggja Tjaldrinum. Kristina, Malan og Jógvan ein góðveðursdag í túninum í Hólminum. Poula tók myndina