Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 drápsmálið í hvalba Marjun Dalsgaard Tað eru nógv, sum standa spyrjandi, nú tað er komið fram, at ungi hvalbingurin, sum er handtikin og skuld­ settur fyri at stinga Hjalmar Holm tríggjar ferðir í háls­in, fyri kortum fekk ein treyt­ aðan dóm fyri millum annað eldáseting og at skjóta eftir politinum. Hann sat inni í teir fimm mánaðirnar, sum hann var varðhaldsfongslaður, men var leyslatin eftir dómin, sum var partvís treytaður. Treytin var, at mað­ur­in fór í viðgerð fyri rús­evnis­ mis­nýtslu og í sálarliga við­gerð. Hetta skuldi vera gald­andi í eini royndartíð á tvey ár undir eftirlitið av Kriminalforsorgini. Maðurin var sostatt undir eftirlitið enn, tá sorgar­ leik­urin í Hvalba hendi, og hann er nú skuldsettur og handtikin fyri manndráp. Elkin Klettheyggj, leiðari av kriminalforsorgini vil ikki siga nakað um einstøk mál, men greiðir frá, at eitt eftirlit í stóran mun er samrøður, og at tað ikki í sær sjálvum kann forða fyri, at tílíkt hendir. Eftirlitið er samrøður – Vit kanna ikki hvørt fet, sum fólk taka, men tey koma inn til samrøður hjá okkum javnan, har vit tosa um, hvat endamálið við viðgerðini er, og um hvussu tað gongur hjá teimum. Vit halda sostatt eyga við, hvussu tey eru fyri sálarliga, og um tað tykist, sum tey hava tað gott. Ofta snýr tað seg um hugburðin hjá viðkomandi mótvegis sam­felagnum, rúsevnum ella øðrum. Á tann hátt er tað eitt slag av uppdragisli til samfelagið, sigur hon. Fyrsta árið eru samrøður eina ella tvær ferðir um vik­ una. Um viðkomandi skal í viðgerð fyri rúsevnis­mis­ nýtslu, verður somuleiðis hildið eyga við, um hann ella hon í roynd og veru er í viðgerð. – Eg kann ikki siga nakað um hetta málið, men tá vit hava eftirlit við fólki, vísa tey eitt stempul, sum prógvar, at tey eru í viðgerð, sigur Elkin Klettheyggj. Ein viðgerð fyri alkohol varðar í eini 8 vikur. Eftir hetta, er ein eftirviðgerð, sum varðar umleið eitt hálvt ár. Tá viðgerðin er liðug, ganga myndugleikarnir út frá, at fólk eru edrú. – Vit biðja tey ikki blása í eitt alkometur, men vit hyggja eftir, um tey eru edrú, tá vit hitta tey, og spyrja tey sjálvsagt. Um vit ikki hava orsøk til at halda annað, enn at tað gongur væl, gera vit ikki meira við tað, sigur Elkin Klettheyggj. Færri samrøður Fólk, sum eru undir eftirliti í tvey ár, hava færri samrøður annað árið. Lógin sigur tó, at tað skal vera minst ein um mánaðin. – Um vit meta, at tað gongur gott, eru færri sam­ røð­ur, men tað skulu vera minst ein um mánaðin, sigur Elken Klettsheyggj. – Tað er sjálvasagt lætt at halda seg edrúan til eina samrøðu um mán­aðin, men um vit hava eftirlit við onkrum, hendir tað ofta, at av­ varandi siga okkum frá, um teirra kæru eru á vandakós, sigur hon. Eins og við alko­hol­ viðgerð, er eisini eftirlit við, um ein persónur fær tað sálarligu hjálp, sum viðkomandi skal hava í sambandi við ein dóm. Elkin Klettheyggj vil, sum nevnt, ikki siga nakað um einstaka málið, men sigur, at eftirlitið virkar, sum tað skal, tí tað er ikki ætlanin, at tey skulu halda eitt konstant eyga við teimum, sum eru undir eftirlitið. – Eftirlitið er samrøður, onkun­tíð eru tær í heiminum hjá viðkomandi, men sum oftast