mánadagur 11. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
drápsmálið í hvalba
Alt er so svárt
– Øll eru sera kedd um tað, ið er farið fram í okkara lítlu bygd, sigur skúlastjórin Elsa
Birgitta P. Petersen, sum nú skal finna útav, hvussu skúlin skal handfara støðuna
Jón Brian Hvidtfeldt
– Bygdin er í sjokk, fólk eru
sera kedd, og tilburðurin
leggur ein dempara á gerand
isdagin, sigur Elsa Birgitta P.
Petersen.
Hon hevur onga familju
í bygdini, men hevur búð
í Hvalba í 11 ár og starvast
sum skúlastjóri. Í starvinum
kemur hon tí í samband
við hvørt tað einasta barn
í bygdini og familjur teirra.
Mánadagin um eina viku
letur skúlin uppaftur eftir
summarfrítíðina.
– Tað eru ikki nógv ár
síðani ungi maðurin, ið nú er
skuldsettur fyri manndráp,
gekk í okkara skúla, staðfestir
Elsa Birgitta P. Petersen hug
tung á málinum.
Syrgiligi
tilburðurin
leygardagin er enn so feskur,
at skúlastjórin hevur ikki
eina greiða mynd av, hvussu
fyrsti skúladagurin verður.
– Skúlin hevur tilbúgving
arætlanir fyri tær kreppu
støður, sum kunnu viðkoma
børnum, og vit hava góð
starvsfólk, ið duga at taka
sær av slíkum støðum. Saman
við teimum fari eg nú at
finna útav, hvussu vit skulu
handfara hesa støðuna, sigur
Elsa Birgitta P. Petersen.
Skúlastjórin greiðir frá, at í
einari lítlari bygd sum Hvalba
kenna øll hvønnannan, og
syrgiligi tilburðurin setir
síni spor.
Elsa Birgitta P. Petersen
hevur tó lítlan hug at seta orð
á, hvussu hon sjálv reageraði,
tá hon frætti um tilburðin.
– Nei, tað haldi eg fyri
meg sjálva, sigur Elsa Bir
gitta P. Petersen, sum kennir
væl unga mannin, ið nú er
varðhaldsfongslaður, skuld
settur fyri morð.
36 ára gamli Hjalmar
Holm, ið lat lív í tilburðinum,
hevur somuleiðis røtur í
Hvalba.
Jón Brian Hvidtfeldt
Syrgiligi tilburðurin í Hvalba
leygardagin, har ein maður
hevur latið lív og ein annar er
skuldsettur fyri manndráp,
rakar lokalsamfelagið sera
hart. Klokkan 11:15 leygar
dagin fekk løgreglan frá
boðan um eitt deyðsfall í
Hvalba. Løgreglan staðfesti
stutt eftir, at 36 ára gamli
Hjalmar Holm var deyður.
Í grundlógaravhoyring eitt
lítið samdøgur seinni varð
ein 23 ára gamal maður skuld
settur fyri dráp. Hann er
fyribils varðhaldsfongslaður
í fýra vikur, meðan kann
ingararbeiðið heldur fram.
– Fólk eru skelkað. Ein
tílíkur tilburður rakar alla
bygdina og serliga tey av
varðandi sera hart, staðfestir
sóknarpresturin í Hvalba,
Jens Mortan Mortensen.
Stutt tíð er fráliðin og fólk
hava trupult við at skilja,
hvat er farið fram.
– Alt er so sera svárt. Sum
prestur í Fólkakirkjuni er
tað mín uppgáva at hjálpa
har eg kann, eisini í eini
slíkari svárari støðu. Øll eru
framvegis í sjokk, sigur Jens
Mortan Mortensen.
Tíðindini um tilburðin í
Hvalba frættist sera skjótt.
Og reaktiónirnar vóru nógv
ar, eitt nú í sosialu miðl
unum.
– Sumt, ið verður sagt í
almenna rúminum, er betur
ósagt. Vit mugu øll ansa eftir,
hvat vit siga og skriva, og vísa
samkenslu við teimum, ið
eru rakt, sigur Jens Mortan
Mortensen og heldur fram:
– Sjálvt um tíðindi ferðast
skjótari í dag enn fyrr, so
haldi eg, at fjølmiðlarnir gera
í so skjótt av. Okkara kenslur
ferðast ikki skjótari av tí
orsøk. Hetta er ein sera svár
støða fyri allar partar og tað
eiga vit onnur at rúma. Tí er
tað so týdningarmikið at vísa
samkenslu og umhugsni -
bæði í talu og skrift, sigur
Jens Mortan Mortensen.
Sóknarpresturin
stað
festir í sama viðfangi, at tað
er tungt at koma víðari eftir
tílíkan tilburð.
– Nei, tað ger ein ikki
eftir einari løtu. Slíkar svár
ar kenslustøður í einum
sorgarleiki taka tíð, og tað er
ein tilgongd, sum fer stigvís
fram. Vit mugu taka eitt stig
í senn, sigur Jens Mortan
Mortensen.
– Í tílíkari støðu er øll bygdin í sorg, fólk eru í sjokk og vit mugu vísa samkenslu og
hjálpa hvørjum øðrum, sigur Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba
Bygdin í sjokk
Elsa Birgitta P. Petersen
Jens Mortan Mortensen