Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

nr. 88 · 8. august 2014 12 VIKUSKIFTI Summarið og Birita í Dali Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Enda setningin... Sól og hiti fáa meg... ...at leypa eftir høvdinum inn í eina heldur friðleysa heysta-dagin- støðu, serliga um tað er fyrsti sóldagur, tí so ynski eg veruliga at súgva alt úr degnum, og eg vil upp á fjall, yvir til vatn, oman á sandin við mammu, renna við hundinum, fiska við pabba og grilla við systkjunum. Yndisstaðið at halda frí er… ...“ on the Range” heima í dalinum við Rangá undir Oyrnafjalli og Gluggunum. Hetta summarið ætli eg mær… ...at koma nærri endanum av míni útbúgving, so cand.scient.pol- heitið kann koma í hús, so eg flýggi undan hitabylgjuni og goymi meg á bókasøvnum í Keypmannahavn. Tað er summar í Føroyum tá… ...fyrsta stevnan fer av bakkastokki. Men fyri meg sum lesandi í Keypmannahavn, byrjar summarið annars so skjótt, eg lendi í Vágunum, ella rættari sagt tá eg á fyrsta sinni sigli inn eftir Trongisvágfirði. Føroyska summarið…. ...er betri enn aðrastaðni Tá veðrið ikki er gott, plagi eg at… ...bíða, inntil tað verður gott. Men meðan eg bíði, renni eg oman til hønurnar eftir eggum og lokki pabba at gera pannukakur ella mammu at gera vaflur. Mær dámar best… ...rabarbur Ein góðveðursdag eti eg… ...minni av heitum, meira av frískum og køldum. Stevnurnar í Føroyum… ...saman við kappróðrinum seta ein heilt serligan dám á føroyska summarið, bæði um ein er við á staðnum ella fylgir við í útvarpinum heimanifrá ella uttanlands. Fyri meg verður hæddarpunktið á summarinum… ...tá eg tríggjar vikur í august skal luttaka á summarskeiðnum, Arctic Floating University, við undirvísing um geopolitiska rákið í arktiska økinum, meðan vit sigla eftir russisku strondini, í Kara sjónum og eftir norðureysturleiðini. Eingin ivi er annars um, at vanliga er ólavsøkan hæddarpunktið – ikki einans á summarinum, men eisini árinum. Mítt yndissummarhitt er… ...ikki eitt rætt summarhitt sum so, men ein kann siga, mítt egna summarhitt, nevniliga ”A kid on the Beach” hjá Hymns of Nineveh. Teirra framførsla á Roskilde Festivalinum var so góð, og nú smílist eg hvørja ferð, eg hoyri lagið. Besta summarferiuminnið er… ...alt alt ov torført at peika á. Hvørt einasta summar er fyri meg á tremur við góðum døgum og dýrabærum minnum. Eg elski føroyska summarið. mynd: privat