Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dripin í morgun­ balli drápsmálið í hvalba Stungin í hálsin tríggjar ferðir Ein 23 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava dripið 36 ára gamla Hjalmar Holm við at stinga hann tríggjar ferðir í hálsin við knívi Eirikur Lindenskov Tað var klokkan 11:15 leygar­ morgunin, at politiið fekk fráboðan um, at ein maður var deyður í einum húsum á Bíarvegi 127 í Hvalba. Tað sást beinanvegin, at talan var um ein álvarasaman tilburð, tí politistar við hundi og aðrari útgerð fóru úr Havn við tyrlu. Politiið váttaði stutt eftir, at talan var um eitt álvasamt mál, at ein maður var deyður, og at talan var um »eitt mis­ teinkiligt deyðsfall«, og at ein maður var afturhildin. – Tað letur til, at talan er um eitt stórmál, og vit mugu samla træðrirnar betur, áðrenn vit fáa sagt nakað nágreiniligt um málið, segði Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá poli­ tinum. – Vit eru við at kanna umstøðurnar og orsøkina til, hví maðurin er deyður. Hetta er tað, vit kalla fyri eitt misteinkiligt deyðsfall. Og vit hava sent fólk við tyrlu suður fyri at kanna nærri umstøðurnar, og meira vita vit ikki í løtuni, segði Jón Klein Olsen, við in.fo. Seinni sama seinnapart leygardagin kundi politiið vátta, at teir høvdu handtikið tveir mans í sambandi við málið, og at teir skuldu grundlógaravhoyrast innan 24 tíma eftir handøku. Annar ein 23 ára gamal, og hin, ein 39 ára gamal, sum eisini átti húsini, har hendingin fór fram. Meira vildi politiið ikki siga fyri ikki at órógva kann­ ingararbeiðið. Bert annar førdur fyri dómara Klokkan 10:30 sunnumorg­ unin var rættarfundur settur at verða, har menninir skuldi setast fyri dómara. Men tá rættarfundurin varð settur, kom politiið bara við øðrum manninum, tí yngra. Hin maðurin var leyslatin og er fyribils uttan fyri mistanka. Tann 23 ára gamli maðurin kom í rættin saman við tveimum politistum. Hann krógva seg undir jakkanum á veg inn í rættarsalin, har hann fyrst fór í einrúm saman við verjanum, Christiani Andreasen. Eftir at teir høvdu tosað saman í einrúmi í einar 20 minuttir varð rættarfundurin settur. Skulsettur fyri manndráp Tað var Linde Hesselberg, sum var ákæri. Eftir at dómarin hevði tryggjað sær, hvønn persón talan var um, og hvar og nær hann varð handtikin, læs Linda Hesselberg upp skuldsetingina sambært grein 237, sum er um morð. – Eg skuldseti teg fyri at hava dripið Hjalmar Holm við at hava stungið hann tríggjar ferðir í hálsin við kvívi, segði hon. Verjin tók síðani orðið og gjørt vart við, at tann 23 ára gamli ikki enn tók støðu til skuldarspurningin. Síðani bað ákærin dóm­ aran um at halda rættar­ fundin fyri afturlætnum hurðum – tí hon skuldi lesa úr fleiri vitnisfrágreiðinum, og um pressan hoyrdi hesar frágreiðingar, so fór tað at órógva kanningararbeiði. Verjin segði seg ikki mót­mæla hesum ynski, og dómarin gjørdi síðani av, at rættarfundurin skuldi hald­ ast fyri afturlætnum hurðum. Umboðið hjá Miðlahúsinum og Kringvarpinum vóru síð­ani biðin um at fara av rættarfundinum. Eftir sótu umboð fyri dómsvaldið, politiið, ákæruvaldið og skuld­setti saman við verja sínum. Skuldsetti maðurin varð fyribils fongslaður í fýra vikur. Tann 23 ára gamli kærdi ikki avgerðina um varð­haldsfongslingina. Eirikur Lindenskov Enn er einki komið fram um orsøkina, hví tann 36 ára gamli maðurin í Hvalba varð dripin. Løgreglan vil einki siga, og tá grundlógaravhoyringin var fyri afturlætnum hurðum fekst heldur einki at vita haðani. Men sum skilst úr Hvalba, so hevði veitsla verið í Roynhøllini fríggjakvøldið, har tann dripni maðurin hevði verið við. Eftir veitsluna vóru nøkur fólk farin víðari í veitslu í húsinum hjá tí 39 ára gamla, sum í fyrstu atløgu varð handtikin, men síðani leyslatin. Tann 23 ára gamli er skuld­ settur fyri at hava stungið tann 36 ára gamla í hálsin tríggjar ferðir við kvívi. Men um nakar hevur sæð mannin fremja illgerðina, ella um hon er framd fyrr um morgunin, er enn ikki greitt.