hjá okkum. Tær eru regluligar, og vit gera eina meting av, hvussu fólk hava tað. Soleiðis er eftirlitið inn­ rættað, og tað er tað eisini í Danmark, sigur hon og legg­ ur aftrat: – Vit hava eitt fulltíðar­ starv til hetta og 100 fólk inni í skipanini, so tað er als ikki gjørligt at halda eitt konstant eyga við øllum, og kanna tey út í æsir. Tað er heldur ikki ætlanin, og tað veit dómsvaldið eisini, tá tað velur at geva ein sonevndan kombineraðan dóm, har ein partur er fongsul, og ein partur er viðgerð undir eftir­ liti. Dómurin eitt politiskt val Um dómurin hjá unga hval­ binginum var ov linur, ella óhoskandi vil hon ikki siga nakað um. – Dómurin er eitt politiskt val. Maðurin hevur fingið dóm innanfyri rammurnar, og tað er soleiðis, vit hava valgt at døma fólk fyri tílík mál. Um vit ynskja harðari dómar, so mugu vit broyta tað politiskt, sigur Elkin Klettheyggj. Kriminalforsorgin hevur eftirlit við 50 fólkum, sum hava fingið dóm. Haraftrat eru 50 fólk, sum ikki hava fingið dóm enn, inni í skip­ anini, tí teimum tørvar hjálp. Trý fólk starvast í Kriminalforsorgini. Sjálvt uppgávan við eftirlitinum telur eitt fulltíðarstarv. marjun@sosialurin.fo Eftirlit kann ikki forða fyri brotsverkum Hvussu kann tað henda, at ein maður, sum hevur ein treytaðan dóm, og er undir eftirlitið av Kriminalforsorgini, fer út og ger eitt brotsverk, sum 23 ára gamli hvalbingurin er skuldsettur fyri? Tað eru nógv, sum standa spyrjandi, men eitt eftirlit kann ikki forða fyri einum brotsverkið, sigur leiðarin av Kriminalforsorgini, Elkin Klettheyggj Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. mai 2012 Nr. 52 86. árg. kr. 20,00 Ósemja kan beina fyri Mið flokk­ inum s8-9 Ghetto Føroyar: Nýggj útvarps­ sending s Ein ræðusø fyri lágløn s9 Ætlaði at skjóta 60 fólk 21 ára gamli maðurin, sum sunnu­ náttina gjørdi um seg við byrsu og setti eld á í Suðuroynni, mintist í rættinum bara brot frá náttini s4 13 Meistararnir í kreppu? Víkingur er als ikki til at steðga, meðan meistararnir B36 triðju ferð á rað taptu í gundadali Fótbóltur s14-19 160 runnu í Klaksvík Tað var stór undirtøka at renna hálvt marathon í Klaksvík leygardagin, har tað serliga var stórur spenningur hjá monnunum Guðmundur strálaði í Portugal Um vikuskiftið gjørdist Guðmundur Joensen nummar fimm í stórari triathlon-kapping í Portugal Ítróttarblaðið 10 síður www.auto.fo KETILIN JÄSPI-ketilin er kendur í Før oyum. Við mest seld- m ketlum á føroyska RINGIÐ 312 000 KETILIN ÄSPI-ketilin er kendur í r oyum. Við mest seld- m ketlum á føroyska K JÄ Fø m RINGIÐ 312 000 G 2 000 Byrsumaðurin í suðuroy: Ungi hvalbingurin, sum nú er handtikin og skuldsettur fyri manndráp, skeyt millum annað eftir politiinum og hótti við at drepa 60 fólk tann 6. mai 2012. Hann segði tá í rættinum, at hann bert mintist brot frá náttini. Hann var leyslatin eftir dómin, og sat sostatt bert í teir fimm mánaðir, sum hann var varðhaldsfongslaður. Dómarin legði millum annað dent á umstøðurnar, sum vóru, at hann ikki var dømdur fyri brotsverk áður, og at hann var misbrúktur kynsliga, sum barn. Maðurin, sum misbrúkti hann, varð meldaður eftir tilburðin í Øravík, og hevur síðani fingið dóm fyri at hava misbrúkt fleiri dreingir